Anna Sofía livir lívið í fjareystri

- Eg flutti til Hong Kong, tí maðurin fekk arbeiði her sum flogskipari. Vit hildu, tað eisini vera spennandi at búgva í einum fremmandum landi og uppliva eina heilt aðra mentan enn tær, sum vit eru uppvaksin í, sigur Anna Sofía Larsson úr Sørvági, sum í næstan sjey ár hevur búð í Hong Kong

Anna Sofía Larsson er 28 ára gomul og ættað úr Sørvági. Áðrenn hon giftist svianum Mikael Larsson, hevði hon eftirnavnið Hvítklett, og eitt skifti gjørdi hon barnasendingar í Útvarpinum.

Hvar ert tú stødd?
Eg eri búsitandi í Hong Kong. Vit búgva í einum lítlum øki, sum eitur Discovery Bay á oynni Lantau. Lantau liggur umleið 25 minuttir við ferju frá Hong Kong-oynni.

Familja?
Gift við Mikael Larsson, og skjótt verða vit ein meira í familjuni. Eg skal eiga okkara fyrsta barn í mai, og tað verður her í Hong Kong.

Nær flutti tú hagar?
Vit fluttu higar á heysti 2000.

Hví flutti tú til Hong Kong?
Eg flutti higar, tí Mikael fekk arbeiði her sum flogskipari. Vit hildu, tað eisini vera spennandi at búgva í einum fremmandum landi og uppliva eina heilt aðra mentan enn tær, sum vit eru uppvaksin í.

Hvat tekst tú við?
Eg passi heim okkara og havi eisini ymisk ítriv sum at binda, svimja og ganga túr í fjøllunum. Hesi árini í Hong Kong hava vit eisini nýtt alla okkara frítíð til at ferðast í. Vit hava ferðast nógva staðni í Asia og eisini gjørt túrar til Afrika, Australia og Amerika.
Okkum dámar væl nýggj ævintýr og upplivilsi. Minnini eru nógv og rík. Alt frá at kava við hávum í Malaysia, svimja við delfinum í Amerika, búgva saman vid masai-hermonnum og koyra millum leyvir og fílar í Afrika og standa í Mount Everest basecamp á 5200 metra hædd í Tibet.

Hvussu er við málinum?
Málið sum verður prátað her í Hong Kong er cantonesiskt og enskt. Eg havi lisið cantonesiskt, og ein kann heilt róliga siga, at tað ikki als kann samanlíkast við føroyskt.
Cantonesiskt verdur úttalað í tónum. Eitt orð kann vera úttalað í 6 ymiskum tónum, har hvør tóni hevur eina vissa meining. Til dømis skalt tú siga við onkran: ”hetta er mamma mín”. Men um tú úttalar orðið mamma í skeivum tóna, kann tað henda, at tú ístaðin sigur: ”hetta er hesturin hjá mær”. Tí mást tú altíð vera varin við, hvat tú sigur, annars standa fólk bara sum stór spurnartekin.

Hvat dámar tær í Hong Kong?
Mær dámar væl, at Hong Kong er so nýmótans og internationalt. Eg havi fingið góðar vinkonir her. Summar eru vaksnar upp her, og aðrar koma úr øðrum londum.
Her er eisini ótrúliga vakurt. Tá ið ein hugsar um Hong Kong, sær ein sum oftast háhús fyri sær, men Hong Kong hevur eisini vakrar strendir, smáar hugnaligar oyggjar og høg fjøll. Eitt av mínum yndisítrivum er at ganga ein túr í fjøllunum. Her hava tey gjørt góðar gøtur at ganga eftir og skelti eru sett upp, so ein skal ikki vera bangin fyri at villast. Fjøllini her eru eisini øðrvísi enn tey føroysku.
Her vaksa nógv trø, og tú kanst síggja nógv spennandi djór – til dømis slangur, falkar, stórar eiturkoppar og apur.

Er tað nakað, sum tær ikki dámar við Hong Kong?
Tað mær dámar minst við Hong Kong er luftin og luftvætan. Her er luftin ikki so rein sum heima í Føroyum, og meginpartin av árinum er luftavætan høg.

Hvussu er mentanin í Hong Kong?
Tann kinesiska mentanin líkist ikki okkara føroysku. Her eru bæði familjusambond og høgtíðir øðrvísi. Heima í Føroyum búgva vanliga eitt ella tvey ættarlið í einum húsarhaldi. Her í Hong Kong kunnu trý ættarlið búgva saman. Her finst eitt ordatak sum sigur, at ”vesturlendingar arbeiða fyri at liva, meðan kinesarir liva fyri at arbeiða”. Tey arbeiða langar dagar og hava lítla frítíð. Ein vanlig arbeiðsvika er 6 dagar, og tey fáa 12 dagar feriu um árið, tá tað kinesiska nýggjárið er. Her fáa fólk heldur ikki pensión, tá ið tey gerast gomul. Tá ið foreldrini ikki orka at arbeiða longur, eru tað børnini, sum hava ábyrgdina av at forsyrgja teimum.
Heima í Føroyum dáma tey eldru væl at ganga á bingo ella samlast fyri at spæla kort ella okkurt annað. Fert tú tíðliga upp um morgunin her, sært tú fleiristaðni eldri fólk gera tai chi. Tai chi er eitt slag av kampsporti, har ein rørir seg spakuliga og ger mjúkar rørslur. Eitt annað væl dámt frítíðarítriv er at spæla mahjong, sum er eitt borðspæl.
Shopping er eisini ein stórur partur av mentanini. Handlarnir her hava aðrar upplatingartíðir enn heima. Her bæði lata teir upp og aftur seint. Her finnast eisini nógvir marknaðir við øllum møguligum spennandi tingum, og ein má heldur ikki gloyma at prutta um prísin.
Størsta trúgvin í Hong Kong er buddisma og taoisma. Her halda tey eisini aðrar høgtíðir enn heima. Heima eru størstu høgtíðirnar jól og páskir. Her hava tey tað kinesiska nýggjárið og ching ming.
Kinesiska nýggjárið verður hildið saman við familju. Alt verður vaskað og ruddað, og rokningar goldnar, so at alt er reint og skuldarfrítt, tá ið tað nýggja árið kemur. Heimini verða pyntað við reyðum lampum og reyðum skiltum sum ynskja góðum andum vælkomnum. Fólk samlast heima hjá hvørjum øðrum, eta og hugna sær saman.
Børnini fáa smáar reyðar brævbjálvar við pengum í - kallað lai see. Henda høgtíðin varðar í umleið fýra dagar.
Á Ching Ming vitja kinesarnir gravarnar hjá sínum deyðu og rudda tær. Heima keypa vit eina blómu at seta á gravarnar. Her í Hong Kong seta fólk mat og vín á gravirnar, og roykilsi og pappírpeningur verða offrað. Henda høgtíðin varðar tríggjar ella fýra dagar.
Eitt, sum kann samanberast við føroysku mentanina, er kappróðrarstevna. Her hava tey eina stevnu, sum eitur ”dragon boat festival”. Bátarnir hava skap og eru málaðir sum drekar. Tað kunnu vera yvir 20 fólk í hvørjum báti. Stevnan verður hildin í nakrar dagar, og róð verður ymsastaðni í Hong Kong.

Hvussu er maturin?
Hong Kong hevur ein internationalan køk. Her finst alt frá Beijing-dunnu til danskt livurpostei. Tann køkurin, mær dámar best, er sezchuan, sum er sterkur kinesiskur matur.
Men tann maturin, sum er mest kendur í Hong Kong, er dim sum. Tað er kjøt, sjómatur og grønmeti, sum verður malið, fylt í smáar deiggjposar og síðan dampa.
Hesir smáu rættir, kallaðir dumplings, verða síðan borðreiddir í smáum bambus-kurvum og koyrdir runt á vogni millum borðini. Har kunnu fólk so velja hvørja kurv, tey vilja hava. Dim sum merkir eisini at drekka te. Heima í Føroyum plaga vit at hava drekkamunn saman við vinfólki heima hjá okkum sjálvum. Her møtast fólk ístaðin á eini dim sum matstovu og hugna sær vid te og ymiskum smárættum.

Hevur tú ætlanir at flyta heim til Føroya aftur?
Nei, maður mín er svii, so eftir Hong Kong gongur leiðin móti Svøríki.

Hvat saknar tú mest við Føroyum?
Tað, sum eg sakni mest heima, er familjan, hundin hjá mær og ta reinu, góðu luftina.


Hong Kong er fjølbroytt
- Sjálvt um Hong Kong í dag er ein nýmótans býur, kann ein framvegis finna partar av gamla Hong Kong. Hevur ein ikki hug at ganga runt millum háhúsini og stóru fólkamongdina inni í býnum, kann ein fara út í landsbygdina og til teir smáu fiskibýirnar. Tað er hugnaligt at ganga úti á keiini og síggja fiskimenninar arbeiða ella síggja fólk spæla mahjong millum húsini. Spennandi er eisini at seta seg á eina matstovu, har matarseðilin er skrivaður á kinesiskum, og eingin skilir enskt. Tá kanst tú onkuntíð verða bilsin av, hvat tú fært at eta, sigur Anna Sofía Larsson.

(

Frægasta veðrið er um heystið
- Veðrið her skiftur við árstíðunum. Kaldast er um veturin, tá liggur hitin millum 5 og 15 hitastig. Tað ljóðar ikki so kalt, men her í Hong Kong verða húsini bjálvað so væl, og tí kann tad kennast kalt og váttligt. Í mars byrjar tað at blíva heitari, og í juni byrjar regntíðin. Juli, august og seåtember eru teir heitastu og mánaðirnar, og tá kunnu eisini tyfonir herja. Besta tíðin í Hong Kong er um heystið, tí tá er tað meira heitt og turt, greiðir Anna Sofía Larsson frá.