Felagsliðið hevði ongar trupulleikar at koppa Skála í dag, tá ið nýggi vøllurin í Streymnesi fyri fyrstu ferð varð nýttur til formuladeildarfótbólt. Sorin Angel syrgdi fyri, at heimaliðið fór til hálvleiks við einari 1-0 leiðslu.
Seinni hálvleikur byrjaði fyri blundaðum Skála-eygum. Dómarin hevði ikki meir enn bríkslað, tá ið nýggi leikarin, Hanus Eliasen, legði heimaliðið á odda. Stóri og sterki áleyparin skallaði eitt innlegg frá Hans Paula Samuelsen. Lítla løtu seinni var tað sami Hanus Eliasen, sum enn einaferð skallaði bóltin í netið. Hesuferð við uppleggi frá Gert Hansen, sum kastaði eitt langt innkast í pannuna á fyrrverandi ÍF-leikaranum.
EB/Streymur hevur tískil fult stigatal, og harumframt einki mál latið ímóti sær. Hinvegin sær svart út hjá Skála, sum aftur í dag mátti av vøllinum sum tapari við trimum málum. Leikaraliga er liðið ikki verri fyri enn í fjør, men saknurin tykist at vera stórur í kenda venjaranum, Jóhan Nielsen.