Almenn áheitan til Amnesty International, Føroya deild

10. apríl visti danska tíðindablaðið, Kristelig Dagblad at siga frá, at bretska deildin av Amnesty International hevur tikið avgerð um at arbeiða fyri at fáa Amnesty International at meta fosturtøku sum ein mannarætt. AI-UK ætlar við hesum at birta upp undir kjakið, tá ið ráðsfundurin hjá Amnesty International verður hildin í Meksiko seinni í ár. Endaliga málið er at Amnesty International skal samtykkja hetta uppískoyti á altjóða støði.
Amnesty International er ein viðurkendur altjóða felagsskapur, ið hevur gjørt stóran mun, tá tað kemur til at verja mannrættindi og gera vart við órætt, ið verður framdur móti menniskjum vegna politisk, religiøs, etnisk – og onnur líknandi viðurskifti. Amnesty International er verjan og røddin hjá tí veika og lítla, mótvegis tí kúgandi og sterka.
Tí harmar tað okkum almikið, at Amnesty nú umhugsar at arbeiða við einum máli, har tað ikki er tann veikasti parturin, ið skal verjast. Vit viðurkenna at mangar kvinnur eru fyri ringari viðferð, og verða misnýttar og neyðtiknar, og hetta skal undir ongum umstøðum góðtakast. Men er tað ófødda barnið ikki ein enn veikari partur av hesum málinum? Hvør skal vera røddin, ið tosar um verju fyri hendan partin?
Vit meta tað vera ábyrgdarleyst, miðvíst at arbeiða fyri at geva rætt til fosturtøku, uttan at fyrihalda seg til rættindini hjá tí ófødda barninum. Eisini hóast talan er um ógvusligar umstøður, har kvinnur hava verið fyri ræðuligum hendingum. Tann mest óseki parturin er hóast alt barnið. Um man velur at arbeiða fyri fosturtøku, so má man eisini fyrhalda seg til rættindini hjá hesum børnum, og gera eina niðurstøðu um tey yvirhøvur hava nøkur rættindi.
Eins og Amnesty International, trúgva vit at eingin hevur rætt til at taka lívið hjá øðrum. Men vit trúgva at eisini hesi grundleggjandi rættindi til lív eiga at umfata tey, ið hava størstan tørv á verju og umsorgan okkara – tey ið enn ikki eru borin í heim.
Vit trúgva, at tað er skeivt, bæði útfrá einum etiskum og einum samfelagsligum sjónarmiði, at fremja fosturtøku, uttan tá ið lív stendur móti lívi. Vit meta at áhaldandi ágangurin móti óføddu børnunum verður til einki minni enn eina vanlagnu fyri ymisku samfeløgini, við tað at vit ræna frá okkum sjálvum tað dýrasta tilfeingi vit eiga.
Við hesum vilja vit staðiliga heita á Amnesty International í Føroyum um ikki at stuðla avgerðini, ið bretar hava tikið, men heldur gera sína ávirkan galdandi og taka stig til at verja ófødda barni, og harvið halda áfram við tí arbeiði, ið Amnesty International hevur gjørt fyri at verja lív og rættindi menniskjans um allan heim.
Við bestu heilsanum, og ynski um ein góðan ársaðalfund

Ung fyri Miðflokkin
Arni Abrahamsen
Formaður

Tóri Højgaard
Næstformaður