Ótu kjøt úr skjaldbøkum og yvirlivdu

Tveir fransmenn, sum viltust í skóginum í Fransk Guyana, komu í gjár aftur á lívi eftir sjey vikur. Teir livdu av kjøti úr froskum og skjaldbøkum, sum teimum eydnaðist at taka Fransmenninir vóru Loic Pillois og Guilhem Nayral. Teir høvdu lagt til rættis ein tíggju dagar langan gongutúr til ein stóran foss, sum er inni í teirri tøttu skógini - ella ?jungluni? í suðuramerikanska landinum.

Men hóast Loic og Guilhem bæði høvdu kort og kumpass við sær, viltust teir burtur av leið og funnu ikki heimaftur.

Eftir sjey vikur í skóginum náddi fyrst annar teirra til eina lítla bygd í Fransk Guyana, og fýra tímar seinni høvdu fólk, sum fóru at leita eftir upplýsingum hjá tí fyrra, eisini funnið hin seinna.

Útlendsk bløð skriva í morgun, at báðir vóru rættiliga illa at holdum komnir. Teir vóru farnir burtur í næstan einki.

Eftir at maturin hjá teimum var gingin undan, høvdu teir báðir menninir livað av vatni og kjøti úr froskum og tveimum skjaldbøkum, sum teimum eydnaðist at fáa fatur á.