Klaksvíkingar skoraðu í Gundadali

Í góðan tíma sat B36 á mest sum øllum í Gundadali. Seinasta korterið megnaði HB tó at javna, og seinastu løtuna kundu teir væl tikið øll stigini

Fótbóltur

Tunga gongdin hjá HB hevði sett síni spor. Sjáldan hevur munurin millum grannarnar verið somikið stórur, sum hann var tað fyrsta korterið av dystinum sunnudagin.
Snøgt sagt, so sat B36 á øllum, sum var. HB megnaði sjáldan at fáa fleiri enn tvær avleveringar at hanga saman, men tóktust einvíst at hugsa um, at hendan dagin skuldu teir so ikki loyva trimum málum ígjøgnum.

Kolldømdir stútarar
Speiski áskoðarin kundi kanska sagt, at tað gjørdu teir reyð/svørtu kortini, men av teimum trimum førunum, har B36 hevði bóltin í HB-meskunum, varð bert tann eina royndin góðkend. Sylla varð veittraður rangstaddur, tá hann ta einu ferðina stútaði í netið, og tá Klæmint Matras seinni royndi sama kynstur eftir hornaspark, varð fríspark dømt móti Bergi Midjord.
HB fótaði sær spakuliga, sum fyrri hálvleikur leið, men yvirvágin hjá B36 var tó sjónlig øll trý korterini fyri steðgin. Arbeiðssami og væl skipaði miðvøllurin stressaði støðugt HB, og eitt mál lá heilt leingi í luftini. Men nærri enn nøkrum hálvkiksaðum skotroyndum av brotsteigarmarkinum komu teir tó ikki. HB megnaði hinvegin at bíta frá sær við deyðbóltum, og ta einu ferðina drønstútaði Hans á Lag á tvørtræið eftir hornaspark.

Opið í borðunum
Beint fyri steðgin misti B36 Allan Mørkøre, tá hesin varð jarðlagdur í støðu, sum púrasta greitt átti at givið brotsspark. Tað gav Hanusi Thorleifsson trý korter at vísa síni kynstur, og meira enn ta einu ferðina var hann við til at seta trýst á HB-verjuna.
Tað sama gjørdi Jákup á Borg við B36-verjuna, tá hann fleiri ferðir fekk óvanliga gott pláss í høgru, og tí gjørdist eitt mál annan vegin alt meira sannlíkt, sum seinni hálvleikur leið.
Hetta fekk B36, tá Ovi Nysted fekk skumpað returbólt í kassan eftir hornaspark, og so var fagnaðurin øgiligur í B36-leguni.

Forðaðu vanlukkuni
Fyri HB vildi eitt tap í grannauppgerðini verið einki minni enn ein vanlukka. Serliga við atliti til stigatalvuna, har úrtøkan als ikki hevur verið nøktandi hjá meistarunum.
Og við knívinum á barkanum fóru teir reyð-svørtu brádliga at spæla fótbólt. Trýstið á B36 málið gjørdist størri og størri, og tó at eitt mistak skuldi til, áðrenn Rógvi Jacobsen fekk javnað, so var hetta í tráð við støðugu yvirvágina.
Og yvirvágin seinasta lítla korterið gjørdist næstan eins total, og hon var tað hjá B36 fyrsta korterið. Ta einu ferðina vardi Jákup mikkelsen fyri einum púra leysum Christian Høgna Jacobsen, og í nøkrum førum vórðu góðar skotroyndir blokkaðar. Hinvegin vildi B36 í yvirtíðini enn einaferð hava brotsspark, tá Ovi Nysted fór um koll í dysti við Mortan úr Hørg.

Framgongd hjá báðum
Javnleikurin stóð tó við í samfullar 90 minuttir, og tó at báðir partar iðraðu seg, so er úrslitið helst liviligt hjá báðum. Við »bara« einum máli skeivan vegin tykist HB-verjan at vera so nokunlunda typt, og tí kunnu meistararnir nú hugsa meira um framrættaða spælið.
Hjá B36 vóru ráðini til javnleikin kanska betri, men serliga munnu teir har gleðast um leikligu framgongdina, um sammett verður við fyrstu dystirnar. Einki er at ivast í, at missurin av Allan Mørkøre er dyggur smeitur komandi vikurnar, men ein bonkur við monnum sum Hanus Thorleifsson og Ova Nysted gevur tó ábending um, at liðið er ført fyri at standa móti hesum nosinum.