Heini Olsen
Tá tunnilstíðin í 1960-árunum av álvara tók seg upp, høvdu vit, sum prosjekteraðu, rættiliga gott samband við politisku leiðsluna, sum toluliga væl fylgdi við tí, sum ætlað var at gera, og sum ofta fregnaðist um, hvussu gekst.
Einasti veruligi trupulleikin, meg minnist, var at fáa okkara fólkavaldu at semjast um, hvørt arbeiði fyrst skuldi fremjast, og í so máta síggi eg enn onga broyting – allir vildu og vilja enn hava alt í senn, tí hvør hugsaði og hugsar enn um sín veljara og kanska eisini við hvørt um tað økið, hann var og er valdur í.
Mikkjal Helmsdal, sáli, royndi sum frægast at raðfesta tey ymisku arbeiðini, sum hann hevði fingið politisk boð um at seta í verk, og tá fíggjarstøðan ikki loyvdi øllum í senn, valdi hann sjálvur tað frammum, sum hann helt hava mestan skund.
Hetta var mest sum at velja millum pest og kolera, tí politisku boðini um at fara til verka kundu á ongan hátt haldast innan fyri fíggjarlógina, hóast greið útrokning frammanundan varð handað landsstýrinum um, hvat hvørt arbeiði sær fór at kosta.
Hyggja vit í bløðini frá teirri tíðini, síggja vit, at Mikkjal hvørt ár eina ávísa árstíð á tingi fær grovar skolur um, at ov nógvur peningur hevur verið brúktur til víðkan av vegakervinum.
Mikkjal svaraði ongatíð aftur; men hann hevði sjálvandi øll tey skriftligu boðini um at fara í gongd liggjandi fyri hvørt arbeiði sær – at taka til!
Tá eg spurdi hann, hví hann ikki svaraði aftur, helt hann fyri, at hatta vóru bara lótir í politiska spælinum, tí tingmenn vóru minst líka fegnir um avrikið, sum tey, ið nú høvdu fingið samband við umheimin, og helst mundi so vera, tí upp undir næsta val reypaðu somu menn um júst um tey avrik, teir áður høvdu givið Mikkjali ábreiðslur fyri.
Kreppan
Næsti maðurin í sessinum, Henning Jacobsen, var eftir áheitan frá deildarleiðarum so óheppin at søkja starvið og fáa tað, júst tá kreppan tók seg upp; men hann megnaði sum kunnugt at bjarga stovnin gjøgnum tey ringu árini, uttan at ein einasta króna fór út um játtanina.
Eftir 23 ára innlit í allar krókar av stovnsarbeiðinum, av hesum tey 10 sum leiðari, var tøkkin ein uppsøgn í jólagávu 1998. Ein politisk uppsøgn, sum hvørki Henning ella nakar annar fekk greiðu á. Hvussu politisk hon kortini mundi vera, veit eg ikki rættiliga, tí eingin samgongu-politikari, sum eg havi tosað við, segðist annað enn at vera stórliga bilsin um hesa skammiligu uppsøgn, so onkur av teimum man helst pella!.
Tá eg sendi málið til nýsetta umboðsmannin, var tað tíverri fyrnað, men endaði kortini við eini sonevndari “nøs” til landsstýrismannin.
Undirsjóvartunlar
Hesir tóku seg upp í Føroyum í fyrra helmingi av 1980-unum, tá normenn høvdu fingið teirra fyrsta undirsjóvartunnil – Vardøtunnilin.
Í fyrstuni stóðst millum manna mikil látur av hesum; men nøkur fá ár seinni varð Vágatunnilin settur í gongd; tíverri júst tá kreppan byrjaði. Havi ofta hugsað, um ikki botnurin í landskassanum longu tá mundi hómast; men hetta var jú beint upp undir val, eins og tá vegurin niðan í eystara enda á Norðskálatunlinum politisk varð settur í gongd, áðrenn tunnilin var prosjekteraður. Tann vegurin gjørdist av tí sama um ein kilometur ov langur; men eftir frægastu fyribils meting raktu vit ávegis tó kortini tunnilsmunnan!
Fyribils prosjekt til allar hugsandi og kanska óhugsandi undirsjóvartunlar vóru gjørd á stovninum og lógu í 1987 klár at detailprosjektera, um tørvur var. Tveir tunlar eru gjørdir eftir tí leisti og koma vónandi fleiri aftrat, tí tað skerst ikki burtur, at nýtslumøguleikarnir av okkara kørgu klettum gerast størri og størri, jú nærri vit øll eru knýtt hvør at øðrum.
Kallsoyartunnilin
Fyri at koma aftur til valagn, so havi eg okkara annars sera skilagóða, fyrrverandi løgmann, Annfinn Kallsberg, hálvavegna mistonktan – kanska ótilvitað, nú hann ætlar sær úr politikki – fyri so smátt at fara undir at gjara út har norðuri, nú hann í Dimmu 30. mars onkursvegna fær blanda Kallsoyartunnilin upp í tjakið um vegastubban í Leirvík, eins og Bjarni Djurholm á sinni í hugaheiminum longdi flogvøllin við gróti úr Gásadalstunlinum, sum skuldi nýtast til vegagerðina báðu megin.
Eg haldi skilabest vera fyrst at spurja seg fyri á røttum stað, áðrenn ein soleiðis i fjølmiðlunum kemur sær í óføri. Møguliga sita frægastu heilarnir í Tinganesi; men bæði Palleba og Marsanna duga at hugsa sítt.
Minnist meg rætt høvdu vit einar 6 – 8 ymiskar Kallsoyartunlar á tapetinum harav 3-4 myndaðu samansetingar við Kallsoyartunlinum sum teym úr Norðoyatunlinum. Alt hetta skrivliga tilfar við tilhoyrandi tekningum er Annfinni og hinum av teimum garvaðu politikarunum kunnugt, og er eingin orsøk til nú at koma afturumaftur sum ketta upp úr høvdatrog.
Tit eiga væl at minnast, at vit á stovnunum fyrst av øllum royndu at knýta tunlarnar saman, tí hetta var jú so upplagt.
Men sum vit arbeiddu, komu vit til tað heilt greiðu niðurstøðu, at tað frá einum tekniskum sjónarmiði var munin lættari at halda tunlarnar hvør sær.
Aftrat hesum vísti tað seg, at byggikostnaður og lønsemi fyri báðar tunlarnar samanlagt eisini gjørdust heldur frægari enn við einum kombineraðum tunli.
Eftir hesum hevði tað beinleiðis verið skeivt at mælt til at gera tunlarnar saman.
Annað er, at tingmenn samdust um at gera eina bíligari loysn við ferjulegu í Kallsoynni heldur enn tann nakað dýrari Kallsoyartunnilin, alt gott um tað at siga; men við einum syndri av framskygni hevði tunnilin yvir eitt áramál verið hin betra loysnin.
Leirvíkarvegurin
Dimman sær annars út til at vera vorðin fólkafloksblað burturav, har teir sita so fittir báðir, Annfinn Kallsberg hugsunarsamur og Bjarni Djurholm heldur stúrin at síggja, ákærdir, sum teir eru, yvir tvær tær fyrru blaðsíðurnar, fyri politiska neyðtøku av leirvíkingum; men har kenni eg meg líka sekan av tí, at eg gjørdi tað mistak at greina út fleiri vegamøguleikar um Leirvíkina heldur enn bert at kunngera hin eina, sum vit á stovninum í samráð við táverandi bygdarráð, samanumtikið og uttan mótmæli, vóru sannførd um var hin frægasti.
Tó skal sigast, at uppskotið um vegin niðri við havnarlagið kom frá einum bygdarráðslimi á fundi við Lv, og varð hetta tí eisini viðgjørt og sýnt við ymiskum farleiðum har niðri.
Orsøkin til mongu leiðirnar var, at vit ofta eftir lokna prosjektering kring landið fingu spurningar um, hví vit ikki heldur høvdu lagt vegin her ella har, og royndu vit tá at greiða frá, at vit í veruleikanum fyrst høvdu kannað tær ymisku leiðirnar, áðrenn vit løgdu okkum á ta prosjekteraðu.
Svínoyartunlarnir
Eg vil ynskja svínoyingum alt tað besta við ætlanini um tunnil yvir í eina triðu, men hesuferð eftir øllum at døma eina trygga Havn.
Hyggja vit nøkur ár fram í tíðina, er eingin ivi um, at Svínoyggin aftrat verandi ætlan eisini fær fast samband í Viðoynna og sostatt við næstan alt Føroya fólk, har serliga tey í teim brøttu Norðoyum veruliga fáa brúk fyri hesi 27 ferkilometra stóru, sløttu og góðu oyggj, ið nú næstan liggur í andaleypi at kalla.
Tunnilin til fasta sambandið er 5 km til longdar, og dýpið er 145 m niður á tunnilsbotn.
Hallið er tá 8%, sum flestir av teim fyrstu norsku undirsjóvartunlunum vóru gjørdir eftir. Uttan fyri Ålesund fer onkur teirra upp á 10%. Í 1986 var tað brattast loyvda tunnilshallið 12.5% fyri lítla ferðslu..
Alt eftir ferðslutættleikanum varð brattleikin broyttur úr 8% niður í 7% (Vágatunnilin) og seinni til 6% (Norðoyatunnilin). Vegagerðin liggur til samans um 2.5-3 km umframt ábøtur á verandi vegin.
Eftir 1987-kostnaði hevði fasta sambandið ligið um 173 mió kr ella 5.75 kr/fermetur av oynni sum heild. Tá var breiddin roknað til ta smalastu tvíbreytaðu, sum gerast kundi við tátíðar amboðum.
Sammeta vit við breiða Vágatunnilin í somu longd verður kostnaðurin í dag – 20 ár seinni – nakað væl hægri; men veruliga talið fæst best við at bjóða út, tá einki annað tunnilsarbeiði er í ljósmála.
Uttangarðs er undir 100 m hædd pláss fyri 4.500 vanligum sethúsum.
Tá undirsjóvartunnilin út í Svínoynna og nýggi tunnilin millum Strond og Depil eru gjørdir, tekur tað bert eitt korter at koyra 20 km langa strekkið millum Klaksvík og Svínoyar bygd. Fyri Norðoyar og landið sum heild hevði undirsjóvartunnilin í Svínoynna verið uppaftur betri enn tann í Kallsoynna.
1.apríl 2007