Lækka skattin men missa onki

Nógv virksemi í Hovi fær tað at renna í kommunukassan og tí ber tað til at lækka skattin nokk so fitt, uttan at inntøkan minkar

Tað hevur gingið væl í Hovs Kommunu seinastu árini.
So væl, at Kommunan hevur gjørt av at lækka skattaprosentið nokk so fitt í ár.
Skattaprosentið var 22% í fjør, men nú er tað lækkað niður í 20%.
Samstundis er barnafrádrátturin hækkaður úr 2500 krónum, upp í 3000 krónur, sigur Delmar Tausen, borgarstjóri.

Og fíggjarliga gongdin í Hovi er so góð, at hóast kommunan lækkar skattaprosentið tvey prosent, fer kommunan ikki at missa inntøkur.
Skattainntøkan hjá kommununi var 3,1 millión í fjør og tað verður mett, at hon verður tann sama í ár, hóast skatturin lækkar.
Borgarstjórin sigur, at meiri arbeiðið hevur verið og tað sæst aftur í inntøkunum.
Men tað er eisini sjálvsagt, at tey almennu arbeiðini, sum eru í Hovi, síggjast eisini aftur í kommunukassanum.
Her verður hugsað um Hovstunnilin og um ætlanina at byggja nýggjan skúladepil, tí har er nógv fólk knýtt at og summi av teimum búgva og gjalda skatt í Hovi.

Bílig Grundstykki
Annars hevur áhugin fyri at seta búgv í Hovi ikki verið so stórur í mong ár.
Sostatt hevur kommunan nøkur grundstykki, sum bygdaráðið ætlar at selja avbera bíliga.
- Vit hava tvey grundstykki, sum eru byggibúgvin, so at tað er klárt at seta formarnar á.
Tey bæði grundstykkini verða seld fyri einans 30.000 krónur hvørt.
- Talan er um grundstykki, sum kommunan hevur átt í 20 ár, so tað er ongin orsøk at selja tey dýrari
Trý onnur grundstykki eru, sum onki er gjørt við og tey verða seld fyri 15.000 krónur

Eitt stórt tak
Hóast skatturin lækkar, hevur bygdaráðið gjørt av at fara undir eina tað størstu útbyggingina, sum er framd í Hovi nakrantíð eftir einum ári. Og tað er bøta um vatnveitingina við bæði nýggjum brunni og reinsiverki so at allir hovbingar skulu fáa sóttreinsað vatn.
Talan er um eina útbygging, sum er mett at kosta 1,5 millión, men endaligi kostnaðurin verður ikki staðfestir, fyrrenn tilboðini upp á reinsiverkið eru komin inn.
Men hóast tað er ein stórt tak hjá eini lítlari kommunu sum Hovi, har tað fer við helvtini av allari skattainntøkuni, stendur ikki á at fíggja arbeiðið, sigur Borgarstjórin.
Samstundis hevur kommunan lítla og onga skuld.
Hetta er kortini ikki størsta útbygging hjá Hovs Kommunu eftir einum ári. Fyri einum tveimum árum síðani asfalteraði kommunan fyri 1,6 millión og gjørdi kloakk fyri eina lítla millión, so har hava stórar ábøtur verið gjørdar seinastu árini.