átta í morgun, og vakthavandi segði, at umframt stórar kavafannir, var tað ein stórur trupulleiki, at tað reyk so illa. Til tíðir reyk so illa, at bilar noyddust at standa stillir, tí sýnið var so vánaligt [...] stóðu fastir, men hesir megnaðu tó sjálvir at koma leysir aftur. Felags fyri allar bilarnar, ið vóru komnir í trupulleikar, var, at teir vóru á veg norðureftir, og at teir komu í trupulleikar í brekkuni niðan [...] Sløkkilið liðugt við at toga bilar leysar, sum høvdu rent seg fastar í kavafonnum ella vóru farnir út av vegnum í Kaldbaksbotni. Rýkur illa Vakthavandi á politistøðini í Havn segði í morgun, at sløkkiliðið hevði
leita sær á matstovuna á Hotel Vágum, noyðast at gera sær greitt, at skulu tey festa sær í eftir eina betri máltíð, verður neyðugt at fara út úr matstovuni at gera hetta. Fólk spurt eftir roykibanni Kári [...] er tað vanligt, at tað ikki er loyvt at roykja á matstovum, og hetta sæst eisini aftur her, tí eingir útlendingar roykja á matstovuni, sigur Kári Hentze. Stjórin á Hotel Vágum sigur, at seinastu tíðina [...] um gistingarhúsið fór at seta fullkomið roykiforboð á matstovuni, og nú verður hetta so gjørt. Eg vænti ikki, at hetta verður nakar trupulleiki, tí flestu fólk fara sum er út at roykja. Um til dømis skeið
stevnuna, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskt vinnulív, at vit allatíðina hyggja okkum um eftir nýggjum avbjóðingum, so at vit ikki einans dúva upp á fiskivinnuna, hóast hon ivaleyst altíð fer at verða [...] verða okkara høvuðsvinna. - Vit fara altíð at verða bundin at fiskivinnuni, men tað er umráðandi, at okkurt legst afturat, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Einkult og spennandi Faroexpo er eitt [...] Bjørn Kalsø heldur, at stevnan á henda hátt tykist eitt sindur meiri seriøs enn aðrar líknandi stevnur. - Vit síggja eisini her í høllini, at talan er um nakrar heilt einklar básar, og at tað ikki er gjørt
siteraður fyri at siga, at hann metir tað vera mest nátúrligt at Klaksvíkar HF-skeið verður flutt úr Klaksvík og inn í hansara egna valdømi. Ráðharrin úr Fuglafirði sigur víðari í somu grein, at tað er hansara [...] hansara skylda at rationalisera raksturin av skúlaverkinum, og tá tað einans tekur 10 minuttir hjá Klaksvíkingum at koyra við bussi inn til hansara kommunu, so er tað náttúrligt at flyta skúlan úr Klaksvík [...] HF á Kambsdali. Vit fara at stuðla landsstýrismanninum í at rationalisera skúlaverkið, men viðvíkjandi Klaksvíkar HF-skeiði hevði tað sambært næmingagrundarlagnum verið rættast at flutt HF-skeiðið á Kambsdali
fyri hvørt, sigur Knút Lützen. Men váttar, at hetta sjálvandi er ein háttur at skapa loyalitet uppá, men hann leggur samstundis dent á, at tey ikki ætla at geva serstakan partaeigaraavsláttur. - Fyrst [...] ætlan er ikki, at tey skulu fáa hesa aftur í serprísum á ferðaseðlum, men heldur í einum støðugum vinningsbýti, sigur nevndarformaðurin. Hann sigur víðari, at felagið í longdini meddar eftir at verða skrásett [...] FaroeJet tykist hava greiðar ætlanir um, at ein partur av marknaðarføringini skal vera at skapa ein loyalan kundaskara. Eitt av vápnunum í hesum er ætlaða partabrævahækkanin, har 10 mió kr. afturat skulu
hesum skeiðnum er ætlanin at geva hugskot, íblástur og hjálp til at stuðla, vegleiða og hjálpa hesum raktu kvinnunum at varðveita útsjóndina og kenna seg væl. - - Vit vita, at krabbameinsviðgerð við t.d [...] eisini at tær kenna størri vælveru. Í teimum førum har kvinnan ikki hevur orku til at taka sær av hesum sjálv, hevði tað verið ynskiligt, at røktarstarvsfólkið hevði førleika og vísti áhuga í at hjálpa [...] d. kemoterapi og strálum ávirkar útsjóndina, og er við til at geva eina broytta kroppsuppfatan. - - Hetta kann hava við sær, at kvinnan møguliga kennir seg meira sjúka, enn hon í veruleikanum er, vísir
hevur ikki altíð verið líka lætt at havt við at gjørt, og eitt øgiligt baks hevur tað verið at fáa tunnurnar frá bátinum til húsini. Men hesin trupulleiki sær nú út til at vera loystur, tí Sørvágs kommuna [...] krónur til verkætlanina, um at gera tað liviligari á útoyggj. Hetta eftir at Útoyggjafelagið hevur strongt á, fyri at fáa trupulleikan loystan. Dimmalætting skrivar í dag, at Sørvágs kommuna hevur keypt [...] Somuleiðis skrivar Dimmalætting, at tangin sum er í Mykinesi nú, og sum SEV hevur brúkt, tekur 10.000 litrar. Men hetta verður mett at vera ov lítið, so ætlanir eru um at fáa ein størri tanga bygdan. Tað
formonnunum. Men hann ætlar sær kortini ikki at lúta, og fer kortini at atkvøða fyri. - Nú er málið komið so langt, og hetta er fyrstu ferð í hundrað ár, at vit sleppa at atkvøða um eitt valdømi, sigur Poul Mikkelsen [...] samdust um at útseta spurningin um eitt valdømi til eftir løgtingsvalið. Um Edmund Joensen heldur fast við uppskotið, ætlar Poul Mikkelsen avgjørt at atkvøða fyri tí, hóast tað hósdagin ljóðaði, at samgongan [...] forsprákari fyri einum valdømi. Hann heldur, at tingfólk kunnu ikki blíva við at kjakast og útseta spurningin. - Hetta er eitt somikið tiltrongt mál, at nú skal avgerðin takast. Vit hava tørv á einum
neyvan nøkur loyna, at Ble seinastu tíðina hevur roynt at sleppa úr felagnum. Longu í fjør ljóðaði, at B36 royndi at fáa spælaran í sín hóp, men tann handilin varð tó av ongum. Og at VB/Sumba hevur verið [...] vátta, at Evrard Ble restina av kappingarárinum fer at spæla fótbólt á Argjum. Við hesum hevur VB/Sumba slept ein av sínum týdningarmestu spælarum til liðið, sum saman við suðuroyingunum roynir at vinna [...] verið uttanlands og leitað sær styrk bendir eisini á, at leiðslan í longri tíð hevur verið greið um, at tað skilabesta helst var at loyva einum ónøgdum spælara til annað felag. Heilt á berum standa teir tó
blaðið The Guardian seg hava frætt, at víðgongdir høgrafelagsskapir eru farnir í samgongu við teimum tiltiknu hooligans-fótbóltsáskoðarunum, og at teir ætla at søkja at muslimskum moskum í London. Á alnótini [...] eiga at lurta eftir BNP". The Guardian skrivar, at flokkurin hevur fingið eitt sindur størri undirtøku síðani atsóknirnar, men allir hinir flokkarnir hava fordømt, at flokkurin ger sær dælt av einum tílíkum [...] forsætisráðharri, og løgreglan í London hava lagt dent á, at bumbuatsóknirnar í næstsíðstu viku vóru vendar ímóti øllum tí bretska samfelagnum, og at eingin einstakur samfelagsbólkur kann revsast fyri tað