Samgongulimur gongur ímóti sínum egnu

Poul Mikkelsen ætlar sær ikki at virða avtaluna hjá floksformonnunum um at bíða við einum valdømi.

- Koyrir Edmund Joensen uppskotið ígjøgnum, so atkvøði eg fyri, sigur hann

Poul Mikkelsen úr Fólkaflokkinum leggur líka í avtaluna hjá floksformonnunum í samgonguni, har teir samdust um at útseta spurningin um eitt valdømi til eftir løgtingsvalið.

Um Edmund Joensen heldur fast við uppskotið, ætlar Poul Mikkelsen avgjørt at atkvøða fyri tí, hóast tað hósdagin ljóðaði, at samgongan er samd um at bíða við spurninginum.

Poul Mikkelsen, sum er í Grønlandi saman við Útnorðurráðnum, sigur, at Jørgen Niclassen, formaður í Fólkaflokkinum, ringdi seg upp, og greiddi frá um ætlanirnar hjá formonnunum. Men hann ætlar sær kortini ikki at lúta, og fer kortini at atkvøða fyri.

- Nú er málið komið so langt, og hetta er fyrstu ferð í hundrað ár, at vit sleppa at atkvøða um eitt valdømi, sigur Poul Mikkelsen, sum alla tíðina hevur verið eldhugaður forsprákari fyri einum valdømi. Hann heldur, at tingfólk kunnu ikki blíva við at kjakast og útseta spurningin.

- Hetta er eitt somikið tiltrongt mál, at nú skal avgerðin takast. Vit hava tørv á einum nýggjum slagi av politikki her á landi. Tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu sita og diskutera prísin á ferðaseðlunum við Ternuni. Lat okkum fáa eitt ting, sum førir heildarpolitikk. Lokalpolitikkin skulu vit lata kommunurnar um, sigur Poul Mikkelsen.