Teir gestir, sum mánadagin leita sær á matstovuna á Hotel Vágum, noyðast at gera sær greitt, at skulu tey festa sær í eftir eina betri máltíð, verður neyðugt at fara út úr matstovuni at gera hetta.
Fólk spurt eftir roykibanni
Kári Hentze, stjóri á Hotel Vágum, sigur, at seinnu árini eru fólk blivin alsamt meiri tilvitað um roykibann á almennum støðum, og alsamt færri hava roykt á matstovuni.
Fólk hugsa meiri og meiri um roykingina, og tað eru øgiliga fá, sum í dag roykja á matstovuni. Í útlandinum er tað vanligt, at tað ikki er loyvt at roykja á matstovum, og hetta sæst eisini aftur her, tí eingir útlendingar roykja á matstovuni, sigur Kári Hentze.
Stjórin á Hotel Vágum sigur, at seinastu tíðina hava fleiri fólk spurt eftir, um gistingarhúsið fór at seta fullkomið roykiforboð á matstovuni, og nú verður hetta so gjørt.
Eg vænti ikki, at hetta verður nakar trupulleiki, tí flestu fólk fara sum er út at roykja. Um til dømis skeið er á gistingarhúsinum, so fara skeiðluttakararnir út at roykja í steðgunum. Eingin setur seg á matstovuna at roykja, greiðir Kári Hentze frá.