Íblástur til andlitsrøkt av krabbasjúkum kvinnum

Krabbamein: Mánadagin 23. januar Krabbameinsfelagið øllum røktarstarvsfólkum, sum eru um kvinnur, sum eru raktar av krabbameini, á skeið í húð- og andlitsrøkt, og hvussu ein leggur make-up.

Á hesum skeiðnum er ætlanin at geva hugskot, íblástur og hjálp til at stuðla, vegleiða og hjálpa hesum raktu kvinnunum at varðveita útsjóndina og kenna seg væl.
- - Vit vita, at krabbameinsviðgerð við t.d. kemoterapi og strálum ávirkar útsjóndina, og er við til at geva eina broytta kroppsuppfatan.
- - Hetta kann hava við sær, at kvinnan møguliga kennir seg meira sjúka, enn hon í veruleikanum er, vísir felagið á.
Kanningar runt um í heiminum vísa eisini, at fleiri kvinnur, sum eru raktar av krabbameini, og sum fáa eftirviðgerð við kemoterapi og strálum, styrkja sjálvsálitið um tær fáa upplæring og undirvísing í at røkta teirra útsjónd við góðari húðrøkt og make-up.
- - Hetta ger eisini at tær kenna størri vælveru. Í teimum førum har kvinnan ikki hevur orku til at taka sær av hesum sjálv, hevði tað verið ynskiligt, at røktarstarvsfólkið hevði førleika og vísti áhuga í at hjálpa og ráðgeva við hesum, vísir felagið á.
Undirvísari á skeiðnum verður Elsa í Garði, kosmetologur. Nevnast kann, at eitt líknandi skeið sum hetta verður hildið í februar mánaði fyri kvinnur við krabbameini.