Mykines fær tangabil

Sørvags kommuna hevur keypt ein anhangara við tanga og pumpu, sum ein traktorur skal draga. Soleiðis fáa fólk í Mykinesi, um stutta tíð oljuna koyrda til dyrnar Síðani Stathav fórst hava fólk á útoyggj, fingið oljuna til húsið í tunnum. Hetta hevur ikki altíð verið líka lætt at havt við at gjørt, og eitt øgiligt baks hevur tað verið at fáa tunnurnar frá bátinum til húsini.

Men hesin trupulleiki sær nú út til at vera loystur, tí Sørvágs kommuna hevur fingið játtaðar 200.000 krónur til verkætlanina, um at gera tað liviligari á útoyggj. Hetta eftir at Útoyggjafelagið hevur strongt á, fyri at fáa trupulleikan loystan.

Dimmalætting skrivar í dag, at Sørvágs kommuna hevur keypt ein anhangara, sum kann lyfta 1700 kilo. Á anhangaranum er ein 25 metra long slanga og ein tangi, sum tekur 1000 litrar. Um stutta tíð verður anhangarin fluttur til Mykinesar.

Somuleiðis skrivar Dimmalætting, at tangin sum er í Mykinesi nú, og sum SEV hevur brúkt, tekur 10.000 litrar. Men hetta verður mett at vera ov lítið, so ætlanir eru um at fáa ein størri tanga bygdan.

Tað verður Fiskiveiðieftirlitið, sum fer at taka sær av at flyta oljuna við skipi til Mykinesar