Rokaligt á Kaldbaksvegnum

Tað var rættuligur ruðulleiki á Kaldbaksvegnum í morgun, tá ið fleiri bilar rendu seg fastar í kavanum ella fóru út av vegnum.

Klokkan umleið níggju í morgun var Tórshavnar Sløkkilið liðugt við at toga bilar leysar, sum høvdu rent seg fastar í kavafonnum ella vóru farnir út av vegnum í Kaldbaksbotni.
 
Rýkur illa
Vakthavandi á politistøðini í Havn segði í morgun, at sløkkiliðið hevði brúkt umleið ein hálvan tíma at toga seks bilar leysar, sum annaðhvørt stóðu fastir í kavafonnum ella vóru farnir av vegnum.
Umframt teir seks bilarnar, sum sløkkiliðið noyddist at veita eina hjálpandi hond, vóru fleiri aðrir, sum stóðu fastir, men hesir megnaðu tó sjálvir at koma leysir aftur.
Felags fyri allar bilarnar, ið vóru komnir í trupulleikar, var, at teir vóru á veg norðureftir, og at teir komu í trupulleikar í brekkuni niðan móti tunnilsmunnanum í Kaldbaksbotni.
Nógvu trupulleikarnir av ferðsluni høvdu eisini við sær, at landsvegurin var stongdur í nærum ein hálvan tíma, og tað hevur óivað eisini merkt, at fleiri bygdafólk gjørdust ov sein til arbeiðis í Havnini í morgun.
Løgreglan var á staðnum frá umleið klokkan átta í morgun, og vakthavandi segði, at umframt stórar kavafannir, var tað ein stórur trupulleiki, at tað reyk so illa. Til tíðir reyk so illa, at bilar noyddust at standa stillir, tí sýnið var so vánaligt.