Fótbóltur
Seint í gjárkvøldið kundi leiðslan í VB/Sumba vátta, at Evrard Ble restina av kappingarárinum fer at spæla fótbólt á Argjum.
Við hesum hevur VB/Sumba slept ein av sínum týdningarmestu spælarum til liðið, sum saman við suðuroyingunum roynir at vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna, og tað í sjálvum sær er merkisvert.
Hinvegin er tað neyvan nøkur loyna, at Ble seinastu tíðina hevur roynt at sleppa úr felagnum. Longu í fjør ljóðaði, at B36 royndi at fáa spælaran í sín hóp, men tann handilin varð tó av ongum.
Og at VB/Sumba hevur verið uttanlands og leitað sær styrk bendir eisini á, at leiðslan í longri tíð hevur verið greið um, at tað skilabesta helst var at loyva einum ónøgdum spælara til annað felag.
Heilt á berum standa teir tó ikki á Eiðinum. Felagið hevur í vár verið í sambandi við serbiska Marko Moravcic, og í gjárkvøldið kom so fráboðan um, at hesin verður partur av hópinum tað, sum eftir er av kappingarárinum.
Tað verður Henning Joensen eisini. Evnaríki vágbingurin hevur seinasta árið roynt seg í B36 og í B68, men nú verður tað so aftur í VB/Sumba, at hann skal spæla.










