BæðiTony Blair, forsætisráðharri, og løgreglan í London hava lagt dent á, at bumbuatsóknirnar í næstsíðstu viku vóru vendar ímóti øllum tí bretska samfelagnum, og at eingin einstakur samfelagsbólkur kann revsast fyri tað.
Kortini sigur blaðið The Guardian seg hava frætt, at víðgongdir høgrafelagsskapir eru farnir í samgongu við teimum tiltiknu hooligans-fótbóltsáskoðarunum, og at teir ætla at søkja at muslimskum moskum í London.
Á alnótini verða fótbólts-hooligans hjá feløgunum Arsenal, West Ham, Millwall og Chrystal Palace og nýnazistar bidnir um at standa saman í bardaganum ímóti muslimunum, skrivar The Guardian.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at víðgongdir høgrafelagsskapir og hooligans í Bretlandi standa saman. Eitt nú hendi tað fleiri ferðir í áttatiárunum, og tiltøkini vórðu altíð vend ímóti fólki av fremmandum uppruna.
Bretski tjóðskaparflokkurin British National Party brúklar nú bumbuatsóknirnar fyri at tekkjast veljarunum. Á einari plakat hjá flokkinum er ein mynd av bussinum, sum bleiv sprongdur í luftina næstseinasta hósdag, og niðan fyri myndina stendur "Nú er tíðin komin, til at fólk eiga at lurta eftir BNP". The Guardian skrivar, at flokkurin hevur fingið eitt sindur størri undirtøku síðani atsóknirnar, men allir hinir flokkarnir hava fordømt, at flokkurin ger sær dælt av einum tílíkum sorgartilburði.