bestu miðverjarnar, og framrættað hava teir Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz og Hans Paula Samuelsen, sum megna nógv saman við liðfeløgunum og eisini einsamallir. Teir eru profilar, og teir vita, hvat tað [...] á bein, og í Gøtu taptu vit 5-1 – tveir útidystir og samantaldur málmunur upp á 1-8 var ikki gott, men seinastu ferðirnar hevur tað verið gott – eisini í verjuni. 3-0 á heimavølli ímóti KÍ og 3-0 á útivølli [...] snýr seg um, sigur NSÍ venjarin. Og hvør er styrkin hjá NSÍ, spyrja vit B36 venjaran, og hann svarar soleiðis: -Í Klæminti A. Olsen eiga teir vandamiklasta álopsspælaran, og Árni Frederiksberg er ein tann
arbeiðis dag og nátt – meðan poppur og lættisoppamentan doyva tey niður til næsta arbeiðsdag. Og tí skulu vit arbeiða fram ímóti, at 8 tímar gevur somikið, at tað bæði er nóg mikið at forsyrgja og forsøta sær [...] einum lønarlagi, skatta- og kostnaðarstøði, har til ber at lívbjarga sær við at arbeiða vanliga viku, 8 tímar um dagin, hjá kvinnum og monnum. Fólkateljingin vísti, at 1200 kvinnur og 400 menn ófrívilliga [...] niðursetta tíð, og hesi vilja gjarna upp í tíð. Hetta skulu vit virka fyri. Og tey, sum hava hug ella ráð at fara niður í tíð, til dømis meðan børnini eru smá ella makin er uttanlands og arbeiðir, skulu
, laksaaling, fiskivinna og nútímans føroysk matmentan á skránni i Climate Planet, og um kvøldið verður konsert við Eivør Pálsdóttir klokkan 22, umframt at føroyskir filmar og aðrar videoupplivingar eisini [...] Vetrarmorgun, Skuld og Tunnan. DR-vertirnir Jesper Theilgaard og Jacob Illeborg, sum er hálvur føroyingur, stýra einum parti av tiltakinum í Climate Planet við videoupplivingum og samrøðum við gestir í [...] Bang og inn í framtíðina. Jesper Theilgaard, veðurvertur og veðurlagsserfrøðingur hjá Danmarks Radio, hevur gjørt filmin í samstarvi við NASA. Climate Planet hevur serligar tekniskar møguleikar, og tí liggur
rranum, hevur landsstýrið sitið alt hetta árið og viðgjørt fíggjarpolitikkin og fíggjarlógina út í æsir. Og eina góða viku, áðrenn tingið skal heim og 7 vikur eftir seinastu framløgufreist, kemur so nú [...] Meðan pengar renna út til yvirnýtslu og ófyrireikað prestisjuprosjekt, og almenn ogn verður givin burtur í stórum, verður bert nálgað burturav hjá teimum veikastu og hjá teimum, ið kunnu broyta framtíðina [...] einkjur og einkjubørn, vóru einastu bólkar, ið veruliga skuldu gjalda. Afturímóti feldu tit øll uppskot frá andstøðuni, har vit, sum hava ráð at gjalda meira, skuldu gera tað, og har serrættindi og kreppuloysnir
harta Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, er soljóðandi: »Vit finnast harðliga at vantandi umrøðuni og lemjandi tøgnini, ið valdar í flokkunum, samgonguni og løgtinginum. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin [...] dum og rættvísi fyri fólkið í Føroyum og úti í heimi. ##med3## Á heimasíðu Tjóðveldis stendur soleiðis: ”Grundvirðið hjá Tjóðveldi er, at øll eiga sama rætt og sama frælsi at velja, virka og mennast [...] sjúku, búgva ymsastaðni í landinum, hava ymsan húðarlit, uppruna, trúgv og áskoðan, og sama hvussu vit eru fødd í hendan heim og hava valt at liva okkara lív.” Í uttanríkispolitikki Javnaðarfloksins
Tó og tí er hetta bara ein sáttlig og blíðmeint annan dags takkarheilsa, vinarliga lýst í tveimum stuttum brotum og kransað við minnum úr lívsins morgunlandi - hesi fáu árini - táið lívið var nýtt og óbrúkt [...] mong ár, og tey fingu tvey børn. Løturnar líða, lívið er eittans, og ikki svitast hetta, hvussu tungt tað kennist, táið ein av teim kæru fer; men hevur tú hinvegin - eitt mið og mál í lívinum - og eftir førimuni [...] sjúkrahúsið. Har ið eygnalæknin, Niels Pauli Holm, av tilvild - og lukkutíð fyri meg - var hjástaddur, og sum legði eyguni blind í einar 20 dagar, og skuldi eg liggja so pinnastillur. Síðani fylti Holm væl av
hurðina og fari út, og tá eg standi og hyggi eftir bilinum síggi eg, hvat tað er sum er hent. Hjelmurin hevur fingið ein snudd, og eitt hol er í forrútinum. Inni í bilinum er fult av glassplintrum og eitt [...] til Havnar at bunkra eitt skip. Veðrið var gott og lagið var gott, og eg koyrdi niðan eftir vegnum sum eg plagdi. Útvarpið var frá og mær dámdi tónleikin og skrúvaði ljóðið harðari frá, greiðir Kári Brattaberg [...] Klokkan 10 leygarmorgunin ringdi telefonin hjá Kára Brattaberg. Hann vágbingur, býr í Havn men var hjá unnustuni í Vestmanna henda góðveðursmorgun. Kári arbeiðir hjá Statoil og hevði vikuskiftisvakt, og varð
Froðba millum Oddmar, Vilborg og Óla-Vang og sjálvandi hjá foreldrunum Undir Heygnum. Ikki gloyma vit heldur tykkara umsorgan og blíðskap fyri okkara børnum tá tey vóru heima, og ikki minst tykkara gleði tá [...] draga andan frítt og lættliga. Ferðin suður við Smyrli hettar fagra vetrarkvøld var sera hugtakandi. Trongisvágsfjørður lá spegilsblankur, og stjørnurnar og mánin vóru á loftinum og ljósini í býnum speglaðust [...] tykkara liðug, og ikki vart tú sørt errin av tykkara nýggja og hugnaliga heimið. Mongu hugnaligu løturnar uppi hjá tykkum við stórbæra útsýninum yvir býin sum var tær so kærur, fjørðin og mikla Oyrnafjall
málunum, tá Royn vann 3-2, og sostatt eisini halda fast um, at tað ikki skal eydnast TB og AB at renna undan hinum. Seinasti dysturin í dag var í Klaksvík, har Sumba vann 1-0 við einum máli, sum Dánjal [...] við seg undan endaspurtinum, og teir løgdu bragdliga fyri eftir steðgin. Tað tók heldur ikki Eli Hentze meira enn fimm minuttir, áðrenn hann hevði lagt sítt lið á odda, og tann støðan helt sær til dystarlok [...] til høldar. Hesaferð vitjaðu teir í Gundadali, og longu fyri steðgin høvdu leirvíkingarnir avgjørt tað mesta. B36 kom tó væl betri við eftir steðgin, og tað eydnaðist teimum eisini at minka munin nður
verður mánadagin 8. oktober og í Runavíkar kommunu dagin eftir tann 9. oktober. Um bæði bygdaráðini fáa stuðul fyri síni ætlan, so verður sáttmáli undirskrivaður mikudagin 10. oktober. Samanleggingin verður [...] eftirá í einum samstarvi við eina størri kommunu, og at bygdin ikki fór at fáa nakrar fyrimunir av samanleggingini. Hesum vístu bæði Rodmundur Nielsen og Kári Johannesen aftur. Teir vilja vera við, at báðar [...] kunnu samskipa sínar íløgur á skilabetri, og á henda hátt kunnu tær spara fleiri milliónir. ? Alt fleiri uppgávur verða lagdar út til kommunurnar at umsita, og tí er tað betri at vera saman í størri eindum