Tað skal loysa seg at arbeiða 8 tímar

Parolan hjá samgonguni er, at nú loysir tað seg at arbeiða, og tí tíma fólk at arbeiða meira.

Steðga líka á her. At arbeiða meira!

Bill Justinusen útdjúpaði tað undir viðgerðini av fíggjarlógini, at hansara Miðflokkur setir hjartað fremst, og at tað nú er fantastiskt, at tað loysir seg hjá eini flakakonu at arbeiða 12 tímar um dagin, 7 dagar um vikuna – ja, sjálvt fríggjakvøld og sunnumorgun tíma fólk at fara til arbeiðis – tí nú loysir tað seg at arbeiða.



Tað skal loysa seg at arbeiða 8 tímar
8-8-8 var málið hjá arbeiðararørsluni gjøgnum fyrru øld. Hetta merkir 8 tímar arbeiði, 8 tímar frítíð og 8 tímar hvíld. Í Danmark var hetta málið longu rokkið í 20'unum, meðan hesin rættur varð vunnin her á landi í 70’unum.

 

Hildið varð, at 8 tímar arbeiði skuldi vera nóg mikið at breyðføða fólki fyri, og at tað eigur ikki at vera neyðugt at arbeiða yvir fyri at fáa lønina at røkka til eitt vanligt familjulív.

Tað skal loysa seg at arbeiða 8 tímar
Arbeiðsgevarar og tey borgarligu hava ofta roynt at broyta hendan normin, tí tá kann arbeiðsmegin spælast út ímóti hvørjum øðrum – arbeiðir tú ikki yvir, er starvið kanska í vanda.
Tú kanst kanska arbeiða 10-12 tímar í eitt tíðarskeið, men tað skal ikki vera normurin – tí so verða fólk niðurslitin áðrenn tíð. Kanska ikki kropsliga sum fyrr, men mentalt invalideraði.

 

Vit síggja tað longu nú: Tær risastóru avbjóðingarnar við fólkasjúkum sum strongd, tynglyndi, angist og demens – sum allar eru sosialpsykologiskar fólkasjúkur, ið vit noyðast at taka í álvara.  

Tað skal loysa seg at arbeiða 8 tímar
Heilt grundleggjandi skulu vit miðja eftir, at øll sum ynskja tað, fáa tilboð um 8 eftirlønargevandi tímar um dagin. Tí skulu vit eisini miðja eftir einum lønarlagi, skatta- og kostnaðarstøði, har til ber at lívbjarga sær við at arbeiða vanliga viku, 8 tímar um dagin, hjá kvinnum og monnum.

Fólkateljingin vísti, at 1200 kvinnur og 400 menn ófrívilliga arbeiða niðursetta tíð, og hesi vilja gjarna upp í tíð. Hetta skulu vit virka fyri. Og tey, sum hava hug ella ráð at fara niður í tíð, til dømis meðan børnini eru smá ella makin er uttanlands og arbeiðir, skulu sjálvandi eisini hava hendan møguleikan.

Men týdningarmest er, at fólk hava tíð og ráð at liva, og at tey ikki verða noydd at arbeiða yvir, fyri at fáa nokk burturúr. Tí fólk skulu eisini hava tíð til eitt familjulív, at fáast við frítíðarvirksemi, vera um næstringar og vinfólk, lesa eina góða bók, vera sosial og luttaka í felagsskapum og í fólkaræðinum.

So hóast arbeiðsmarknaðurin skal vera so fleksibul sum til ber, skulu vit politikarar ikki eggja til og premiera fólk fyri at slíta seg upp. Tað verður eitt dýrt fornøjilsi í longdini, har tey, sum rinda prísin eru familjan, børnini, heilsuverkið og umhvørvið, sum í løtuni hoknar undir okinum frá forbrúkarasamfelagnum, har pengarnir fólkið stýra.


Tað skal loysa seg at arbeiða 8 tímar
Javnaðarflokkurin varð stovnaður fyri at verja arbeiðsmegina móti fríu og ótálmaðu marknaðarkreftunum, sum verða stýrdar av ótta og grammleika. Har fyrilit ikki verða tikin til menniskjuni, sum eru degraderað til arbeiðsmeyrur og forbrúkarar – ikki til medmenniskju og medborgarar.


Við ójavnaskapandi politikkinum hjá samgonguni, har tann, sum forvinnur 48.000 kr. fær 5.000 kr. meira at forsøta sær tilveruna við, meðan inntøkur heilt upp í 28.000 nóg illa kunnu forsyrgja sær sjálvum, verða vanlig fólk somikið fíggjarliga niðurbundnum, at tey í veruleikanum eru fíggjarliga trælkað. Men helst var tað eisini meiningin, tí ein skuldarreyv ger ikki uppreistur, ein svangur ger ikki vart við sína ónøgd – hesi kunnu sendast til arbeiðis dag og nátt – meðan poppur og lættisoppamentan doyva tey niður til næsta arbeiðsdag.  

 

Og tí skulu vit arbeiða fram ímóti, at 8 tímar gevur somikið, at tað bæði er nóg mikið at forsyrgja og forsøta sær tilveruna við.