Politisk ungmannafeløg harta móður­flokkar

– Vit, ungmannafeløgini Sos­ialist­isk Ung (SU) og Unga Tjóð­veld­ið (UT), taka greiða frástøðu frá móður­flokk­u­num, ið báðir sita í sam­gongu, í sambandi við hetta álvarsmál.

##med2##

Soleiðis siga ungmannafeløgini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi í drúgvari grein í Sosialinum í dag um stríðið í Gaza. Talan er um drúgva grein, sum tey hava skrivað saman við Frælsisfylking Annarkistanna og Samhugi við Palestina.

 

Brot í greinini, har tey harta Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, er soljóðandi:

 

»Vit finn­ast harðliga at vant­andi umrøðuni og lemj­andi tøgnini, ið valdar í flokk­un­um, samgonguni og løg­ting­i­num.

 

Tjóðveldi og Javn­að­ar­flokk­urin eru tveir flokkar, ið eru bygdir á frælsi, javn­rætt­indi og stríðið móti ó­rætt­vísi. Hetta er ein ret­or­ikk­ur, ið ofta verður førd­ur fram av flokkanna leiðsl­um, ser­liga uppundir val. Vit stríð­ast vanliga saman við móð­ur­flokk­u­num á eini kós mót­vegis størri javnrættindum og rættvísi fyri fólkið í Før­oy­u­m og úti í heimi.

 

##med3##

Á heimasíðu Tjóðveldis stend­ur soleiðis: ”Grundvirðið hjá Tjóð­veldi er, at øll eiga sama rætt og sama frælsi at velja, virka og mennast (...) sama um vit eru kvinnur ella menn, ung ella eldri, rík ella fá­tøk, bera brek ella sjúku, búgva ymsastaðni í land­i­num, hava ymsan húð­ar­lit, uppruna, trúgv og á­skoð­an, og sama hvussu vit eru fødd í hendan heim og hava valt at liva okkara lív.”

 

Í uttanríkispolitikki Javn­­að­­a­r­floksins er soleiðis skriv­að:

 

»Javnaðarflokkurin for­døm­ir alla krígsførslu.« Hesi grund­virði, sum okkara flokk­ar alment standa fyri og fara á val uppá, áttu at verið ein for­treyt fyri, at flokkarnir for­døma fólka­morð­ið og stuðla sivilum palestinum, sum nú vera dripnir og riknir úr heimi í hópatali. Vit krevja, at lands­ins leiðsla ger meira enn at bara vísa eitt sløð av sam­kenslu í miðlunum ella á tings­ins røðarapalli.

 

Óteljandi politiskir felagsskapir, politiskir flokkar og hjálparfelagsskapir kring heim­in hava rópt varskó og fordømt ísraelsku krígs­brots­verkini; her heima stendur sam­gongan lamin.

 

Írska senatið hevur ein­mælt sett politisk revsitiltøk í verk, altjóða dómstólurin hev­ur valt at fara inn í málið og hev­ur víst á, at vandi er fyri, at fólk­a­morð fer fram í løt­uni. Tað er eitt legitimt prógv uppá ekstrema ó­pro­por­t­i­ona­l­it­etin. Til aðalfund hjá ST 12. des­embur í fjør at­kvøddu 153 lond fyri vápn­a­hvíld. Men hóast um­røðan og neyðarrópini eru mong úti í heimi, er eingin slag­máttur ella moralur at síggja frá sam­gong­uni.

 

##med4##

 

Og hó­ast Tjóðveldi og Javn­­að­­ar­­flokk­ur­in eru eina­stu flokkarnir við um­boð­um, ið hava miðlað sym­p­a­t­isk­ar vi­ð­mer­kingar í sam­band við pal­e­stinsku líð­ing­ina - tær fáu ferðirnar, støð­an yv­ir­høvur hevur ver­ið um­rødd á tingi - so eru he­sar full­kom­i­liga mun­a­leys­ar og uttan ávirkan. Hin­vegin má sigast, at tað er ikki serliga torført at vera tann mest sympatiski í eini pol­it­isk­ari skipan, har løgtings­pol­i­tikk­ar­ar bæði eggja til fram­haldandi álop frá ísraelskari síðu, og harafturat nýta for­tíð­ina hjá jødunum til at rætt­vís­gera fólkamorðið í dag.

 

##med5##

Vit krevja, at okkara sam­gonga tekur frástøðu og for­dømir fólkamorðið í Gasa. Vit krevja stundisliga fordøming og nágreinilig tiltøk, ið prógva, at flokk­arnir taka greiða støðu til mál­ið – og frástøðu frá framferðarháttinum hjá ís­ra­elska stýrinum. Tað er tað minsta, ein kann krevja, um flokk­arnir skulu vera sínum kjarn­u­virðum trúgvir.«

 

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##