Klokkan 10 leygarmorgunin ringdi telefonin hjá Kára Brattaberg. Hann vágbingur, býr í Havn men var hjá unnustuni í Vestmanna henda góðveðursmorgun. Kári arbeiðir hjá Statoil og hevði vikuskiftisvakt, og varð biðin um at koma til Havnar at bunkra eitt skip.
Veðrið var gott og lagið var gott, og eg koyrdi niðan eftir vegnum sum eg plagdi. Útvarpið var frá og mær dámdi tónleikin og skrúvaði ljóðið harðari frá, greiðir Kári Brattaberg frá.
Í tí eg skrúvi harðari frá, hoyri eg ein ófatuligan brest og eg føli okkurt hvast í andlitinum. Eg blundi fyri ikki at fáa nakað í eyguni og steðgi bilinum samstundis. Tá bilurin er steðgaður og eg hyggi rundan um meg, er bilurin fullur av glassplintrum, fortelur Kári, sum tá onga hóming hevði av, hvat tað var sum var hent.
Eg opni hurðina og fari út, og tá eg standi og hyggi eftir bilinum síggi eg, hvat tað er sum er hent. Hjelmurin hevur fingið ein snudd, og eitt hol er í forrútinum. Inni í bilinum er fult av glassplintrum og eitt sindur av smásteinum. Bakrúturin er sprongdur út allur sum hann er og einar 15 metrar aftan fyri liggur ein stórur steinur, greiðir Kári Brattaberg frá.
Tá eg steðgaði hevði eg ikki hóming av, hvat tað kundi vera, men uttanfyri bilin sá eg, at tað veruliga var ein steinur, sum var farin fúkandi 5 sentimetrar framvið høvdinum hjá mær.
Eg havi verið heppin, heilt øgiliga heppin, smílist Kári Brattaberg, tí hevði steinurin komi gjøgnum rútin fimm sentimetrar longur til høgru, hevði Kári fingið hann mitt í andlitið, og so hevði ikki lirra eftir í manninum!
Ikki fyrstu ferð
Kári hevði koyrt einar tveir kilometrar niðan úr Vestmanna, tá steinurin datt niður úr erva og fór sendandi gjøgnum rútin.
Eg kann bara prísa meg lukkuligan fyri at onki meiri hendi og eg eri vísur í, at her hevur onkur hildið hondina yvir mær, sigur Kári Brattaberg.
Hetta er tó ikki fyrsta ferðin, at grót dettur niður á hesum strekkinum. Tað er hent fyrr, men sum Kári sjálvur sigur, so hevur tað ongantíð verið so álvarsamt og ógvusligt sum hesaferð.
Koyrdi sjálvur bilin heim
Hvøkkurin var øgiligur, men Kári royndi at fáa tamarhald á støðuni.
Eg royndi at sissa meg sjálvan og ikki fara í sjokk. Eg fekk onkrar minni snuddir í andlitið, men annars hendi onki við mær. So eg ringi til løgregluna og boði frá óhappinum.
Fleiri bilar steðgaðu, spurdu hvat var hent og um mær tørvaði hjálp. Tey bjóðaðu sær eisini til at koyra bilin oman aftur í Vestmanna, men hetta vildi eg sjálvur gera.
Tey eru mong, sum ikki tora at koyra bil eftir at hava verið fyri einum óhappi, men eg vil ikki vera ein av teimum, og tí koyrdi eg sjálvur bilin oman í bygdina beinanvegin, sigur Kári Brattaberg.
Hvøkkurin kom um kvøldið
Kári trillaði síðani bilin oman í eina garasju í Vestmanna, og fór so til arbeiðis aftur.
Eg var í sving allan dagin, so tað var ikki fyrr enn eg var liðugur um kvøldið, at skelkurin veruliga kom. Tá fekk eg tíð at hugsa tingini í gjøgnum og sá, hvussu ræðuligt tað kundi enda og hvussu heppin eg havi verið, sigur Kári Brattaberg.
Tá vit prátaðu við Kára Brattaberg í morgun, var hann til arbeiðis hjá Statoil.
Fólk práta nógv um tað, og skelkurin situr framvegis í kroppinum hjá mær, sigur Kári Brattaberg.
Spurdur um, hvussu tað síðani hevur verið at koyrt framvið, har óhappið hendi, er Kári skjótur at svara.
Eg havi hug at taka ein hjálm við hvørja ferð, sigur hann skemtandi, men verður so aftur álvarsamur og endurtekur tað, hann áður hevur sagt.
Eg var ræðuliga heppin leygarmorgunin.