Samanlegging er leiðin framá

Mánadagin verður fólkaatkvøða á Skála um samanlegging við Runavíkar kommunu. Borgarstjórin, Kári Johannesen, mælir borgarum sínum at greiða atkvøðu fyri samanlegging, tí tað er einasta leiðin framá. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík, er eisini heitur forsprákari fyri eini sameindari kommunu

 

Borgarstjórin á Skála heldur, at einki annað munagott alternativ er til eina samanlegging, sum er besta loysnin. Framtíðin liggur í stórum eindum og eini sameindari kommunu á Skálafjørðinum.

? Einasta gongda leiðin hjá Skála er at leggja saman við Runavíkar kommunu, sigur Kári Johannesen, sum leggur afturat, at tað hevur gingið stak illa hjá Skála kommunu seinastu árini, og henda gongdin kann vendast, um lagt verður saman. Hansara vón er, at íløgukarmurin soleiðis kann økjast.

Mánakvøldið var borgarafundur í ítróttarhøllini á Skála, har bygdaráðið kunnaði borgarar á Skála um samanleggingina, sum verður veruleiki, um bygdarfólkið tekur undur við henni.

Bygdaráðið hevur sett ta treyt, at minst 2/3 av teimum, sum greiða atkvøðu, skulu vera fyri. Um meirilutin er minni enn 2/3, verður samanleggingin av ongum. Bygdarfólkið hevur ta fatan, at tað verður ein meiriluti fyri samanleggingini, men spurningurin er, um hesin meirilutin verður nóg stórur.

Fólkaatkvøðan á Skála verður mánadagin 8. oktober og í Runavíkar kommunu dagin eftir tann 9. oktober. Um bæði bygdaráðini fáa stuðul fyri síni ætlan, so verður sáttmáli undirskrivaður mikudagin 10. oktober.

Samanleggingin verður framd í verki beint eftir næsta kommunuval 1. januar 2005, og hesin sáttmálin kann ikki sigast upp.


Betri tænastu

Á borgarafundinum varð roynt at sannføra borgararnar um, at samanlegging er besta loysnin. Sáttmálin, ið bygdaráðini saman við Christiani Andreasen hava gjørt, varð lagdur fram, og hann legði upp til eitt størri samstarv millum bygdirnar.

?Vit meta okkum standa sterkari í kappingini við Havnina, um vit eru saman við eini aðrari kommunu. Vit standa eisini sterkari í kappingini um arbeiðspláss, tá vit eru saman við Runavíkar kommunu, segði Kári Johannesen á borgarafundinum. Hann væntaði eisini, at bygdin fór at fáa fleiri arbeiðspláss eftir samanleggingina.

Lagt varð upp til, at borgarin fór at fáa eina betri tænastu í eini sameindari kommunu. Dentur varð eisini lagdur á, at fleiri samanleggingar óivað standa fyri framman, og tí er tað umráðandi hjá Skála at vera við frá byrjan, so bygdin kann hava ávirkan á framtíðar samanleggingar á Skálafjørðinum.

Ein bygdaráðslimur í Runavík vildi vera við, at henda samanleggingin fór at fáa eina domino-ávirkan. Tá henda samanleggingin varð framd, fóru hinar kommunurnar at koma aftaná, so at Skálafjørðurin fór at vera ein stórkommuna.


Skála liggur eftirá

Nakrir av áhoyrarunum vóru ikki so heitir fyri samanleggingini sum tey í pallborðinum.

Onkur vildi vera við, at Skála fór at liggja eftirá í einum samstarvi við eina størri kommunu, og at bygdin ikki fór at fáa nakrar fyrimunir av samanleggingini. Hesum vístu bæði Rodmundur Nielsen og Kári Johannesen aftur. Teir vilja vera við, at báðar kommunurnar í framtíðini kunnu samskipa sínar íløgur á skilabetri, og á henda hátt kunnu tær spara fleiri milliónir.

? Alt fleiri uppgávur verða lagdar út til kommunurnar at umsita, og tí er tað betri at vera saman í størri eindum. Soleiðis betra vit umsitingarligu tænastuna í kommununum, segði Kári Johannesen.

Bygdaráðslimirnir á Skála hava samtykt at leggja uppskotið fyri á fólkaatkvøðu, men sum skilst eru allir ikki persónliga fyri eini samanlegging.

Í nýggja býráðnum verða ellivu fólkavald umboð, og har kunnu skálabúgvar vænta at fáa trý umboð, um tey standa saman um síni valevni. Samstundis sum býráðslimir verða valdir, skal fólkið eisini velja eina Skálanevnd. Umboð í hesi nevnd kunnu ikki sita í býráðnum samstundis. Henda nevndin skal arbeiða saman við býráðnum um viðurskifti á Skála. Býráðið skal hava høvuðssæti á Saltangará, men ein skrivstova skal eisini vera á Skála. Eingin í umsitingini verður uppsagdur eftir samanleggingina.

Á Skála búgva í dag 665 fólk, og í Runavíkar kommunu búgva 2506 fólk. Hesi verða savnað í eina kommunu, um fólkið sigur ja á atkvøðugreiðslunum.

Framtíðin liggur í einum sameindum Skálafjørði, og tað er endaliga málið hjá teimum, sum standa fyri hesi ætlanini.