Høgni Hoydal
Ein svartur tráður bindur politikkin hjá landsstýrinum saman: Meðan pengar renna út til yvirnýtslu og ófyrireikað prestisjuprosjekt, og almenn ogn verður givin burtur í stórum, verður bert nálgað burturav hjá teimum veikastu og hjá teimum, ið kunnu broyta framtíðina. Nú skulu tey lesandi, tímalønt, og fólk við breki aftur gjalda fyri ábyrgdarloysið
Í skjótt átta mánaðir hevur tjóðin bíðað eftir bara onkrum politiskum útspæli frá landsstýrinum. Sambært løgmanni og fíggjarmálaráðharranum, hevur landsstýrið sitið alt hetta árið og viðgjørt fíggjarpolitikkin og fíggjarlógina út í æsir. Og eina góða viku, áðrenn tingið skal heim og 7 vikur eftir seinastu framløgufreist, kemur so nú ein eykajáttanarlóg fyri tingið.
Bara frá teimum veikastu – og ongir reformar
Úrslitið fær meg at spyrja: Hvat ríður tykkum í ABC-samgonguni? Eru øll eyguni sosialt blind og hyggja tit ikki fram í tíðina?
Tær sparingarnar, tit hava samst um, eru smávegis upphæddir, sum onki hava siga í landskassaundirskotinum, men sum raka sera hart hjá teimum bólkum, ið skul bera tær. Tit skjóta upp at spara hjá teimum lesandi. Hjá tímaløntum, ið skulu gjalda fyri læknaváttanir. Hjá familjum, ið hava børn við breki. Tit flyta íløgur úr Skúvoy í Sandoynna, sum bæði eru øki, ið eru fyri stórum vanbýti. So tann veikari skal gjalda fyri tann veika.
Har er ongin umfordeiling frá sterkari herðum til tørvandi øki, og ongin reformur av nøkrum órættvísum og óhaldgóðum skipanum..
Fortíðarpolitikkur
Júst sum tá tit løgdu fíggjarlógina fyri 2009, har teir pensjónistar, ið bert hava fólkapensjón, tilhaldini, einkjur og einkjubørn, vóru einastu bólkar, ið veruliga skuldu gjalda.
Afturímóti feldu tit øll uppskot frá andstøðuni, har vit, sum hava ráð at gjalda meira, skuldu gera tað, og har serrættindi og kreppuloysnir skulu umleggjast og íløgur í útbúgving, mentan, gransking og umhvørvi gerast ístaðin.
Tit skjóta nú upp at Fróðskaparsetrið skal fáa eina lítla upphædd afturat – men ikki nóg mikið til, at søgu- og samfelagsdeildin kann taka næmingar upphædd. Og hesa ov lítlu upphædd skulu tey lesandi gjalda við minni lestrarstuðli!
Júst tey tiltøk, ið skulu til fyri at fáa fólk at støðast í landinum og tildømis taka eina útbúgving, meðan kreppa herjar, verða ikki bar forsømd, men tað gongur øvuta vegin.
Ongin ábyrgd fyri mistøkum
Hetta skal setast upp ímóti, at tit fýra undanfarnu árini hava givið skattalættar til tey, sum eru best fyri, fyri 390 milliónir krónur, sum hava oyðilagt búskapin og hækkað allar kostnaðir í samfelagnum. Tit hava givið serligar fyrimunir fyri partabrævaspekulasjón. Tit hava yvirtrekt fyri 170 milliónir krónur uttan at nakar hevur fingið gagn av tí. Tit hava flutt skúlar og íløgur uttan nakra ætlan og blakað meira enn 100 mió. burtur í eykakostanði av hesum. Ongin skuld er niðurgoldin og onki spart upp – hóast tað var ein løgtingssamtykt, at peningurin frá sølu av Føroya Banka skuldi í búskapargrunn. Eisini hendan avtala er brotin.
Í hesi nýggju ABC-samgonguni hava tit givið burtur svartkjaftatilfeingi fyri milliardir í svartkjaftavirði. Tit hava uppskot um at geva burturav almennu jørðini til privat. At gera serliga lóggávu í fiskivinnuni til úrvaldar bólkar. Tit bjarga privatum feløgum fyri 10-tals millónir.
Sosiali radarin má tendrast
Men einasta hugflogið, tá sparast skal, er júst har tað rakar harðast. Tær upphæddir, ið nú verða skornar hjá hesum bólkum, svara til tær upphæddir, ið tit undanfarnu trý árini hava yvirtrekt fyri um vikuna.
Ímeðan halda prestisjuprosjekt fram – í einum valdsstríði millum politikarar í samgonguni. Her skortar ikki at finna pening á pappírinum frá degi til dags– men sum øll vita, er ikki hugsað bert tvey ár fram, og hesar stóru íløgur kunnu sjálvsagt ikki gerast veruleiki uttan eina realistiska langtíðarløguætlan.
Tey, sum í politikki hava havt til endamáls at endurtaka, at føroyska tjóðin kann ikki standa á egnum beinum, skapa sjálv tann veruleikan, tey vilja liva av politiskt.
Hetta kann ikki góðtakast. Tann sosiali radarin má tendrast og framtíðarvirðini mugu tryggjast, áðrenn øll gerast uppaftur meira líkasæl og missa alt álit á politisku skipanini.