Ársins dystur higartil í ár er tað, tá ið NSÍ seinnapartin fær vitjan av meistarunum í B36. NSÍ er topplið, og B36 er næstfremst. Sjálvandi er spenningurin stórur í NSÍ og B36 um, hvussu tað fer at tørna út. Men eisini í føroyska fótbóltsheiminum í síni heild fer at verða fylgt væl við, tá ið spurningurin verður svaraður, um NSÍ skal økja um fjarstøðuna aftur til hini liðini, ella um kappingin nú skal javna seg eitt sindur.
Tá ið vit hitta teir báðar venjararnar, Trygva Mortensen hjá NSÍ og Eyðun Klakstein hjá B36, við vøllin, har slagið í dag fer at standa, er tað skjótt, at NSÍ venjarin minnir á, at B36 fyri tveimum mánaðum síðani – 15. mars – vann heimadystin so sannførandi sum 3-0.
-B36 sigurin var rudduliga uppiborin. Vit høvdu beinanvegin møguleika at leggja okkum framum, men so vóru vit ikki sannførandi í verjuspælinum. Tann dagin vóru vit orduliga skeivt upp á bein, og í Gøtu taptu vit 5-1 – tveir útidystir og samantaldur málmunur upp á 1-8 var ikki gott, men seinastu ferðirnar hevur tað verið gott – eisini í verjuni. 3-0 á heimavølli ímóti KÍ og 3-0 á útivølli ímóti ÍF er sjálvandi gott grundarlag at taka ímóti meistarunum á.
Hvør er styrkin hjá B36?
-At har eru nógvir profilar, sum hava nógvar royndir. Tórður Thomsen er í løtuni besti málverjin í landinum. Odmar Færø telist millum bestu miðverjarnar, og framrættað hava teir Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz og Hans Paula Samuelsen, sum megna nógv saman við liðfeløgunum og eisini einsamallir. Teir eru profilar, og teir vita, hvat tað snýr seg um, sigur NSÍ venjarin.
Og hvør er styrkin hjá NSÍ, spyrja vit B36 venjaran, og hann svarar soleiðis:
-Í Klæminti A. Olsen eiga teir vandamiklasta álopsspælaran, og Árni Frederiksberg er ein tann besti kantspælarin. Tað er fyrst og fremst hann, sum fóðrar Klæmint. Pól Jóhannus Justinussen er eyðsýndur í fleiri leiklutum. Felags fyri alt NSÍ liðið er, at svongdin er stór. Spælararnir eru í góðum aldri, teir eru fyri uppgangandi, og at teir leypa á við stórari optimismu.
Í fjør hittust hesi liðini tvær ferðir við Løkin í Runavík. Báðu ferðirnar var tað dramatiskt og spennandi, áðrenn B36 vann sigrar, ið vóru avgerandi fyri, at FM heitið endaði í Gundadali.
Fyrra ferðin var fyri einum ári síðani, 18. mai, tá ið B36 vann 1-0. Adeshina Lawal skoraði málið stutt undan steðginum. Eftir steðgin var NSÍ greitt omaná, og bólturin var á stólpanum og dansaði á málstrikuni aftanfyri Tórð Thomsen.
Seinna ferðin var 21. september, tá ið B36 vann 3-2. Seks minuttir eftir steðgin økti NSÍ um leiðsluna til 2-0, men so bar stórt NSÍ mistak við sær, at B36 fekk um endan, og tveir minuttir undan leikoki skoraðu gestirnir sigursmálið.
-Báðir dystirnir vóru sera intensir og spennandi. At tað báðu ferðirnar koppaði B36 til fyrimunar hevði heilt víst nakað við tað at gera, at royndirnar hjá mótstøðumonnunum vóru fleiri, enn tær vóru hjá okkara monnum. Okkara lið er mannað við mest sum somu spælarum sum í fjør, og á royndarkontuni eiga vit at megna betri at takla lykladystirnar, heldur Trygvi Mortensen.
Felags fyri NSÍ og B36 er, at mótstøðuliðini ofta leggja stóran dent á verjupartin og lítlan dent á álopsspælið. B36 venjarin sigur, at soleiðis verður tað ikki seinnapartin:
-Tølini siga, at okkara verja higartil hevur verið tann besta. Fyri føroyska fótbóltin sum heild er tað hugaligt, at tað eru tvey lið, sum leggja dent á framrættaða partin, ið eru oddalið. Álop er besta verja, og vit ætla okkum at leypa á og at vinna. Tað vita vit, at NSÍ eisini fer at gera, og harvið eigur grundarlag at vera hjá áskoðarunum at rokna við álopsspæli. Útgangsstøðan sigur, at tað verður intenst og spennandi, og vit gleða okkum, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.