Argjamenn mistu á Sandi

Tað eydnaðist ikki hjá AB at gera sær dælt av frívikuskiftinum hjá TB, sum nú hevur góð kort á hondini

2. deild

AB er framvegis á odda í aðru deild hjá monnum, men útgangsstøði teirra undan endaspurtinum versnaði, tá teir Sunnudagin taptu á Sandi.
Tað byrjaði annars hampuliga væl hjá Argjamonnum, tá Símun Hansen legði teir á odda, men fyri steðgin javnaði Kristoffur Vidtfeldt tó fyri heimaliðið.
Samstundis var hetta eisini seinasta møguleikin hjá B71 at gera vart við seg undan endaspurtinum, og teir løgdu bragdliga fyri eftir steðgin. Tað tók heldur ikki Eli Hentze meira enn fimm minuttir, áðrenn hann hevði lagt sítt lið á odda, og tann støðan helt sær til dystarlok.
Sandoyingar eru nú bara trý stig aftan fyri AB, og við fýra dystum eftir at spæla er alt nú púra opið.
TB er framvegis á ðrum plássinum. Teir skuldu sambært kappingarskipanini spæla heimadyst móti FS Vágum um vikuskiftið. Tann dysturin er tó útsettur til annan mikudag, tí Óli Johannesen var við fótbóltslandsliðnum í Sveis, og megnar TB at vinna tann dystin, fer at síggja heilt gott út hjá teimum.

Sasha enn einaferð
Fjórða liðið, sum kann gera seg galdandi í endaspurtinum, er Royn. Teir vitjaðu í Vági um vikuskiftið, og tað eydnaðist teimum at fáa trý stig við sær.
Sum ikki einaferð, so var tað Alexandar Radosavljevic, sum var stóra hetjan hjá hvalbingum. Sasha skeyt hesaferð tvey av málunum hjá Royn, sum við sigrinum helt fast um fjórða plássið á talvuni.
LÍF er ikki partur av oddinum, men teir munnu tó iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa eina betri úrtøku fyri summarsteðgin. Tá var liðið næst niðast við seks stigum, men síðani eru 15 av 15 møguligum fingin til høldar.
Hesaferð vitjaðu teir í Gundadali, og longu fyri steðgin høvdu leirvíkingarnir avgjørt tað mesta.
B36 kom tó væl betri við eftir steðgin, og tað eydnaðist teimum eisini at minka munin nður í eitt mál, men nærri komu teir ikki, tó at onkur roynd móti endanum var sera nøsk.
Seinasti dysturin hetta vikuskiftið var í Klaksvík, har Sumba vitjaði. Her stóð tað leingi á jøvnum, men í seinna hálvleiki fekk Sumba avgjørt dystin til egnan fyrimun.

Breið miðja
Soleiðis sum stigatalvan nú er, so bendir alt á, at størsta stríðið verður um tey trý fremstu og tey trý niðastu plássini. Í botninum hevur mest sum einki borið til hjá B36 seinastu tíðina, men KÍ hinvegin drigið líka svart, og hvørki av teimum tykjast í vanda fyri VB, sum enn ikki hevur vunnið í ár.
Í toppinum er tað sum nevnt framvegis AB, sum heldur muninum, men TB er nú væl betri fyri, enn teir vóru undan vikuskiftinum, og so er spurningurin, hvørt teir klára at halda høvdinum nóg kalt komandi umførini.



Leirvíkingar vunnu aftur í dag, tá teir vitjaðu B36. Longu í steðginum hevði LÍF lagt seg á odda 3-0, og so nervaði tað ikki tað heilt stóra, at B36 við tveimum málum móti dystarenda fekk pyntað um úrslitið.

Í Vági var Alexander Radosavljevic enn einaferð stóri maðurin hjá Reoyn. Hann skeyt tvey av málunum, tá Royn vann 3-2, og sostatt eisini halda fast um, at tað ikki skal eydnast TB og AB at renna undan hinum.

Seinasti dysturin í dag var í Klaksvík, har Sumba vann 1-0 við einum máli, sum Dánjal Johan Joensen skeyt eftir steðgin.

B71-AB 2-1 (1-1)
0-1: Símun Hansen
1-1: Kristoffur Vidtfeldt
2-1: Eli Hentze

VB-Royn 2-3 (1-2)
0-1: Aleksander Radosavljevic
0-2: Kaj Roest
1-2: Tórður Holm
1-3: Aleksander Radosavljevic
2-3: John Eystberg

B36-LÍF 2-3 (0-3)
0-1: Petur Sjúrðarberg
0-2: Petur Sjúrðarberg
0-3: Niels Pauli Justinussen
1-3: Johan Gunnarsson
2-3: Tummas Rubeksen

KÍ-Sumba 0-1 (0-0)
0-1: Dánjal Johan Joensen