helst heldur ikki fyrr enn um eini tvey ár, men tað er so tann vegin, sum vit ætla okkum, sigur hann. Ikki hækkað Lars Nedergaard er annars ikki ókunnugur við føroyskan hondbólt. Frá 1992 til 1995 hevði [...] landsliðnum. Hetta er eisini fremsta orsøkin til, at hópurin í dag er skorin niður úr teimum upprunaligu 22 í 18. Har vóru nakrir leikarar, sum ikki vildu offra nóg nógv til hetta. Antin tí teir tóku aðrar ítr [...] ítróttagreinir framum, ella tí viljin til at venja so nógv ikki var til staðar. Tað er so eisini í lagi, at teir hava givið boð um hetta, og tað er sum so í besta forstáilsi, at hesir eru farnir úr hópinum
hópatali til fólkið, sum fólkið kann betala. Arkitektteknaðar íbúðir, sum eru hugsaðar til menniskju at búgva trygt og heilsugott í, heldur enn at vera ein ivasom kontrabók, sum leigarin ikki kann annað [...] tey sleppa at umsita fólksins Bústaðir? Hvussu kunnu Bústaðir frá degin til annan skifta fokus frá at hugsa menniskjansligt býli, til bara at hugsa turrisliga ómenniskjanslig tøl og einki annað? Hvussu, nær [...] búðu. Húsið var teirra narrativ. Serliga var tað arkitekturin Palli Gregoriussen, ið plagdi at taka til, at tú altíð skuldi byggja í og við lendinum, og aldri uppímóti ella í andsøgn við lendið, tá tú vart
sína ávirkan á hana. Hennara lætta lyndi kom til sjóndar, og viljin og áræði, ið altíð hevði eyðkent hesa kvinnu, hevðI sjúkan ikki kunna bast, hon gekk til handils uttan høkjur, saman við eini dóttur sínari [...] neyvan nakar fótbóltsdystur í Fuglafirði, sum tey ikki sóu. Gamli Gordon mundi vera millum teir fyrstu, Ið gav steyp til ítróttarkappingar. Tað gjørdi hann ikki fyri sjálvur at verða sæddur ella hoyrdur, nei [...] altíð føldu okkum væl. Helma var altíð blíð og fryntlig at koma inn til, og altíð gav hon sær stundir at tosa við ungdómin. Tað var ikki nakað pátikið, nei hon hevðI áhuga fyri tí ungdómurin tókst við, og
kapping. Kappingin var ikki bara jøvn og spennandi. Vinnararnir vóru eisini sera ungir, og serliga annar var sera óvæntaður. Compound Í Compoundkappingini vóru fleiri skjúttar, ið ikki hava luttikið í nógvum [...] ein strævin ferð, tí dysturin var javnur alla tíðina. Men til endans bragdaði hjá Nikkeli, tí dómarin valdi at døma ein sera ivasaman píl til hansara fyrimun. So meistarin var koppaður og lærusveinurin [...] niður árini tá ongir Oyggjaleikir eru. Nú skuldi bogaskjótingin helst hækka eitt sindur, tí veturin til áðrenn eitt Oyggjaleikaár er júst byrjaður. Men kappingin í gjár, var fyrsta kappingin, og tí kann
miðskeiðis í 90unum, vísti tað seg skjótt, at flytingin mestsum øll var til Havnina. Hetta hevði sínar góðu grundir í, at her var best útlit til at fáa arbeiði, barnaansing, bústað, skúla, eldrarøkt o.a. Borgarstjórin [...] skyldir yvir fyri sínum valdømi og tað eri eg ikki ósamdur við honum í. Men tá ið tað er sagt so má vera eftir at siga, at teir eisini hava eina skyldu til at lætta sær á og skoða út yvir alt landið og [...] sum neyvt lýsir tey krøv, ið tá verða sett til samfelagið annars. Og tað má vera ein mannarættur hjá einum uttanbíggja politikara, tá ið hann er komin til Havnar á tingfund, at hitta aðrar politikarar
kann alt ikki gerast eftir einum ári, men í veruleikanum eru vit ikki so langt frá málinum. At forða fyri, at eini 14-15 fólk um árið ikki fáa álvarsligan løst í ferðsluni, eigur at bera til, sigur Jón [...] greitt gjørt sítt til, at færri fólk lata lív í ferðsluni í mun til fyri ikki so nógvum árum síðani, umframt at bilarnir eru betri og sterkari. - Sum heild er framgongdin stór. Í mun til hini Norðurlondini [...] ferðslufellur í bygd, bý og óbygd, ikki verður raðfest so høgt sum hon átti á stovninum, av teirri einføldu orsøk, at stovnurin ikki hevur orku og sakkunnleika til tess. - Vit vísa í førum myndugleikarnar
tómrúmi og sleppur ikki víðari. Fært tú kritikk, kanst tú velja, hvat tú tekur til tín og ikki. Tað veldst um, hvør kritiserar og hvat viðkomandi leggur eftir. Konstruktivan kritikk taki eg til eftirtektar. [...] kritikk, men tað eri eg ikki longur. Hevði mín fyrsta bók fingið ringan kritikk, veit eg ikki, um eg hevði torað at skrivað meiri. Til hesa útgávuna havi eg brynjað meg út til eitt sindur av hvørjum, tí [...] teimum tørvar spenning og drama. Eg trúgvi ikki, at eg nakrantíð fari at skriva bøkur, sum ikki eru dramatiskar. Alt betri enn einki Føroysk bókaútgáva er miðsavnað til tveir teir seinastu mánaðirnar í árinum
inntøkum, ikki brúka møguliga eykainntøku til nýtslu av forbrúksvørum, tí tað hava tey ráð til frammanundan, men til uppsparing, halda arbeiðarafeløgini. ? Sostatt fer ein eykainntøka til háinntøkur ikki at bøta [...] kunnu fáa meira pening til vanligt forbrúk - og at skattalættin tískil ikki eigur at fara til hálønt, ið hava nógv mikið av peningi til vanligt forbrúk, marglætisnýtslu umframt pening til privata uppsparing [...] tøðuna, eigur skattalættin ikki at fara til háinntøkur, men til lág- og miðalinntøkur. ? Hjá lág- og miðalinntøkum, fara møguligar eykainntøkur sum t.d. ein skattalætti, til at keypa nýtsluvørur fyri,
Vit mugu minnast til, at geva tí nóg nógv vatn. Men ikki for nógv. Tað skal ikki vera for kalt - og ikki for heitt. Træið skal hava sól, men ikki alla tíðina, og vindurin skal ikki vera oyðandi. Góða [...] tykkum eitt gott ráð, so er tað at gera tykkara besta. Eingin kann gera meira enn sítt besta. Og leggið til merkis, at tað besta tú kanst gera, er altíð nokk. At gera sítt besta er yvirhøvur ikki altíð at vera [...] sagt, at vit skulu spíska albogarnar fyri at koma fram í lívinum. Men eg haldi ikki, at spískir albogar ikki kunnu brúkast til serliga nógv. Tað er nógv týdningarmeiri at duga at samstarva. Arbeiðsgevarar
knøini hjá pápa vóru so vánlig, at hann fekk ikki staðið og spunnið, og eisini var økslin so viknað, at hann fekk ikki malið rokkahjólinum. Men ráð vóru fyri tí hann fekk ein fótarokk, og frá tí løtu, [...] toyið liðugt. Men vit hildu, at hetta skuldi hann ikki vera so keddur um, tí um tey í Roskilde ikki kundu brúka toyið, skuldu vit sjálvi gera tað til eitt segl. N akað áðrenn hetta hevði Eiðis Fornminnisfelag [...] tað ikki so lítið at siga, at man hevði loyst úr lagdi sjálvur. Hvat eg so takist við nú? Ju, eg geri tað sama, fáist við ull tað mesta av tíðini. Eg gangi til at virka ull eitt kvøld um vikuna, til veving