Ongantíð ov seint ...

- Væl lærd av pápa mínum, sum dugdi øgiliga væl at gerast gamal, var tað slettis ikki so galið at gerast pensjónistur, sigur Anna Jacobina Ellingsgaard í hesi hugtakandi frasøgnini, ið prógvar, at tað ongantíð er ov seint at fara undir nýggjar avbjóðingar. Tvørturímóti.
Fyrilesturin er tann seinasti í røðini um Ábyrgd fyri egnari heilsu

Ein virðiligan aldurdóm fær man eftir mínum tykki við at halda seg við líka. Sum aðrar bygdakonur, havi eg til dømis altíð gingið nógv, verið í torvi, gingið til neytar og hoyggjað. Í mínum arbeiði á arbeiðsmarknaðinum havi eg gingið við posti og arbeitt post. Tá eg skuldi gevast á arbeiðsmarknaðinum, hugsaði eg nógv um, hvussu tað fór at verða. Men væl lærd av pápa mínum, sum dugdi øgiliga væl at gerast gamal, var tað slettis ikki so galið.
Pápi passaði mammu, sum var sjúk í mong ár. Tá hon so doyði, og hann var farin um tey 70, var tað sum, at hann knappliga hevði fingið ovmikið av tíð. At sita og lesa ella skriva vísti seg at vera ov lítið, so hann setti sær fyri at fara at gera okkurt til arbeiðis. Men tað var ikki bara sum at siga tað, tí hvat skuldi ein gamal maður, sum hann, finna uppá at gera? Jú, hann helt, hann fór at gera, sum tey gjørdu fyrr  hann fór at spinna. Tað var nú ikki tað ringasta, hann kundi finna uppá, tí vit systrarnar vóru vanar at taka ullina upp, nappa og senda hana til spinningar, so tað skuldi nokk ganga. Men knøini hjá pápa vóru so vánlig, at hann fekk ikki staðið og spunnið, og eisini var økslin so viknað, at hann fekk ikki malið rokkahjólinum. Men ráð vóru fyri tí  hann fekk ein fótarokk, og frá tí løtu, spann hann uppá lívið. Og tað má sigast, at nógv kom burturúr.

Eftir eina tíð, varð pápi biðin um at spinna og veva eitt segl fyri tey í Víkingahøllini í Roskilde. Hann ivaðist eitt sindur, men helt, at um vit vildu hjálpa honum, so fór hann at gera tað. Hann fekk at vita, hvussu seglið skuldi vera og ein prøva sendandi, sum var gráur á liti. Tí helt pápi, at best mundi vera at brúka gráa ull, tí so varð tað lættari at arbeiða og minni at blanda. Vit samlaðu síðani ullina, vit høvdu, og tá tað ikki var nokk, fóru vit hús úr húsi at vita, um onkur átti. Um tað mundi hevði ullin onki virði, hvørki skitin ella rein, so tað stóð ikki á at fáa nóg mikið.
Tá ullin varð vaskað og ruskið tikið úr, byrjaði pápi at spinna. Fyrst spann hann garnið við snúðuri annan vegin, og síðani veftin, sum skuldi hava øvutan snúður, so toyið ikki bleiv skeivt. Tá hann var næstan liðugur, komu boð úr Roskilde, at tey løgdu ikki í hetta toyið, tí tey vildu heldur, at tað skuldi vera hvítt. Tá bleiv pápi øgiliga keddur. Hann var eisini móður tá, tí hann hevði skunda sær at fingið toyið liðugt. Men vit hildu, at hetta skuldi hann ikki vera so keddur um, tí um tey í Roskilde ikki kundu brúka toyið, skuldu vit sjálvi gera tað til eitt segl.

Nakað áðrenn hetta hevði Eiðis Fornminnisfelag fingið ein nýggjan bát, sum Símun Johan Wolles hevði gjørt. Báturin hevði eitt segl, sum varð gjørt á Seglhúsinum í Klaksvík, men tað var gjørt úr syntetiskum stoffi. Tí hildu vit, tað kundi verið áhugavert hjá felagnum eisini at eiga eitt føroyskt, vovið segl til bátin.
Tá arbeiðið var komið hartil, at toyið skuldi klippast, komu vit í iva um, hvørji mát skuldu nýtast. Tað vísti seg nevniliga, at mátini á seglum eru ymisk, alt eftir hvar í Føroyum tey verða gjørd. Vit valdu tí at brúka somu mát, sum vórðu brúkt til seglið úr Klaksvík. Síðani varð alt seymað við hond. Eftir ætlan skuldi viðferðin gerast úr hestafaksi, sum tey brúktu fyrr, men tað eydnaðist okkum ikki at savna nóg mikið av faksi. Í staðin nýttu vit grátt teppitógv, sum vit tvinnaðu á eini snørisgørn, ið vit høvdu funnið eitt modell til hjá Svabo. Skjótt varð viðferðin liðug, og síðani varð segldúkurin lagdur nakað lint til, tá hon varð seymað á, um tað skuldi hent, at viðferðin fór at togna.

Tá summarið kom, hildu vit, at nú var tíð at fara ein túr við bátinum at royna seglið. Av verðisligum upplivingum man løtan har umborð á bátinum hava verið tann besta, eg havi havt. Onki  óljóð av nøkrum slag, bara ljóðini frá lotinum, fuglunum og skvatlið úr sjónum. Løtan kendist so  ómetaliga hugnalig  kanska hevði tað ikki so lítið at siga, at man hevði loyst úr lagdi sjálvur.
Hvat eg so takist við nú? Ju, eg geri tað sama, fáist við ull tað mesta av tíðini. Eg gangi til at virka ull eitt kvøld um vikuna, til veving eitt kvøld og til føroyskan dans eitt kvøld. Vit eru so heppin har norðuri  á Eiði, at vit hava ein veviskúla. Á loftinum og á miðhæddini eru ikki færri enn 20 vevar, í kjallaranum hava vit stórt og gott vask til at vaska ull og skinn, har vit eisini kunnu barka, lita, tøva og svansa akkurát, sum vit vilja. So tað er als ongin trupulleiki at fáa tíðina at ganga.

Greinarøð:
Greinarøðin, Ábyrgd fyri egnari heilsu, ið hervið endar, tók støði í átta fyrilestrum, sum vórðu hildnir í Tilhaldinum í Tórsgøtu í fjør og fyrrárið. Út frá ymsum sjónarhornum viðgjørdu fyrilestrarnir spurningin: Hvat kanst tú sum eldri sjálvur gera fyri at varðveita eina góða heilsu so langt upp í árini, sum gjørligt?
Teir átta fyrilestrahaldararnir vóru:
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
Leila á Lofti, fysioterapeutur
Jógvan Róin, lækni
Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur
Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi
Jógvan Fríðrikson, prestur
Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur og ráðgevi
Anna Jacobina Ellingsgaard, mentanarberi á Eiði