Bogaskjóting
Vanliga fær bogaskjótingin í Føroyum eitt sindur niður árini tá ongir Oyggjaleikir eru. Nú skuldi bogaskjótingin helst hækka eitt sindur, tí veturin til áðrenn eitt Oyggjaleikaár er júst byrjaður. Men kappingin í gjár, var fyrsta kappingin, og tí kann roknast við, at úrslitini fara at betrast so hvørt sum veturin líður, og innandurakappingarnar enn eru á skránni.
Fyrsta innandurakappingin varð hildin í gjár úti í kjallaranum í høllini í Runavík, og talan var um eina spennandi og áhugaverda kapping. Kappingin var ikki bara jøvn og spennandi. Vinnararnir vóru eisini sera ungir, og serliga annar var sera óvæntaður.
Compound
Í Compoundkappingini vóru fleiri skjúttar, ið ikki hava luttikið í nógvum kappingum. Í bólkinum vóru átta skjúttar, og tað er meira enn tað hava verið í langa tíð. Eisini er áhugavert, at tvær kvinnur vóru við, í mun til eina, sum tað hevur verið í nógv ár.
Sigrið og Schandorff Vang, ið hava verið berandi á Oyggjaleikaliðnum hjá Føroyum í nógv ár, har bæði avgjørdu at steðga seinast Oyggjaleikir vóru, vóru bæði við í kappingini, so tey kunnu bæði koma við til Oyggjaleikirnar á Álandi í summar, um tey velja at halda fram at skjóta.
Kappingin byrjar við einum innleiðandi umfarið, har 60 pílar verða skotnir. Eftir hetta umfarið var Jógvan Niclasen fremstur. Leingi hevur Jógvan vunnið hvørja kapping hann hevur verið við til, og verður vanliga mettur sterkasti skjútti í landinum. Aftaná honum var rættiliga javnt millum teir næstu, men áhugavert var at síggja, at Nikkel Petersen, ið bert hevur skotið við Compoundboga í átta mánaðir, lá nummar trý í kappingini. Frammanfyri Nikkel var eisini Schandorff Vang.
Finalur
Tá komi var til hálvfinalurnar skuldu Per H. Andersen og Jógvan Niclasen skjóta. Dysturin endaði við, at Jógvan dró longra stráið, og vann dystin við tveimum stigum.
Í hinari hálvfinaluni skutu Schandorff Vang og Nikkel Petersen. Endin varð at Nikkel koppaði legenduni, hetta tó skuldi verða ein strævin ferð, tí dysturin var javnur alla tíðina. Men til endans bragdaði hjá Nikkeli, tí dómarin valdi at døma ein sera ivasaman píl til hansara fyrimun. So meistarin var koppaður og lærusveinurin trein fram. Tí tað er ongin ivi um, at Schandorff hevur givið Nikkeli nógv góð ráð.
Um triðja plássið skuldu so Per og Schandorff skjóta. Báðir eru gamlir í garði, so talan fór helst at vera um ein spennandi dyst. Men har var Schandorff eitt vet frammanfyri, so tað endaði við at Schandorff vann við trimum stigum.
Í finaluni skutu Jógvan og Nikkel. Dysturin endaði púra javnur, og øll vóru ovfarin, at Nikkel megnaði at halda konsentratiónina. Síðani eru reglarnar soleiðis, at mann skjýtur ein píl á gangin. Pílurin sum er bestur vinnur so. Tá teir høvdu skotið fyrsta pílin, vóru báðir í miðjuni. Sostatt máttu teir skjóta einaferð enn, og tá var Nikkel eitt stig sterkari enn Jógvan. So 17 ára gamli Nikkel Petersen vann sína fyrstu vaksnamannakapping, við at vinna á einum av venjarum sínum og á skjúttanum, ið vanliga er sterkastur.
Recurve
Í Recurvebólkininum vóru bert fimm skjúttar. Úrslitini innleiðandi bóru merki av, at tað var fyrsta kappingin í vetur. So stigini kunnu væntast at gerast hægri seinni í vetur.
Innleiðandi lá Eirikur í Jákupsstovu fremstur, Annika Vang lá fimm stig aftanfyri og Jógvan M. Andreasen (Eggaba) lá á triðja plássinum.
Finalur
Í finalunum sótu trý tey fremstu yvir, og einasti dysturin í fjórðingsfinaluni var millum Jastrid M. Jensen og Torfinn Hansen. Talan var um ein rættiliga javnan dyst, sum Jastrid vann (96-91).
Síðani vóru semifinalurnar, har Eirikur skeyt móti Torfinni. Dysturin endaði 103-93. so Eirikur var klárur til finaluna.
Annika Vang og Jógvan M. Andreasen skutu hina semifinaluna. Talan var um ein sera spennandi dyst, har bæði skiftu ímillum at hava munin. Endin var tó, at Eggaba vann dystin við einum stigið (104-103), so hann skuldi møta Eiriki í finaluni, samstundis sum Annika og Jastrid skuldu skjóta um triðja plássið.
Finalan gjørdist – sum altíð – sera hørð fyri nervarnar á skjúttunum og endaði við, at 20 ára gamli Eirikur vann dystin við 104 stigum, í mun til tey 98 hjá Eggaba.
Dysturin um triðja plássið gjørdist ongantíð so øgiliga spennandi, men áhugavert er, at Annika, fekk 105 stig, sum er eitt fleir enn vinnarin fekk í finaluni.
Alt í alt ein kapping, ið fekk tveir ungar vinnarar, bar brá av eini byrjan og har teir eldru fingu okkurt at hugsa um.










