Tingarbeiði ella undirgravandi virksemi?

Tá ið føroyingar, sum vóru rýmdir av landinum undan kreppuni, fóru at venda heimaftur miðskeiðis í 90unum, vísti tað seg skjótt, at flytingin mestsum øll var til Havnina. Hetta hevði sínar góðu grundir í, at her var best útlit til at fáa arbeiði, barnaansing, bústað, skúla, eldrarøkt o.a.

Tá ið føroyingar, sum vóru rýmdir av landinum undan kreppuni, fóru at venda heimaftur miðskeiðis í 90unum, vísti tað seg skjótt, at flytingin mestsum øll var til Havnina. Hetta hevði sínar góðu grundir í, at her var best útlit til at fáa arbeiði, barnaansing, bústað, skúla, eldrarøkt o.a.

Borgarstjórin í Havn var so skelkaður av gongdini, at hann av landspolitikarunum kravdi, at um hetta fór at halda áfram, so mátti peningur fylgja við til hesar stovnar.

Undirritaði royndi tá - eins og aðrir landspolitikarar - at seta spurnartekin við tað hóskandi í hesi gongdini. Bæði í sambandsflokkinum millum aðrar politikarar var roynd gjørd at reisa áhuga fyri málinum. Vit vóru nakrir, sum tosaðu um ein vinnupolitik og ein harav fylgjandi búsetingarpolitik. Tá sum nú reistust eisini bustir á lokaltinglimum úr Suðurstreymi og málið datt niðurfyri.

Tað sum tað nú tykist at snúgva seg um er, at um klaksvíkingar kunnu fáa eina Vaktar- og Bjargingartænastu, runavíkingar eina almannastovu ella vágamenn eina matrikulstovu o.s.fr. Men ein tilvildarlig útflyting av onkrum hissini stovni loysir valla nakrar útjagaratrupulleikar.

Teir spurningar vit heldur eiga at seta okkum - ella rættari - sum okkara landspolitikarar heldur eiga at seta sær sjálvum mugu vera hesir:

1. Hvørjum rokna vit við at skula liva av í Føroyum?

2. Hvussu skal tann vinna síggja út, sum skal skaffa okkum hetta livibreyðið?

3. Hvørji krøv setir hetta til búseting, tænastur, samferðslu o.s.fr.

4. Hvussu greiða vit politikarar hetta?

Jógvan Sundstein vísti í bløðunum herfyri á, at politikarnir hava nakrar skyldir yvir fyri sínum valdømi og tað eri eg ikki ósamdur við honum í. Men tá ið tað er sagt so má vera eftir at siga, at teir eisini hava eina skyldu til at lætta sær á og skoða út yvir alt landið og gera sær ein ameting av, hvussu hetta skal virka sum ein eind ella ein felagsskapur.

Ein viðkomandi spurningur er, um tað er ynskjandi at 1/3 av øllum føroyingum skal búgva í Havn ella eigur hetta at vera øðrvísi? Hetta hongur nógv saman við, hvussu politikarnir hugsa sær okkara vinnur skipaðar framyvir. Hvar og hvussu skal okkara framleiðsla vera í framtíðini? Tí er fyrst og fremst neyðugt at evna ein vinnupolitikk, sum neyvt lýsir tey krøv, ið tá verða sett til samfelagið annars.

Og tað má vera ein mannarættur hjá einum uttanbíggja politikara, tá ið hann er komin til Havnar á tingfund, at hitta aðrar politikarar úr øðrum økjum skifta orð um hesi viðurskiftir, uttan at alt sum kallar seg politikarar í Suðurstreymi skal koma kropp á kroppi í fjølmiðlarnar og kalla hetta undirgravandi virksemi ella tosa um at tingarbeiði og lóggávuvald eru flutt út úr Tinghúsinum. Hetta er skotið langt við síðuna av.

Allir politikarar vita, at virksemi er og altíð hevur verið bæði innanflokka og millum flokkarnar, tá ið høvi hevur verið t.d. í fríløtum ella millum nevndarfundir. Men mínar royndir siga, at politikarnir í Suðurstreymi heldur fóru til hús enn at luttaka í hesum prátinum á Apotekinum, Tinghúsloftinum ella floks-hølum onkustaðni í býnum. Kanska høvdu teir annað starv at røkja eisini - nakað sum avbygdapolitikarin ikki hevði sama møguleika fyri, tí ein havnartúrur fór við øllum degnum og hjá summum við fleiri døgum.

Tað er bert at fegnast um, at politikarar brúka meira orku enn teir hava møguleika fyri í tí avmáldu tíðini í tingsalinum og mítt ráð til hesar fornermaðu suðurstreymoyingar skal vera, at teir biðja lova sær upp í part fyri at sleppa at luttaka í hesum prátinum, tí hesar sínámillum samtalur koma at halda áfram kortini. Tað er á hesum fundum - ofta kanska bert millum tveir persónar - at hugskotini loysna og búnast.

Nógvar lógir - kanska tær flestu - sum í dag regulera okkara gerandisdag munnu hava sín uppruna í slíkum óformellum práti í óformellum bólkum. Tað er her tankar og hugskot síggja dagsins ljós fyri síðani at verða framd í teimum meira skipaðu politisku bólkunum. Hetta er eisini ein partur av demokratisku processini. Einki nýtt í hesum. Hetta er eisini tingarbeiði.


Gøtu 18.11.1999

Atli Hansen