Minningarorð um Helmu

-

Í góðveðrinum nú ein dagin, sá eg Helmu niðri í bygdini. Komin at húsum aftur sigi eg við konuna, at tað var so hugaligt at síggja Helmu aftur, nú hon sá so birg og væl uppløgd út, og kundi ganga uttan at nakar stuðlaðI henni. Eg fekk at vita, at Helma hevðI tað nógv betri nú.

Tveir dagar seinni ringdi konan til arbeiðspláss mítt og segðI mær, at Helma hjá Hjalmari var farin. Hóast eg visti, at Helma hevðI álvarsliga sjúku at dragast við, so komu hesi boðini dátt við. Minnini frá nevnda góðveðursdegi komu fram fyri meg. Sólin hevði sína ávirkan á hana. Hennara lætta lyndi kom til sjóndar, og viljin og áræði, ið altíð hevði eyðkent hesa kvinnu, hevðI sjúkan ikki kunna bast, hon gekk til handils uttan høkjur, saman við eini dóttur sínari ? og hon skein sum sólin.

Helma var eitt av hesum menniskjum, ið eg havi so nógv góð minnir um. Sum blaðungur fekst eg nógv við ítrótt, og næstan hvør fríløta varð nýtt á fótbóltsvøllinum. Maðurin, ið stóð á odda innan ítróttina, var maður Helmu, Hjalmar í Tøðuni. Tey høvdu m.a. tað til felags, at tey vóru eldhugaðI fyri ítróttini, og nýttu bæðI tíð og orku at menna hana. Og væl dugdu tey at fara við ungdóminum, so ítróttin dróg alsamt fleiri at sær. Heim teirra stóð tætt við fótbóltsvøllin. Eitt heim Ið hevðI hjartarúm, har vit sum ítróttarungdómur altíð føldu okkum væl. Helma var altíð blíð og fryntlig at koma inn til, og altíð gav hon sær stundir at tosa við ungdómin. Tað var ikki nakað pátikið, nei hon hevðI áhuga fyri tí ungdómurin tókst við, og dugdi at síggja týdningin av tí. Hon hevðI í sínum ungu døgum tikið lut í ítrótti og taldist millum tær fremstu kvinnurnar innan hondbólt, og hevðI verið við at tikið tøk, Ið neyðug vórðu, um nakað skuldi spyrjast burturúr. Hon gjørdi sítt til, at kvinnuhondbólturin gjørdist so sterkur í hennara tíð og mong ár eftir tað.

Helma var altíð við tí góða orðinum, hon stuðlaði okkum ungu altíð í tí, vit arbeiddu við og gav okkum góð ráð.

Hetta at hava áhuga fyri ítróttini mundu uttan iva eisini foreldur hennara hava lagt í hana. Meg minnist sum smádrongur foreldur hennara ? Rikku og Gordon ? hvussu stóran áhuga tey høvdu fyri ítróttini. Tað var neyvan nakar fótbóltsdystur í Fuglafirði, sum tey ikki sóu. Gamli Gordon mundi vera millum teir fyrstu, Ið gav steyp til ítróttarkappingar. Tað gjørdi hann ikki fyri sjálvur at verða sæddur ella hoyrdur, nei bert við einum endamáli at stuðla ítróttini. Slík fólk minnast vit við virðing.

Sum longu nevnt, fóru vit ungdómar mangan inn á gólvið hjá Helmu og Hjalmari, og tey vinabond, ið vórðu knýtt í ungdómsárunum, tey hildu. Sum eldri fóru vit mangan inn á gólvið aftur, og altíð kendu vit henda sama fløva aftur, hetta sama hjartalag sum í ungdómsárunum. Fátt er sum faðir, einki sum móðir, sigur orðatakið. Helmu untist at eiga fýra børn, og sum mamma legðI hon alla sína orku í at skapa børnum sínum eina trygga og góða barndómstíð, sum hon visti, hevði so ómetaliga nógv at týða seinni í lívinum. Og væl vignaðist.

Børnini høvdu stóra virðing fyri mammuni og dugdu at síggja, hvussu nógv hon hevði gjørt fyri at skapa teimum so góðar umstøður í lívinum sum møguligt.

Ta seinastu tíðina, ið sjúkan fór at gera álvarsliga vart við seg, hevðI Helma tað mangan stríggið. Men hon misti ongantíð tað, Ið vit kendu hana fyri, viljan og áræði. Hon stríddist av øllum alvi, fall ongantíð í fátt. Kærleikan, Ið hon hevði oyst av til onnur, fekk hon aftur fleirfaldað frá teimum, ið stóðu henni nær, nú ið á stóð. Hjalmar var henni ein hollur stuðul, hann stóð altíð við hennara lið og royndi at skapa henni lættar, tá mest leikaðI á.

Børnini, ommubørnini og versbørnini veittu sín dygga stuðul. Alt hetta merkti Helma, og hon gleddist.

Helma er nú farin hiðani, og saknurin av henni kennist stórur, og størstur fyri tykkum, ið stóðu henni so nær. Góðu tit øll, ið hava mist, havið í huga, at tit eiga minnini eftir um eina góða konu, góða mammu, góða ommu og góða vermóðir. Tit kenna sanniliga hitan av hondum, ið sleptu. Ítróttin í Fuglafirði hevur mist ein av sínum dyggu stuðlum, ið starvaðist í tí stilla og fekk nógv á skafti.

Við hesum fátæksligu orðum verður friður lýstur um minnið um Helmu.


Signar