Menniskjansligi missurin, hvørja ferð eitt fólk letur lív ella kemur álvarsliga til skaða í ferðsluni, er ómetaliga trupul at gera upp. Í sorg, sakni, mistari vælferð og mistum liviárum, beinleiðis og óbeinleiðis. Norðmenn hava gjørt ein frymil, ið roknar peningaliga missin fyri samfelagið og einstaklingin, fyri hvørt andlát og hvønn løst í ferðsluni. Frymilin byggir á ymiskar faktorar, eitt nú hvussu nógv bilurin kostar, hvat tryggingin tekur við, hvussu nógv innlegging og viðgerð av sjúklingi kostar, mist liviár verða eisini roknað við og vælferðartap. Vælferðartap merkir tap av luttøku í virksemi, tú annars hevði tikið lut í, hevði tú ikki komið út fyri ferðsluvanlukku, umframt annað vanlukkan hevur havt við sær.
Nýta vit norska frymilin til føroysk viðurskifti, kunnu vit við fyrivarni gera okkum eina hóming av, hvat ferðsluvanlukkur kosta føroyska samfelagnum. Í Føroyum eru seinastu 10 árini 39 fólk deyð, 1000 fólk hava fingið skaða, av hesum um 100, sum hava fingið varðandi mein. Í tíðarskeiðinum hava verið omanfyri 12.000 ferðsluóhapp!
Á hesum grundarlagi koma vit fram til, at ferðsluvanlukkur og ferðsluóhapp hava kostað føroyska samfelagnum 1,5 milliard krónur seinastu 10 árini, ella 150 milliónir um árið.
- Fyrr enn ferðsluvanlukkur verða roknaðar um til pengar, og harvið mistar pengar, skilja politikarar og myndugleikar ikki týdningin av, hvussu umráðandi tað er at gera ferðsluna tryggari, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Skulu vit betra um ferðslutrygdina, so má peningur setast av til neyðugu tiltøkini. Men bera vit hesar útreiðslur saman við tær sparingar, sum færri ferðsluóhapp og vanlukkur hava við sær, er í veruleikanum talan um sparing.
- Gera vit røttu íløgurnar í nóg stóran mun, eri eg sannførdur um, at talið á deyðum og skaddum í ferðsluni minkar munandi. Sjálvsagt kann alt ikki gerast eftir einum ári, men í veruleikanum eru vit ikki so langt frá málinum. At forða fyri, at eini 14-15 fólk um árið ikki fáa álvarsligan løst í ferðsluni, eigur at bera til, sigur Jón Kragesteen.
Trygdin batnað
Hóast Føroyar eru í skeiva endanum í mun til hini Norðurlondini, tá ið ræður um deyð og skadd í ferðsluni, er ferðslutrygdin í dag nógv betri, enn fyri fáum árum síðani. At tað varð lógarkravt at nýta bilbelti, hevur heilt greitt gjørt sítt til, at færri fólk lata lív í ferðsluni í mun til fyri ikki so nógvum árum síðani, umframt at bilarnir eru betri og sterkari.
- Sum heild er framgongdin stór. Í mun til hini Norðurlondini hevur Danmark verið verri fyri enn Føroyar, men seinasta árið eru viðurskiftini batnað nógv í Danmark. Ein orsøkin til tað er, at nógv hevur verið gjørt fyri at fáa fleiri fólk at nýta bilbelti. Samstundis kann sigast, at tað gongur ikki nóg væl í Føroyum at fáa fólk at brúka bilbelti. Vit kunnu í øllum førum ásanna, at í flestu av vanlukkunum, har fólk eru deyð seinastu árini, er bilbelti ikki brúkt. T.d. ber til at siga, at sannlíkindini fyri, at tey trý, sum mistu lívið í stóru vanlukkuni á Lambareiði síðsta ár, høvdu yvirlivað, høvdu verið væl betri, um tey høvdu brúkt bilbelti, tí bilurin var stórt sæð heilur. Hví fólk hava ilt við at brúka bilbelti, er ringt at meta um. Stórur partur av ferðsluvanlukkunum, sum henda, er í sambandi við, at unglingar stytta sær stundir. Tí hví annars seta seg í ein bil á náttartíð? At taka bilbelti uppá er ikki tað, tey ungu fyrst hugsa um, tá ið tey seta seg í bilin og vilja bróta út og verða cool. Eg ímyndi mær, at tey hugsa, at tað er at vísa veikleika.
Ferðslufellur
Leiðarin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd ásannar, at uppgávan at vísa á sokallaðar ferðslufellur í bygd, bý og óbygd, ikki verður raðfest so høgt sum hon átti á stovninum, av teirri einføldu orsøk, at stovnurin ikki hevur orku og sakkunnleika til tess.
- Vit vísa í førum myndugleikarnar á ferðslufellur, heita á teir um at gera eitthvørt, men á stovninum hava vit ikki teknikarar og sakkunnleikan, sum skal til fyri at meta um slíkt. Í Føroyum hava vit ikki havt sum tradisjón at traðka fram í so máta, hóast eg vildi ynskt, at vit vóru meiri sjónlig og vakin, sum eitt brúkarafelag til dømis. Í førum, tá ið vit hava víst á ferðslufellur, hevur tað verið tikið illa upp av teimum, sum eiga vegirnar, men eg haldi, at ein broyting er við at henda og at myndugleikar betur tola at hoyra kritikk. Tey, ið gera vegir í dag hava betri hug enn fyrr at taka onnur við uppá ráð enn sína egnu fakligu vitan, tí vit øll ynskja at gera vegirnar tryggar at ferðast á fyri øll. Líknandi stovnar uttanlands, eitt nú í Svøríki, gera nógv burtur úr at vísa á, hvat eigur at verða gjørt, ábøtur og annað í ferðsluni, og tað vísir seg, at týðiligar útmeldingar um ein ella annan ferðslutrupulleika, sum ganga ímóti einum væl etableraðum myndugleika, hava nógv størri ávirkan á fólk enn stórar lýsingarherferðir. Sum stovnur eigur Ráðið fyri Ferðslutrygd at átaka sær hesa uppgávuna meiri enn vit gera, men skulu vit tað, skal tað gerast rætt og við sakkunnleikanum í rygginum, tí mæla vit til broytingar í ferðsluni, skulu tær verða væl gjøgnumhugsaðar. Annars kunnu tær gera ilt verri, sigur Jón Kragesteen.