13.000 føroyingar fáa næstan onki gagn av skattalætta hjá samgonguni

? Tey, sum fáa mest burturúr skattalættanum hjá samgonguni, eru teir 1800 føroyingarnir, sum hava yvir 400.000 krónur í løn um árið

Skattalætti

? Ætlaði skattalættin hjá samgonguni er heilt burturvið.
Tað staðfesta arbeiðarafeløgini enn einaferð.
Tey hava nú gjørt nýggjar útrokningar sum vísa, hvussu ætlaði skattalættin hjá samgonguni fer at ávirka teir ymsu lønarbólkarnar.
Og útrokningarnar skuldi verið heilt eftirfarandi, tí tað er sjálvt Toll- og Skattstova Føroya, sum hevur gjørt tær.
Bárður Nielsen, landsstýrimaður í fíggjarmálum, hevur givið arbeiðarafeløgunum loyvi til at brúka Toll og Skatt til at gera nakrar útrokningar í sambandi við ætlaða skattalættan.
Tað eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og tey bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík, sum hava staðið fyri útrokningunum.
Og roknistykkið vísir, at tað verða heilir 13.000 føroyingar, sum næstan onki gagn fara at fáa burturúr ætlaða skattalættanum, siga arbeiðarafeløgini eftir at hava gjøgnumgingið roknistykkið.
Hetta eru teir føroyingar, sum hava tær lægstu lønirnar og sum ikki hava meiri enn 75.000-170.000 í løn um árið.
Arbeiðarafeløgini leggja dent á, at í hesum bólkinum eru giftir fólkapensjónistar og giftir og stakir fyritíðarpensjonistar við lægstu pensjón, ikki taldir uppí, tí teir forvinna minni enn 75.000 krónur um árið.
? Hinvegin vísir roknistykkið eisini, at tey, sum fáa allarmest burturúr skattalættanum eru teir 1.800 føroyingarnir, sum hava meiri enn 400.000 krónur í løn um árið.
? Men allarmest burturúr skattalættanum fáa teir 1.650 løntakararnir, sum hava yvir burturúr skatt.
Arbeiðarafeløgini siga, at løntakarar, ið bara hava 170.000 krónur í ársinntøku, fáa 365 krónur um árið í skattalætta, ella 30 krónur um mánaðin.
Men løntakarar, sum hava 450.000 krónur í inntøku um árið, fáa 4.340 krónur um árið í skattalætta um árið, ella 362 krónur um mánaðin.
Og løntakarar við 670.000 krónum um árið í ársinntøku, fáa 5.990 krónurum árið í skattalætta, ella 500 kr. um mánaðin.
? Ein háinntøka upp á 670.000 krónur um árið, færsostatt 16 ferðir so stóran skattalætta, sum ein ársinntøka uppá 170.000 krónur.


? Slíkir skattalættar eru heilt burtvið, siga arbeiðarafeløgini.
Tey minna á, at tað vanliga er, at skattapolitikkurin er eitt til at føra eina samhaldsfasta inntøkujavning.
? Ætlaði skattalættin hjá samgonguni brýtur hesa meginreglu og hetta sær út til at vera fyrsta stig at bróta hesa sunnu og samhaldsføstu meginreglu um at útjavna inntøkurnar ígjøgnum skattapolitikkin.
Arbeiðarafeløgini vísa eisini á, at ætlaði skattalættin hjá samgonguni fevnir yvir fýra ár.
Men leisturin er tann sami øll fýra árini.
? Og tað kann ikki vera rætt at geva háløntum stórar skattalættar í fýra ár á rað. samstundis sum láglønt lítlan og ongan skattalætta fáa, siga tey fýra arbeiðarafeløgini.
? Sostatt vendir ætlaði skattalættin sosialt skeivt og tað kunnu arbeiðarafeløgini ikkii góðtaka leggja tey afturat.
Tey siga, at sostatt má uppskotið broytast so at tey við lágum og miðalinntøkum í minsta lagi fáa líka stóran skattalætta í krónum sum háinntøkurnar.
? Verður hugsað um konjunkturstøðuna, eigur skattalættin ikki at fara til háinntøkur, men til lág- og miðalinntøkur.
? Hjá lág- og miðalinntøkum, fara møguligar eykainntøkur sum t.d. ein skattalætti, til at keypa nýtsluvørur fyri, sum tey hava brúk fyri, ella ynskja sær.
Men fólk við høgum inntøkum, ikki brúka møguliga eykainntøku til nýtslu av forbrúksvørum, tí tað hava tey ráð til frammanundan, men til uppsparing, halda arbeiðarafeløgini.
? Sostatt fer ein eykainntøka til háinntøkur ikki at bøta um konjunkturstøðuna í landinum, siga arbeiðarafeløgini.
Tey hava nú havt fund við fíggjarnevndina hjáløgtinginu, har tey hava lagt sínar útrokningarnar fram.
Og tey bæði vænta og vóna at meiriluti fæst í løgtinginum fyri, at tað verða tey lág- og meðalløntu, sum í stóran mun hava brúk fyri meiri peningi til neyðugt og vanligt forbrúk, ið fáa skattalætta komandi árini, og ikki tey við høgum inntøkum, sum ikki hava brúk fyri eykainntøku fyri at lívbjarga sær.
Kjarnin í arbeiðarafjøldini lítlan og ongan skattalætta
Arbeiðarafeløgini siga sostatt, at skattalættin hjá samgonguni vendir skeivt og tí vilja tey hava, at skattapolitikkurin verður broyttur, so at hann fer at koma lág- og miðalinntøkunum til góðar.
? Sum er, fær kjarnin í verkafjøldini lítla og onga nyttu burturúr ætlaða skattalættanum. Men skal skatturin lækkast, má hann gagna borgarum við lág- og miðalinntøkum.
Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og tey bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík, eru samd við landsstýrið í aðalmálinum um, at tað skal loysa seg at arbeiða
? Men samgongan má leggja sær í geyma, at tað er serliga umráðandi, at tað loysir seg hjá fjøldini at arbeiða og fjøldin er júst tey við miðal- og lágum lønum.
? Tað er minni umráðandi at fjálga um ein minnilutabólk av háløntum lønmóttakarum, leggja tey afturat.
Tí mæla tey til, at skattalættin verður broyttur.
Samstundis hava tey tikið stig til at gera ein nýggjan skattastiga, sum Toll- og Skattstovan hevur hjálpt teimum við, við vælsignilsi frá landssýrismanninum í fíggjarmálum.
Arbeiðarafeløgini halda, at tað er serstakliga umráðandi, at tað skal loysa seg at arbeiða hjá miðal- og lágløntum, soleiðis at hesi kunnu fáa meira pening til vanligt forbrúk - og at skattalættin tískil ikki eigur at fara til hálønt, ið hava nógv mikið av peningi til vanligt forbrúk, marglætisnýtslu umframt pening til privata uppsparing.
Landið kann spara næstan 14 milliónir
Eftir uppskotinum hjá arbeiðarafeløgunum, fer skattalættin at kosta landskassanum 45.860.447 krónur. Sostatt fer landið at spara 13.841.614 krónur, tí ætlaði skattlættin hjá landsstýrinum er mett at kosta 59.702.061 krónur.







? Tað er ikki ætlanin at tey, sum hava brúk fyri eini eykainntøku, skulu fáa nakran skattalætta. Hinvegin skal ein lítil minniluti av føroyingum við sera høgari løn, hava næstan allan skattalættan, siga arbeiðarafeløgini og tað góðtaka tey ikki. (Savnsmynd)