Myndin er av Facebook-vanganum hjá Krabbameinsfelagnum

Jansy Gaardlykke: - Vit eru púrasta ovfarin og takksom

- Hetta er rørandi, og vit eru púrasta ovfarin. Eg havi ikki orð fyri, hvussu takksom vit eru, sigur dagligi leiðarin í Krabbameinsfelagnum

 

Myndin er av Facebook-vanganum hjá Krabbameinsfelagnum

Í gjárkvøldið var stóra innsavningartiltakið hjá Krabbameinsfelagnum – Saman um krabbamein – í KvF, og tá til stykkis kom, hevði felagið fingið stívliga 5,5 milliónir krónur inn til arbeiðið hjá felagnum.  

Endaliga úrslitið av innsavningini verður kunngjørt um nakrar dagar, tí tað ber til at stuðla arbeiðnum hjá Krabbameinsfelagnum heilt fram til á middegi í dag.  

Undir innsavningartiltakinum í gjárkvøldið vóru fleiri áhugaverd – og eisini rørandi – brot og samrøður, har kagað varð niður í søgur hjá sjúkum og avvarðandi. 

Greitt varð eisini frá arbeiðnum hjá Krabbameinsfelagnum, eins og greitt varð frá, hvørja hjálp bæði sjúk og avvarðandi fáa. Haraftrat varð borðreitt við tónleiki og undirhaldi.

Dagligi leiðarin í Krabbameinsfelagnum, ið eisini er ráðgevi hjá felagnum, Jansy Gaardlykke, sigur, at tey eru sera takksom fyri, at føroyingar í so stórum tali og so dyggiliga tóku so væl undir við innsavningartiltakinum.

- Hetta er rørandi, og vit eru púrasta ovfarin. Eg havi ikki orð fyri, hvussu takksom vit eru fyri, at bæði skúlar og børn, einstaklingar, fyritøkur og kommunur, tóku so væl undir við innsavningartiltakinum. 

 

##med2##

Jansy Gaardlykke sigur, at tey høvdu ikki droymt um, at undirtøkan fór at gerast so stór hesaferð, tá hugsað verður um tað, sum rørist úti í heimi.

- Vit liva í einari ótryggari tíð, og tí vistu vit ikki, hvussu stór undirtøkan fór at vera hesaferð, men vit eru hjartans takksom og barasta so fegin um fantastiska stuðulin til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum.

Dagligi leiðarin ynskir at takka øllum, sum enn einaferð lyftu saman við felagnum – krabbameinssjúklingum og avvarðandi at gagni.

 

Myndin er av Facebook-vanganum hjá Krabbameinsfelagnum

Jansy Gaardlykke er dagligur leiðari og ráðgevi hjá Krabbameinsfelagnum