Embætisfólk gera bindandi avtalur fyri Løgtingið

– Kann ein embætismaður binda Føroyar? Soleiðis spyr løgtingsmaður, sum vil hava løgmann at greiða frá mannagongdum, tá millumlandasáttmálar verða gjørdir

Tað er Árni M. Dam, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum hevur sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein skrivligan fyrispurning um málið. Tingmaðurin spyr soleiðis:

1. Hvør er mannagongdin, og hvør avger um ella nær ein millumlandasáttmáli – strandarlanda- ella ein sínámillum fiskiveiðuavtala – er so týdningarmikil, at hon er fevnd av stýrisskipanarlógini § 52, stk. 2: Uttan samtykki løgtingsins kann landsstýrið tó ikki gera avtalur, sum krevja luttøku løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar og tí skal leggjast fyri Løgtingið til góðkenningar?

2. Seinasta strandarlandaavtalan varð løgd fyri Løgtingið í 2006 hóast fleiri - eisini innihaldsliga nýggjar – strandarlandaavtalaður eru gjørdar síðani. Hvør var tilgongdin, og nær fór tann broytingin fram, sum førdi til, at strandarlandaavtalur hereftir ikki skuldu góðkennast av Løgtinginum?

3. Á hvørjum løgfrøðiligum grundarlagi varð henda avgerð tikin?

4. Føroyska makrelavtalan í 2014 hevði eitt avreiðingarvirði á umleið 5 milliardir krónur ella um 100.000 kr. fyri hvønn íbúgva. Grundað á íbúgvaratalið hevði sama avtala verið verd 500 milliardir krónur í Danmark.

Er tað í samsvari við stýrisskipanarlógina, at sáttmálar av hesum slagi og vavi (nøgd og virði) verða góðkendir og gjørdir bindandi fyri Føroyar við undirskrift frá einum embætisfólki, men uttan at verða lagdir fyri Løgtingið at viðgera og góðkenna?

5. Er tað í samsvari við stýrisskipanarlógina, at avtalur, sum Løgtingið hevur góðkent, verða uppsagdar, uttan at Løgtingið hevur havt høvi til at gera vart við sína støðu?

6. Hvussu verður tryggjað, at millumlandaavtalur, sum eru týdningarmiklar fyri Føroyar, verða viðgjørdar samsvarandi stýrisskipanarlógini - soleiðis at hesar hava fólkaræðiligan legitimitet?

 

##med2##

 

Í viðmerkinginum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á, at í 1977 varð fiskimarkið flutt út á 200 fjórðingar, og Føroyar fóru at samráðast um fiskiveiðuavtalur við onnur lond. 

– Útgangsstøðið var, at allar fiskivinnuavtalur, sum Føroyar vóru partur av, vóru týdningarmiklar, og vórðu tí eisini - uttan undantak -lagdar fyri Løgtingið til góðkenningar; eisini smærri innihaldsligar broytingar í avtalum vórðu í byrjanini lagdar fyri Løgtingið til góðkenningar.

– Við tíðini hevur verið skilt millum øðrumegin avtalur, sum Løgtingið innihaldsliga longu hevur góðkent og sum bert er ein endurnýggjan av longu løgtingsgóðkendari avtalu, og hinumegin nýggjar avtalur ella avtalur við nýggjum innihaldi, sigur Árni M. Dam.

Hann vísir síðani á, at í 1978 vórðu ávikavist løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 og løgtingslóg nr. 55 frá 22. september 1978 samtyktar. Eftir hetta var tað eitt lógarkrav, at allar fiskiveiðuavtalur skuldu leggjast fyri Løgtingið til góðkenningar.

10. mars 1994 vórðu hesar lógir settar úr gildi við lógini um vinnuligan fiskiskap (§49).

Lógin um stýrisskipan Føroya varð samtykt í juli 1994, og fekk við ávísum undantøkum gildi ólavsøkudag 1995.

– Sambært Løgtingstíðindum vórðu strandarlandaavtalurnar fyri várgýtandi norðhavssild í 1997, 1998, 1999, 2000, 2001 og 2002, og tær fyri makrel í 2000, 2001 og 2002, lagdar fyri Løgtingið til góðkenningar samsvarandi § 52 í stýrisskipanarlógini. Í 2006 varð strandarlandaavtalan um svartkjaft somuleiðis løgd fyri Løgtingið til góðkenningar (LM-067/2005), sigur Árni M. Dam.

– Av bæði silda- og makrelavtaluni í 2002 framgekk eksplisitt, at partarnir nú vóru vorðnir samdir um eina langtíðarfyrisiting av stovnunum. Løgtingið góðkendi hesar avtalurnar, og fyrr enn talan var um innihaldsligar broytingar, so var sjálvsagt ikki tørvur á nýggjum góðkenningum, og vórðu hesar avtalur tí heldur ikki lagdar fyri Løgtingið árini 2003-2009, vísir løgtingsmaðurin á.

Árini 2010-2013 var eingin strandarlandaavtala um makrel.

– Í 2014 var ein strandarlandaavtala um makrel aftur undirskrivað. Talan var um eina innihaldsliga nýggja avtalu. Fyri Føroyar var talan um ein sáttmála, sum hevði eitt avreiðingarvirði á uml. 5 milliardir krónur.

– 2014-strandarlandaavtalan um makrel varð góðkend við einari undirskrift frá einum embætisfólki – men uttan at verða løgd fyri Løgtingið til góðkenningar. Staðfestast kann, at eingin strandarlandaavtala um ferðandi fiskastovnar er løgd fyri Løgtingið at viðgera, og enn minni at góðkenna, síðani avtalan um svartkjaft varð løgd fyri Løgtingið í 2006, sigur Árni M. Dam.

– Endamálið við fyrispurninginum er at fáa fram í ljósmála, nær, hvussu og á hvørjum grundarlagi tað siðaskiftið fór fram, sum tók úr hondunum á Løgtinginum at góðkenna ella vraka millumlandaavtalur á fiskivinnuøkinum, sum Fiskimálaráðið – vegna føroysku tjóðina – samráðir seg fram til, og sum harvið gjørdi § 52, stk. 2 ístýrisskipanarlógini til eina áseting uttan innihald, sigur Árni M. Dam, løgtingsmaður, í skrivliga fyrispurninginum til løgmann.

 

Árni M. Dam, løgtingsmaður fyri Framsókn, hevur sett løgmanni fyrispurningin