møguleika minni enn so. Í Norðstreymi hava vit merkt niðurskerjingina serliga nógv seinastu árini, og eru fólk sera fortørnað um hesi viðurskifti. Um nakar sum helst vilji er til staðar, so mátti tað kunna [...] bygdunum. Um Postverk Føroya onki annað hevur í ermuni enn at lata posthús aftur og niðurleggja landpostboðið, so er bara at snara lykilin um á Postverki Føroya og grýta hann langt vekk, so ongin finnur [...] Ì Norðstreymi fellur hamarin tíðum, tá um niðurlegging av posthúsum og landpostboðum ræður. Posthúsið í Hvalvík varð niðurlagt fyri fleiri árum síðani, og fingu tey landpostboð í staðin, hetta eftir avtalu
fram ætlanir um tær mest ótrúligu luftkastellir og á hesum fundinum bleiv ikki eitt orð nevnt um hetta. Jú ? enn ein luftkastel ? Hvalvík skal bjóða havnina fram til stór ferðamannaskip og so skulu Saksun [...] alt ov bíligt at sleppa sær so lætt undan? Eisini segði hann í viðmerkingunum um skattaprosentið, at teir "vildu hava tað at vera opið og erligt". Hvat er opið og erligt? Tit hava als ikki verið opnir og [...] latið okkum fáa innlit í neyðuga tilfarið um sameining. Jógvan Mørkøre úr Hósvík segði, at borgarin kundi bara møta betri upp til bygdaráðsfundirnar, so fingu tey kunning. Rætt er tað, men eg havi fingið
krónur bara tvey tey seinastu árini og harufturat útbyggja eldraøki hjá landinum fyri 19 mió krónur um ári, tit mugu hava etið bláseym. Tað er landið, og ikki kommunurnar, sum hevur ábyrgd av eldraøkinum og [...] at tíðirnar eru góðar og høvdu t.d. lækka sítt skattaprosent, og tí var tað í lagi at kommunurnar fingu eyka útreiðslur og at inntøkurnar verða skerdar. Ilt í afturpartin Nú veit eg ikki hvørjari planet [...] landið hevur ráð til at lækka skattaprosentið, við at turka nakrar av hesum lækkingum uppá kommunurnar, so kann ein bert taka hattin av fyri teimun kommunum, sum samtíðis meta seg at hava ráð til at lækka sítt
sorgfullur dagur, tá vit fingu boðini um, at tú ikki var her meira. So tað er við tungum hjarta eg skrivi hesi minningarorð um teg, kæra vinkona, men tað hevði verið betur, um tað var ein onnur gleðilig [...] eisini, og at tit vóru ógvuliga glað fyri hvønn annan, ivaðist ongin í, sum kendi tykkum bæði. At tit gleddu tykkum nógv til, at Hans skuldi pensionerast, tit høvdu nógvar planir og so skuldu tit njóta tað [...] føroyskum mati, tí so vildi tú kóka ein góðan bita til okkum. Og so var, og ongin ivi um, at tað kom væl við hvørja ferð og vit føldu okkum sum heima hjá tær og Hans. Tit vistu ikki, hvussu blíð tit skuldu vera
ferðir, áðrenn Hjalgrím Elttør pyntaði um. Talan er um ógvusligasta úrslitið í hálvfinaluni, síðani tað fyrstu ferð varð spælt um Løgmanssteypið í 1989. Og tað var um reppið, at KÍ metið fyri heimatapi í [...] ongantíð funnið meg í tí, um liðið hjá mær í hvussu so er ikki royndi at spæla fyri æruni, er viðmerkingin hjá Jákupi á Borg, sum sjáldan áður hevur upplivað at hava so stórt pláss at dusa sær á, sum hann hevði [...] ímóti B36. Úrslitini siga, at tit hava stórar trupulleikar í verjuspælinum? ? Hesa ferð var alt ein stórur trupulleiki. Kanska vit vóru so væl nøgdir við sigurin í Gøtu, og so trúðu spælararnir ikki upp á
Rokið um semingsmannin Suna Schwartz Jacobsen er ikki liðugt enn. Arbeiðarafeløgini vóru so ónøgd við hansara leiklut og støðu, at tey valdu at senda Vinnumálaráðnum eina kæru. Areiðarafeløgini fingu svar [...] verður um Suna Schwartz Jacobsen. Kæran snýr seg aftur hesa ferð um leiklutin hjá Suna Schwartz Jacobsen sum grannskoðari og semingsmann fyri somu virki. Hildið verður, at Vinnumálaráðið fer ov lætt um kæruna [...] síggja til, at semingsmenninir ikki bróta grundleggjandi reglurnar í fyrisitingarlógini um ógegni. Vit vænta at tit eru samd við okkum í, at fyrisitingarlógin er galdandi fyri alt alment virksemi, og herundir
seinni. Nú rekur hart á kíkin hjá tykkum, sum eru í verkfalli. Men mangt takið hava tit áður tikið, og neyvan fara tit so lætt at lata tykkum syfta. Góða eydnu víðari. [...] Og so fingu vit enn einaferð sjón fyri søgn, at fremsti framherjin á arbeiðsgevarasíðuni er eingin annar enn framsøgumaðurin í fíggjarmálum hjá sitandi samgongu, nevniliga Karsten Hansen, landsstýrismaður [...] ónskvøldið. Og "timingin" var enn einaferð plett, um hugsað verður sum arbeiðsgevari. Hesin kaldi politiski boðskapurin kom í somu sending, sum tíðindini um, at semingsmenninir fóru at kalla partarnir innaftur
i, um virðir og innihaldið í einum lívi kontra longdina av lívinum, vóru hugvekjandi orð sum passaðu so væl til tín. Tey mongu sum vóru til jarðarferð tína, bóru boð um ein stóran vinarskara, og um, at [...] kvøld og skrivið minningarorð um teg mín góði vinur. Vit høvdu aðrar ætlanir, nú Jóanssøkan nærkast. Hóast tað, at tú øll árini royndi tað tú orkaði, boygdi sjúkan teg at enda so mikið, at tú var sendur til [...] tína. Enn minnast vit kvøldið í oktober í fjør - stødd til landsdyst í Hannover - tá vit fingu gleðiligu boðini um, at tú var á skurðdeildini á Ríkissjúkrahúsinum, og at teir høvdu funnið eitt lunga til
var tað luxus at vit hvønn sunnudag fingu hvør sína glas-sodavatns-flósku til døguðra, har babba gjørdi eitt hol í proppin. Og so annars bara dagligdagarnir, har tit ansaðu uppá meg meðan mamma og babba [...] vóru allar glaðar tá vit fingu bæði Jonnu og Biritu til lítlusystrar. Nú vóru vit 5 systrar og tað verða vit altíð....! Tað er so nógv ið vit kunnu minnast afturá og gleðast um; at vit hava nýtt nógva tíð [...] orðunum, ið kunnu sigast um teg. Marianna; hetta er ikki fyrstu ferð eg royni at skriva minningarorð um teg; eg havi gjørt fleiri royndir gjøgnum tað farna árið, men tað er so ringt. Tað vildi verið lættari
tú bar mær boðini um, at pápin var deyður. Tá var ongin sosialhjálp at heinta, so tá var eitt at gera og tað var at fara til verka, Eplini blivu goymd niðri í sandi um veturin, so tá ið farast skuldi [...] Malan. Tað gekk ikki so long tíð, til tit bæði, Maja og Gullbrand, tóku ta skilagóðu avgerð at kasta saman, og hava tit havt eitt fyrimyndarligt lív saman við børnum tykkara og so við svigarbørnum og ommu- [...] royndi at hjálpa uppá hann til tað seinasta. Tit hava mist ein góðan mann, pápa og abba, saknurin er stórur, men gott er at hava so góð minnir um hann, sum tit hava. Nú ið vit gleða okkum til føroyska summarið