Ikki nøktandi ? enn

Sameiningarnevndin fyri kommunarnar í Sundalagnum villeiðir fólkið!

Á fyrra fundinum blivu lagdar fram ætlanir um tær mest ótrúligu luftkastellir og á hesum fundinum bleiv ikki eitt orð nevnt um hetta. Jú ? enn ein luftkastel ? Hvalvík skal bjóða havnina fram til stór ferðamannaskip og so skulu Saksun, Tjørnuvík og Gjógv byggjast út til ferðavinnu sum alternativ inntøka.
Álvaratos ? hvar er tann fyri nøkrum árum síðan spáddi ferðamannavøksturin?
Alt gott um ferðavinnu, men hon er einki alternativ at byggja hvørki kommunu- ella landsfígging við!
Heðin Zachariasen segði, at tað bar illa til at svara uppá spurningin hvørjir vansar eru í eini sameining. Er tað ikki alt ov bíligt at sleppa sær so lætt undan?
Eisini segði hann í viðmerkingunum um skattaprosentið, at teir "vildu hava tað at vera opið og erligt".
Hvat er opið og erligt? Tit hava als ikki verið opnir og latið okkum fáa innlit í neyðuga tilfarið um sameining.
Jógvan Mørkøre úr Hósvík segði, at borgarin kundi bara møta betri upp til bygdaráðsfundirnar, so fingu tey kunning. Rætt er tað, men eg havi fingið at vita, at umboðini fyri Sunda kommunu hava ikki kunnað bygdaráðið um alt, sum er fara fram í sameiningarnevndini. Hvussu skal man so fáa nakað at vita?
Á fyrra fundinum bleiv sagt, at ein faldari var gjørdur yvir fyrimunir, vansar og annað gott, men spurdir eftir faldaranum á fundinum, kundi eingin í panelinum vísa nakran faldara fram ? faldarin var stutt sagt ikki gjørdur.
Árni Dam var hann, sum legði fram á fyrra fundinum og tosaði nógv um henda faldara, men mátti hann ryggsvimja og viðganga, at faldarin ikki var gjørdur, men harafturímóti vóru tað bert nakrar yvirskriftir, sum vóru festar á pappír.
Kann ein sameingin byggja bert á yvirskriftir?
Og pallborðið ? hví var eingin nei-sigari við pallborðið?
Eg veit, at allir bygdaráðslimir als ikki eru samdir um sameiningina. Hví var onkur teirra ikki tikin við til pallborðið?
Hví tosaði eingin um tænastugjøld, sum vit kunnu væntað okkum fyri allar tær nógvu betri tænasturnar, sum sameiningarnevndin lovar?
Nógv er eftir enn at kunn aokkum um, og sum tað stendur í Fyrisitingarlógini, so skulu allir partar í málinum kunnast nóg væl. Vit eru mong, sum ikki hava fingið nøktandi kunning.
Tí atkvøði eg nei ? men tað skal ikki forða fyri betri samarbeiði!