Karsten Hansen - fremsti framherjin hjá arbeiðsgevarunum

   

Og so fingu vit enn einaferð sjón fyri søgn, at fremsti framherjin á arbeiðsgevarasíðuni er eingin annar enn framsøgumaðurin í fíggjarmálum hjá sitandi samgongu, nevniliga Karsten Hansen, landsstýrismaður. "Fakfeløgini í verkfalli skulu helst als ikki hava nakra krónu í lønarhækking" Hetta er boðskapurin hjá honum og væl saktans øllum landsstýrinum og allari samgonguni.

"Øll búskaparlig atlit tala fyri, at feløgini onga lønarhækking skulu hava." Soleiðis ljóðaði boðskapurin frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í útvarpinum ónskvøldið. Og "timingin" var enn einaferð plett, um hugsað verður sum arbeiðsgevari. Hesin kaldi politiski boðskapurin kom í somu sending, sum tíðindini um, at semingsmenninir fóru at kalla partarnir innaftur dagin eftir.
Og hetta er aðru ferð, at landsstýrið hevur "timað" rætt, framvegis tá hugsað verður sum arbeiðsgevari. Fyrru ferð var at boða frá, at landsstýrið fór ikki ar góðtaka sáttmálan millum Maskinmeistarafelagið og Sev, eftir at fakfeløgini høvdu spælt út við sínum krøvum, sum júst brúktu henda sáttmála sum grundarlag. At hetta so var næstan 6 vikur eftir, at sáttmálin var undirskrivaður og enntá brúktur til útgjaldingar, ja tað verður áhugavert at síggja, hvør orsøkin er til tess. Hvønn leiklut hevði Vinnuhúsið í hesari útmeldingini frá Kasrten Hansen?
"Landið fer á húsagang" soleiðis hava arbeiðsgevarar vanliga sagt, tá lægst lønti bólkur í okkara samfelag hevur dittað sær fram við sínum krøvum. Men ongantíð hevur boðskapurin um ikki at lata hesum bólki nakrar krónur verið so sterkur sum nú, tá sjálvur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur gjørt seg til fremsta talsmann hjá arbeiðsgevarunum. Ikki eiti á trýsti Vinnuhúsið nú kann leggja á bæði mótpart og semingsmenn, tá teir hava eina heila samgongu aftan fyri seg.
Og við hesum orðum kunnu arbeiðsgevarar rættiliga seta føtur í spenni, og ivaleyst verður tað ikki lætt hjá semingsmonnunum at vinna fram við uppskotum, tá afturljóði av harraboðunum úr landsstýrinum enn ljóðar so kalt og kyniskt.
Hvønn umboðar Karsten Hansen? Hvat sigur Tjóðveldisflokkurin? Hesin flokkur, sum hevur roynt at sett spjaldur á seg sjálvan sum verkamannaflokkur, hvat sigur hann í hesum døgum, nú Karsten Hansen er vorðin húsavørður í Vinnuhúsinum? Ivaleyst hava nógv eisini lisið greinina hjá Rúna Nielsen ( formanni í Unga Tjóðveldinum) - hon segði ikki so lítið um nýggju tíðirnar í Tjóðveldisflokkinum. Og heldur Miðflokkurin og Jenis av Rana, at hann sleppur við at seta Karsteni Hansen nakrar spurningar? Karsten Hansen umboðar eisini Miðflokkin í hesum máli?
Og hvat sigur samgongan? Góðtekur hon, at tað enn einaferð eru Karsten Hansen, høgrarákið og Vinnuhúsið sum siga, hvar skápið skal standa?
Tað er ikki ráð til eina einasta krónu í lønarhækking til arbeiðarafjøldina siga somu myndugleikar, sum sjálvir seinastu 5 árini hava hækkað útreiðslurnar á fíggjarlógini við á leið 1100 mió. kr. Somu myndugleikar, sum seinastu 5 árini hava økt útreiðslurnar til almenna umsiting úr 55 mió. kr. til knappar 140 mió. kr.
Og hetta er sama samgonga, sum í í einum høggi kvetti 366 mió. kr. av ríkisstuðulinum. Men hetta er kanska partur av fylgjunum, og fleiri koma seinni.
Nú rekur hart á kíkin hjá tykkum, sum eru í verkfalli. Men mangt takið hava tit áður tikið, og neyvan fara tit so lætt at lata tykkum syfta. Góða eydnu víðari.