Kommunurnar eiga at steðga allari útbygging á eldraøkinum

? tí Føroya landsstýrið ferð eftir ferð áleggur kommununum eyka útreiðslur og skerjir inntøkumøguleikarnar við sínum lógum og tarnar hervið neyðuga útbygging hjá kommununum

Fíggjarmálaráharrin segði 24. apríl 2003 í løgtinginum, at kommunurnar høvdu gjørt sær dælt av at tíðirnar eru góðar og høvdu t.d. lækka sítt skattaprosent, og tí var tað í lagi at kommunurnar fingu eyka útreiðslur og at inntøkurnar verða skerdar.

Ilt í afturpartin
Nú veit eg ikki hvørjari planet ávísir landstýrismenn halda seg búleikast á, men mær vitandi hevur tað gingið gott í øllum Føroyum tey seinastu árini og tá ið landið hevur ráð til at lækka skattaprosentið, við at turka nakrar av hesum lækkingum uppá kommunurnar, so kann ein bert taka hattin av fyri teimun kommunum, sum samtíðis meta seg at hava ráð til at lækka sítt skattaprosent. Hví landstýrismenn skulu fáa ilt í afturpartin av hesum og revsa kommunurnar, skilji eg so slett ikki.

Føroya kommunufelag
Hevur alment í skrivt og talu átala framferðina hjá Føroya landstýrið mótvegis kommununum og hevur víst í tølum hvørjar útreiðslur kommunurnar fáa, men er hetta sum at sletta vatn á gás. Føroya landsstýrið leggur ein lort í hvat kommunufeløg skriva og siga, tað hevur framferðin víst tey seinastu árini.

Steðgið tí allari útbygging á eldraøkinum
Hvussu kann landsstýrið trúgva, at kommunurnar skulu góðtaka eykaútreiðsl-ur uppá 32 mió krónur bara tvey tey seinastu árini og harufturat útbyggja eldraøki hjá landinum fyri 19 mió krónur um ári, tit mugu hava etið bláseym.
Tað er landið, og ikki kommunurnar, sum hevur ábyrgd av eldraøkinum og tí er einki annað at gera hjá kommununum, við verandi politikki hjá Føroya landsstýrið mótvegis kommununum, enn at kommunurnar steðga øllum tí sum eitur útbygging á eldraøkinum t.v.s. sambýlir, ellisheim og onnur búpláss sum heild.
Tíverri er hetta tað einasta sum Føroya landstýri skilur og kommunurnar eiga ikki at fara uppí nakað samstarv við landstýrið fyrr enn allar lógir um eyka útreiðslur og skerdar inntøkur hjá kommununum eru avtiknar.