Klaga aftur um semingsmann

Arbeiðarafeløgini í verkfalli hava ikki álit á varasemingsmanninum, og tey hava sent kæru fyri aðru ferð vil Vinnumálaráðið

VERKFALL

Rokið um semingsmannin Suna Schwartz Jacobsen er ikki liðugt enn. Arbeiðarafeløgini vóru so ónøgd við hansara leiklut og støðu, at tey valdu at senda Vinnumálaráðnum eina kæru.
Areiðarafeløgini fingu svar frá Vinnumálaráðnum, har sagt varð, at Vinnumálaráðið ikki kundi viðgera kæruna.
Sagt varð, at uppgávan hjá landsstýrismanninum var at skipa fyri, at ein nevnd við fimtan limum verður vald, sum síðani útnevnir semingsmenn.
Hendan nevnd var samd um at velja Suni Schwartz Jacobsen til varasemingsmann, verður upplýst í skrivi frá Vinnumálaráðnum til Føroya Arbeiðarafelag.

Einaferð enn
Men málið steðgar ikki her. Arbeiðarafeløgini í verkfalli hava fyri aðru ferð sent Vinnumálaráðnum eitt skriva, har kært verður um Suna Schwartz Jacobsen.
Kæran snýr seg aftur hesa ferð um leiklutin hjá Suna Schwartz Jacobsen sum grannskoðari og semingsmann fyri somu virki. Hildið verður, at Vinnumálaráðið fer ov lætt um kæruna.
?Vinnumálaráðið skal tí eisini síggja til, at semingsmenninir ikki bróta grundleggjandi reglurnar í fyrisitingarlógini um ógegni.
Vit vænta at tit eru samd við okkum í, at fyrisitingarlógin er galdandi fyri alt alment virksemi, og herundir eisini fyri virksemi hjá semingsmanninum og varamanni hansara.
Vit skulu tí enn einaferð heita á Vinnumálaráðið at taka upp kæru okkara, soleiðis at kæran verður viðgjørd við støðu í ásetingunum í fyrisitingarlógini.
Vit fara ikki at góðtaka, at Vinnumálaráðið ikki vil viðgera eitt mál um ógegni innan eitt av máløkjum tykkara, og tí umhugsa vit at fara víðari við málinum um ikki vit hava frætt aftur áðrenn hósdagin 22.05.2003, siga tey fimm arbeiðarafeløgini í skrivi til Vinnumálaráðið.?
Sjálvur høvuðspersónurin, Suni Schwartz Jacobsen, hevur onga viðmerking til málið yvirhøvur. Hann vil stutt og greitt einki siga um støðuna.

Ikki vara
Arbeiðarafeløgini hava eisini sent eitt skriv til Semingsstovnin, har feløgini gera greitt, at semingsstovnurin hevur ein semingsmann og ein vara semingsmann. Og arbeiðarafeløgini vilja halda seg til semingsmannin, Høgna Høgnesen.
?Við atliti til støðuna sum nú er íkomin, har undirritaðu feløg hava víst á okkara ónøgd við framferðina hjá varasemingsmanninum og at hann er ógegnigur, halda vit tað er rætt av tygum sum semingsmanni at skipa soleiðis fyri, at møguligur nýggjar semingsroyndir fara fram við støði í lógarorðingini, soleiðis at tað er semingsmaðurin (og ikki varasemingsmaðurin), sum stendur fyri semingsroyndunum?, skriva arbeiðarafeløgini til Semingsstovnin.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at tey heilt einfalt ikki hava álit á varasemingsmanninum, Suna Schwartz Jacbosen.
--?Tað er ringt at samráðast við einum manni, sum tú ikki hevur álit á, sigur Ingeborg Vinther.

Eingin kontakt
Tá vit tosaðu við Ingeborg Vinther mikumorgunin segði hon, at púra eingin kontakt var millum arbeiðarafeløgini og semingsmenninar ella arbeiðsgevararnar.
Feløgini skrivað dúgliga um hvørt annað á heimasíðum, men meira enn tað hendir eftir øllum at døma ikki í løtuni.
Eingin nýggjur fundur ella nakað var avtalað, tá vit tosaðu við verkfalsleigararnar mikumorgunin.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Høgna Høgnesen, semingsmanni.

Mynd: Arbeiðarafeløgini í verkfalli hava ikki álit á Suna Schwartz Jacobsen, t.v., og fyri aðru senda tey eina kæru til Vinnumálaráðið. Feløgini vilja nú bert samráðast við Høgna Høgnesen.