Hvussu nógv samband vilt tú hava við tey og hvat kundi tú hugsa tær at gjørt saman við teimum? Hetta var ein spurningur, sum varð settur bý- og bygdaráðslimum á økisfundunum, sum vóru kring landið mánakvøldið [...] svaraður. Ikki minst hugvekjandi var søgan, sum Dánjal Bjarkhamar, býráðslimur í Vági fortaldi um tær vardu íbúðirnar, sum vórðu settar á stovn í Vági í 1993. Tað er ein søga sum vísir, hvussu skjótt fordómar [...] undirskriftir Dánjal Bjarkhamar segði, at tað var longu fyrst í nítiárunum at Vágs Býráð fór at arbeiða fyri at gera vardar íbúðir í einum húsum í Vági. Men táið tað var mestsum klárt at flyta inn, hendi tað
kvøldarnar teir dagar, Fjúrtandi kom út, spurdi hann, hvar blaðið var. Tað var ikki Dimmu ella Sosialin, hann vildi hava. Nei, blaðið; tað var Fjúrtandi! Seinni kundi tú spyrja hann um alt, sum hevði staðið [...] framtíð sum tjóð. Eg eri vaksin upp í einum fiskimannaheimi, har ongantíð nakar ivi var um, at Føroyar eiga at gerast ein fræls tjóð við ræði yvir øllum sínum viðurskiftum. Alt annað hevði verið óhugsandi [...] stóran týdning, at havnaviðurskiftini eru góð, so at menn kunnu hava bátarnar liggjandi á sjónum alt árið. Men á fleiri økjum vantar nógv, alt ov nógv. Hetta fari eg at venda aftur til í eini aðrari grein
fyri at skapa alternativar vinnur, sigur Jákup Sverri. Hann heldur, at júst hetta ger samfelagið so sárbart. ? Ferðavinnan er ein møguleiki, og tað er eisini hent nakað á hesum øki, men hon kann útbyggjast [...] heldur, at hesin eigur at vera meir útbygdur til ikki bert at hýsa fótbóltinum. ? Eg kundi hugsað mær, at ein frítíðarmiðstøð varð innrættað í kjallarahæddini í Tórvølli, har fólk kundu bowla, spælt squash [...] Havn, er væl fyrireikaður at tosa um politiskt mál, nú valstríðið er komið í hæddina. Hann hevur, eins og øll hini valevnini í Føroyum, gjørt sær sínar hugsanir um mangt og hvat,sum krevur ábøtur í føroyska
vikurnar gekk tekningin stillisliga fyri seg. Ein javnur streymur av fólki teknaðu. Seinastu 2 dagarnar, áðrenn freistin at tekna partapening var úti, var at kalla gravgangur eftir at tekna partapening [...] stovnaðu felagið 11. februar og settu 25,5 mill. í partapeningi í felagið. Hetta heldur nevndin vera á góðari leið og sýnir hetta, at góð undirtøka er millum fólk fyri tiltakinum. Nevndin umhugsar nú, nær boðið
uppaftur onnur. Hetta minnir um danska orðatakið: »Enhver er sin egen lykkesmed«. Ella sum ein kendur føroyingur segði: »Eg skal nøra at sjálvum mær og vertin á hvat annar fær«. Hetta er fólkaflokspolitikkur [...] tey gomlu á songini fingu eisini sín part. Og soleiðis var tað í so nógvum lívsins viðurskiftum. Her var ikki talan um einstaklinga loysnir. Her var talan um samhaldsfastar loysnir og samhaldsfastar skipanir [...] hatar samhaldsfastar loysnir. Vit skulu hugsa um okkum sjálvi og ikki koma hvør øðrum við. Men hetta er ein óføroyskur politikkur. Í eygunum á okkum rætthugsandi føroyingum er hann andstyggiligur. Tá føroyingar
málini undir atkvøðugreiðslu. Tá ið sjónvarpið var til staðar, var tingsalur-in tó væl mannaður Ein av undantøkunum var tann samvitskufulli Jørgen Thomsen, sum var løgtingsmaðurin burturav. Hann hevði nokk [...] Men tað var eisini hugstoytt at síggja, hvussu lágt løgtingslimir prioriteraðu tað politiska arbeiðið. Flestu løgtingsmenn høvdu síni borgarligu størv fulla tíð, og løgtingsarbeiðið var bert eitt slag [...] áttu at havt møtiskyldu, sum aðrir løntakarar. Og hetta áttu politikarar at sæð sjálvir. Nú er tað so, at ert tú uppstillaður í einari stórari bygd fyri ein stóran flokk, ið ongan valdan tingmann hevur, so
verða smittað eisini. Góð ráð Ov nógv taðing kann eisini oyðileggja eina eplaveltu. Vaksa eplini ov skjótt, kunnu tey fáa ein harðan blett í miðjuni ella fáa eitt op innan. Hetta er ein avleiðing av skjótum [...] flagveltu, hevur hampiliga mold, og góðan sólargang, kanst tú fáa væl burtur úr. Ein góð úrtøka er 7-9 fold. Í fjør gav ein flagvelta við Landssjúkrahúsið 13-14 fold. Í dag eru flagveltur vanligari enn tær [...] vátir og hitin liggur um 10 stig. ? Hava fólk lagt set av frá veltuni í fjør og ivast tey í, um spilla var í, skulu tey heldur keypa nýtt enn at seta tað gamla niður, tí sjúkan yvirlivir í setinum. Sjúkan yvirlivir
siður at valevnini avgera hvussu hvussu nógvir fundir skulu verða og so var eisini hesaferð. ? Vit kundu ikki semjast um talið og tí var tað meirilutin sum ráddi. ? Tá so Javnaðarflokkurin lýsti henda fundin [...] spurdu Suna Jacobsen, um hann føldi seg snýttan? ? Tað vil eg ikki úttala meg um. Eg var við til at biða formannin hjá mær halda seg burtur frá fundinum, so kann eg ikki sjálvur fara á fundin. Tað sigur seg [...] fundin hóast meirilutasamtyktina, so bóðu vit formenninnar um ikki at koma. Hevði tað ikki verið ein fyrimunur, um teir fingu høvið til at greiða vágafólkið frá støðuni hjá sínum flokkum, eitt nú í málinum
á fyrsta sinnið, var tað ein sølfirðingur (Lassi Klein, blðm.), sum stóð fyri tí. ? Og tá ætlanin um undirsjóvartunnilin kom fram aftur í heyst, so var tað, Gud hjálpi mær, aftur ein sølfirðingur (Sámal [...] so. Malan Jørgensen vísti á, at ein tann heitasti talsmaðurin móti undirsjóvartunnli og útbygging av flogvøllinum í Vágum er fólkafloksmaðurin Bjarni Djurholm. Til hetta svaraði Svend Aage Ellefsen: ? Tað [...] nøkrum fleiri sølfirðingum, segði Jógvan Hans Joensen. Oddmar Gudmundsen, úr Sjálvstýrisflokkinum var eisini komin á fund, hóast formaður hansara - tað er sølfirðingurin; tann seinni - hevði fingið forboð
fyri Statens Uddannelsesstøtte, sum ikki var serliga rættvís. Tann føroyska skipanin varð gjørd munandi einfaldari, og nú fingu øll sama rætt til stuðul - sum ikki var treytaður av inntøku foreldra. Men í [...] eingin meining í, at ein handilsskúlanæmingur ikki skal fáa lestrarstuðul - bara tí hann ikki er 18 ár! Tað er heldur eingin meining í, at stuðulin hjá einum miðnámsskúlanæmingi ikki ein gang skal røkka til [...] hjá nógvum føroyingum eru sera trong Vilt tú sum vit - at førdur verður ein politikkur, ið hevur tað eina endamál, at skapa góð og trygg kor fyri hvønn einstakan borgara í landinum - so vel Javnaðarflokkin