Síðan valevnislistin hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymi varð almannakunngjørdur, eri av av og á spurdur, um eg ikki var valevni hjá Verkamannafylkingini (VMF) í 1994 og í øðrum lagi; um eg ikki havi verið limur í fylkingini. Svarið til hesar báðar spurningarnar er stutt: Nei! Eg havi hvørki verið valevni ella á nøkrum sinni limur í VMF.
Rætt er tó, at eg í farna valskeiði fekk eitt tilboð frá einum meiriluta í VMF um at gerast landsstýrismaður fyri fylkingina, men sum øllum kunnugt takkaði eg nei.
Hugsjónirnar
dríva verkið
Fyri meg er politikkur meira enn breyð. Breyð er neyðugt hjá okkum øllum, men eingin livir av breyði eina, heldur ikki vit føroyingar. Tað eru hugsjónirnar, sum dríva verkið og uttan hugsjónir, hava vit onga framtíð sum tjóð.
Eg eri vaksin upp í einum fiskimannaheimi, har ongantíð nakar ivi var um, at Føroyar eiga at gerast ein fræls tjóð við ræði yvir øllum sínum viðurskiftum. Alt annað hevði verið óhugsandi innanveggja hjá okkum.
Til stuttleikar kann eg nevna, at tá ið abbi mín fór til songar um kvøldarnar teir dagar, Fjúrtandi kom út, spurdi hann, hvar blaðið var. Tað var ikki Dimmu ella Sosialin, hann vildi hava. Nei, blaðið; tað var Fjúrtandi! Seinni kundi tú spyrja hann um alt, sum hevði staðið í blaðnum, tí hann hevði lisið alt úr einum enda í annan.
Dimman kom ikki á gátt tað, eg minnist.
Hví í Suðurstreymi?
Eitt annað, sum nøkur fólk eisini hava spurt meg um seinastu dagarnar, er, hví eg, sum nólsoyingur, men búsitandi á Toftum, ikki stilli upp í Eysturoy heldur enn í Suðurstreymoy.
Svarið til henda spurning er einfalt: Hóast eg ikki havi verið fastbúgvandi í Nólsoy í fleiri ár, kenni eg meg framvegis sum nólsoying og suðurstreymoying meira enn nakað annað.
Fyri tað fyrsta havi eg arbeitt í Havn næstan øll árini síðan 1979, og tað geri eg framvegis. Í øðrum lagi eigi eg hús og nógva familju í Nólsoy, og í triðja lagi halda vit frí í heimbygdini bæði um summarið, heystið, veturin og várið. Umframt hetta geri eg javnan eitt rend út um fjørðin, tá ið høvi býðst.
Bygdirnar
niðurbundnar
Grundvøllurin undir samfelagnum eru bygdirnar. Tí er alneyðugt, at umstøðurnar hjá teimum, sum skulu búleikast her, eru so góðar, at fólk støðast, eisini tey ungu. Men fyrsta treytin fyri hesm er, at ferðafólkasambandið er gott, at fólk hevur arbeiði ? á staðnum ella nærhendis, at tey sjúku og gomlu kenna seg trygg við tær almennu skipanir, sum eru, tað veri seg við sjúkrarøkt og sjúkraflutningi. Tað hevur eisini stóran týdning, at havnaviðurskiftini eru góð, so at menn kunnu hava bátarnar liggjandi á sjónum alt árið.
Men á fleiri økjum vantar nógv, alt ov nógv. Hetta fari eg at venda aftur til í eini aðrari grein.
Vilmund Jacobsen,
valevni Tjóðveldis-
floksins í Suðurstreymi