Javnaðarflokkurin skipaði fyri formansfundi á Giljanesi týsdagin.
Men tað møttu bert tveir formenn - Jóannes Ejdesgaard fyri Javnaðarflokkin og Lassi Klein fyri Kristiliga fólkaflokkin.
Formenninir í hinum flokkunum høvdu fingið forboð frá valevnum sínum í Vágum at møta á fundinum.
Suni Jacobsen, valevni hjá Sambandsflokkinum sigur, at í Vágum er tað siður at valevnini avgera hvussu hvussu nógvir fundir skulu verða og so var eisini hesaferð.
? Vit kundu ikki semjast um talið og tí var tað meirilutin sum ráddi.
? Tá so Javnaðarflokkurin lýsti henda fundin hóast meirilutasamtyktina, so bóðu vit formenninnar um ikki at koma.
Hevði tað ikki verið ein fyrimunur, um teir fingu høvið til at greiða vágafólkið frá støðuni hjá sínum flokkum, eitt nú í málinum um undirsjóvartunnil?
? Nei, tað haldi eg ikki er neyðugt. Tað er tosað nóg nógv um hetta málið. Nú skal tað arbeiðast ístaðin, sigur Suni Jacobsen, sum sjálvur ikki møtti á fundinum.
Fólkafloksmenn møttu
Tað gjørdu fólkafloksmenninir, Jørgin Niclasen og Svend Aage Ellefsen harafturímóti.
Og teir vóru aktivir á fundinum, má sigast.
Vit spurdu Suna Jacobsen, um hann føldi seg snýttan?
? Tað vil eg ikki úttala meg um. Eg var við til at biða formannin hjá mær halda seg burtur frá fundinum, so kann eg ikki sjálvur fara á fundin. Tað sigur seg sjálvt.
Sæð í bakspeglinum, hevði tað so ikki verið rættari hjá tær at møtt?
? Nei, tað haldi eg ikki.
Eg brúki ikki bakspeglið til hatta. Eg tók eina støðu og hana helt eg fast við - og soleiðis eri eg, sigur Suni Jacobsen.









