Men tað var eisini hugstoytt at síggja, hvussu lágt løgtingslimir prioriteraðu tað politiska arbeiðið. Flestu løgtingsmenn høvdu síni borgarligu størv fulla tíð, og løgtingsarbeiðið var bert eitt slag av vinstrahandsarbeiði. Av tí sama settu politikarar seg ikki so væl inn í málini, sum teir áttu, og tað kom meira enn so fyri, at teir ikki vistu, hvat teir høvdu samtykt.
Menn komu og »teknaðu seg« tá tingfundur varð settur kl. 10, síðan fóru nógvir til síni borgarligu størv og komu so aftur kl. 5, tá tingformaðurin setti málini undir atkvøðugreiðslu. Tá ið sjónvarpið var til staðar, var tingsalur-in tó væl mannaður Ein av undantøkunum var tann samvitskufulli Jørgen Thomsen, sum var løgtingsmaðurin burturav. Hann hevði nokk við politikkin.
Tað er heilt greitt, at løgtingsmenn áttu at havt møtiskyldu, sum aðrir løntakarar. Og hetta áttu politikarar at sæð sjálvir.
Nú er tað so, at ert tú uppstillaður í einari stórari bygd fyri ein stóran flokk, ið ongan valdan tingmann hevur, so eru líkindir til at blíva valdir.
Eg føli tað tí sum mína skyldu at boða frá, at fellur tað í mín lut at verða valdur á ting, so sigi eg mítt borgarliga starv frá mær og verði tingmaður fulla tíð. Tað skyldi eg mínum veljarum.
Gott javnaðarval.
Jan R. Petersen,
javnaðarmaður










