Svartaspillan kann avmarkast

Svartaspilla, ið hevur verið í føroyskum eplaveltum í nøkur ár, yvirlivir í setinum, og tí eiga fólk at keypa nýtt set, um tey ivast í, um sjúka var í veltuni í fjør

Fólk um landið eru so smátt farin undir at gera seg til reiðar at seta eplir niður, gera veltuna klára og hugsa um, hvat set skal brúkast í ár. Svartaspilla hevur verið í nógvum veltum í nøkur ár, henda sjúkan spreiðist við luftbornum sporum, sum herja á, tá ið slokkarnir eru vátir og hitin liggur um 10 stig.

? Hava fólk lagt set av frá veltuni í fjør og ivast tey í, um spilla var í, skulu tey heldur keypa nýtt enn at seta tað gamla niður, tí sjúkan yvirlivir í setinum. Sjúkan yvirlivir ikki í moldini orsakað av kuldanum, sigur Peter T. Haar, stjóri á Búnaðardeplinum.

Tað er altíð góð venja at halda eitt vakið eyga við veltuni. Um veltan er fongd við hesi sjúkuni, síggjast modnir blettir á undirsíðuni á bløðunum. Sjúkan kann avmarkast ella steðgast við at spræna við einum vatnblandaðum soppaevni. Eru flestu slokkarnir brúnir ella svartir, mugu teir beinast burtur fyri at sleppa undan, at eplini verða smittað eisini.


Góð ráð

Ov nógv taðing kann eisini oyðileggja eina eplaveltu. Vaksa eplini ov skjótt, kunnu tey fáa ein harðan blett í miðjuni ella fáa eitt op innan. Hetta er ein avleiðing av skjótum vøkstri og ov nógvari taðing, serliga við kálksalpetri.

? Fólk hava lyndi til at taða ov nógv. Føroyingar brúka tvífalt so nógv tøð sum tey eiga og tað gera tey, tí tað fruktar betri. Eitt sindur av tøðnum regnar burtur og tí kemur alt ikki til fulla nyttu, sigur Peter T. Haar.

Góðu ráðini frá Peter T. Haar eru, at 5-10 gr. av kálki er nóg mikið til hvønn slokk, yvirkálking gevur skrubb á flusið á eplinum. Fleiri trupulleikar við eplagóðskuni kunnu koma av ella gerast verri við yvirtaðing, serliga køvievni ella salpetur. Eitt rímiliga gott úrslit fæst við at nýta 40 kg. av klorfátækum NPK, 14-3-18 (eplatøð) til ein 50 kg. sekk av seteplum.


Nýggj eplasløg

Búnaðardepilin hevur fingið 9 nýggj eplasløg til royndirnar, og Peter T. Haar vónar, at nøkur av hesum sløgum vísa seg at vera hóskandi til føroysk viðurskifti.

? Trý sløg eru reyðepli og tey eru væl umtókt í Føroyum. Tey hava reytt skal og mjølsmakk.

Annars heldur Peter T. Haar, at tað er ikki so stórur munur á seteplum, ið fáast til keyps. Tey líkjast nógv í smakki og útsjónd. Góðkend seteplir eru frí fyri smittu av svartaspillu.

Kunnu vit tosa um eitt reint føroysk eplaslag?

? Tað er eitt slag, ið vit kalla gomul dimmreyð eplir, ið uttan iva eru tey elstu í Føroyum. Tey eru reyðstríput innan og myrkareyð uttan, hava ein mjølsmakk og kunnu goymast leingi. Tað eru framvegis fólk, ið eiga set av hesum eplaslagi, men hóast tey eru tey elstu í Føroyum, eru tey eina ferð komin higar onkra staðni frá, kanska fyri einum 100 árum síðani, sigur Peter T. Haar.

Ymiskt er, hvussu úrtøkan av eplaveltum er.

? Hevur tú eina flagveltu, hevur hampiliga mold, og góðan sólargang, kanst tú fáa væl burtur úr. Ein góð úrtøka er 7-9 fold. Í fjør gav ein flagvelta við Landssjúkrahúsið 13-14 fold.

Í dag eru flagveltur vanligari enn tær gomlu moldvelturnar.

? Minni stríð er av flagveltum og tær egna seg best til føroyska veðurlagið, sigur Peter T. Haar, stjóri á Búnaðardeplinum at enda.


Búnaðardepilin hevur fingið 9 nýggj eplasløg til at gera royndir við, trý teirra eru reyðepli.


Flagveltan roynist best í Føroyum og krevur minni stríð. Tilvildarliga vald mynd.