Bjarni Djurholm er eitt problem

Tað var svarið uppá ein spurning settur á fundinum í Skúlanum á Giljanesi týskvøldið. ? Bjarni Djurholm er ímóti flogvallarútbygging og undirsjóvartunnli, og tað er eitt »problem«

Teir vilja kanska ikki viðganga tað - fólkafloksmenninir. Men tá til stykkis kemur, so eru teir ikki so smdir sum teir látast.

Á fundinum á Giljanesi týskvøldið gjørdu Svend Aage Ellefsen og Jørgin Niclasen tað teir kundu fyri at geva Javnaðarflokkinum ábyrgdina fyri, at ikki fleiri pengar vórðu settir av til undirsjóvartunnil.

Ikki øll vóru samd við teimum um tað, verri enn so.

Malan Jørgensen vísti á, at ein tann heitasti talsmaðurin móti undirsjóvartunnli og útbygging av flogvøllinum í Vágum er fólkafloksmaðurin Bjarni Djurholm.

Til hetta svaraði Svend Aage Ellefsen:

? Tað er rætt, og Bjarni Djurholm er eitt »problem«. Men hann atkvøddi ikki ímóti uppskotinum í desember. Hann atkvøddi blankt, men tað er eitt problem, segði Svend Aage Ellefsen.

Jógvan Hans Joensen hevði eisini hug at finnast at politikarunum, bæði núverandi og fyrrverandi.

? Teir hugsa als ikki um vinnuna, segði hann.

? Tað hevur eingin veruligur vinnupolitikkur verði í Føroyum síðan Kjartan Mohr. Teir báðir fólkafloksmenninir sum sita her, eru vinnumenn, men teir hava einki gjørt fyri vinnuna, segði Jógvan Hans.

? Teir bara snakka og gera einki, segði hann.

Hann hevði eisini hug at finnast at somu monnum fyri tað teir hava gjørt fyri Vágoynna.

? Teir hava einki gjørt fyri Vágoynna. Tá Atlantsflog varð stovnað, tá tyrlan varð keypt og tá arbeiðið uppá undirsjóvartunnilin byrjaði á fyrsta sinnið, var tað ein sølfirðingur (Lassi Klein, blðm.), sum stóð fyri tí.

? Og tá ætlanin um undirsjóvartunnilin kom fram aftur í heyst, so var tað, Gud hjálpi mær, aftur ein sølfirðingur (Sámal Petur í Grund, blðm.), sum stóð sum landsstýrismaður.

? Eg haldi vit skuldu fingið fatur á nøkrum fleiri sølfirðingum, segði Jógvan Hans Joensen.

Oddmar Gudmundsen, úr Sjálvstýrisflokkinum var eisini komin á fund, hóast formaður hansara - tað er sølfirðingurin; tann seinni - hevði fingið forboð.

Hann helt ikki, at hann kundi sita og hoyra Lassa Klein einsamallan taka ábyrgdina fyri tí, sum hann hevði gjørt, sum landsstýrismaður.

? Eg má minna á, at alt tað, sum Lassi Klein sigur seg hava gjørt, gjørdi hann meðan hann var sjálvstýrismaður.