Leita nú eftir oljusamtaki at samstarva við

18. mars 1998 varð latið upp fyri almenninginum at tekna upp til 10 mió. kr. í partapeningi.

Tekning fór fram í øllum peningastovnum í landinum. Tær fyrstu 3 vikurnar gekk tekningin stillisliga fyri seg. Ein javnur streymur av fólki teknaðu.

Seinastu 2 dagarnar, áðrenn freistin at tekna partapening var úti, var at kalla gravgangur eftir at tekna partapening.

Úrslitið varð, at uml. 750 fólk teknaðu góðar 3 mió. kr. Sostatt hevur P/f Atlants Kolvetni fingið 750 nýggjar partaeigarar aftrat teimum 18, sum stovnaðu felagið 11. februar og settu 25,5 mill. í partapeningi í felagið. Hetta heldur nevndin vera á góðari leið og sýnir hetta, at góð undirtøka er millum fólk fyri tiltakinum.

Nevndin umhugsar nú, nær boðið skal vera út av nýggjum at tekna meira partapening. Áhugin tykist framhaldandi vera stórur sigur nevndin í tíðindaskrivi.

Nevndin kannar í løtuni, hvussu samstarv kann fáast við tey oljusamtøk, sum hava áhuga í leiðunum undir Føroyum. Samrøður hava verið við tvey samtøk og samrøður við hitt triðja verða seinast í hesum mánaði. Nevndin væntar at samrøður vera við nøkur samtøk aftrat fram móti sumri. Ætlanin er síðani at fara undir ítøkiligar samráðingar um samstarvssáttmála við tað samtak, sum bjóðar Atlants Kolvetni bestu handilsligu avtaluna.

Miðað verður ímóti at hava gjørt eina samstarvsavtalu, áðrenn farið verður undir fyrsta útbjóðingarumfar undir Føroyum, væntandi seinast í hesum ári.