týdning. Og hon duldi heldur ikki fyri, at tey fóru at ynskja einum føroyskum fólkatingslimi úr Javnaðarflokkinum vælkomnum og hon helt, at tað hevði verið hugaligt at kunna knýtt samband ímillum tær báðar [...] heldur enn at samstarva um politikk ? um politikki, sum kann føra til loysnir. - Tað gleði eg meg til, legði løgmaður afturat. Eisini Helena Dam Neystabø helt, at tað átti at borið til at samstarva á [...] ímillum Føroyar og Danmark og tað er eisini vert at hugsa um, so at ríkisfelagsskapurin ikki bara snýr seg um lógir og paragraffir. Hon gleddi seg til at fáa eitt betri samskifti við føroyingar, tí hon
Jógvan á Lakjuni, longu í byrjanini av landsstýrisskeiðinum boðaðu frá, at teir fóru at tosa saman regluliga til tess at gera tað lættari at greiða málini hjá teimum nógvu, sum detta niðurímillum, tí skúlalóg [...] ári, at næmingar og foreldur koma í svára neyð, tí myndugleikarnir eru ikki førir fyri at hjálpa teimum. Skúlaleiðslur, Sernámsdepilin og Almannastovan royna at finna loysnir, men illa gongst at náa úrslit [...] umstøður at viðvirka, sigur hann. Størsti trupulleikin er, sambært skúlastjóranum, at ábyrgdarbýtið millum myndugleikar ikki er greitt, og tí heldur hann, at skúlaverkið, alt sum tað er, eigur at koma undir
dugir heldur ikki at síggja, at Sandoyartunnilin skal verða ein trupulleiki, tí bæði Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin hava týðiliga ført fram, at tunnilin skal fíggjast yvir eitt áramál, so at hann ikki blokerar [...] uppi í Løgtinginum fyrr í vikuni, staðfesti Gerhard Lognberg, at skuldi hann vera við í eini samgongu, fór hann at seta ófrávíkilig krøv til, at Sandoyartunnilin verður gjørdur. Og nú farið verður undir [...] ikki rætt at seta fram krøv í fjølmiðlum. Rætta mannagongdin er sjálvandi at føra síni sjónarmið fram við samráðingarborðið. - Útgangsstøðið fyri sdamráðingunum verður ongantíð betri av, at ófrávíkilg
vera bodnir við frá byrjan og at høvdu lítlan hug at verða brúktir sum neyðventilur hjá CHE. - Tað kann hann saktans siga nú, men stendur tað ímillum at enda í andstøðu, ella at fáa politiska ávirkan, er valið [...] gjørdi tað nýggju grundlógina, so tað átti ikki at verið nakar trupulleiki. - Eg meti, at tað hevði borið Tjóðveldið rættiliga langt inn í eina samgongu at fingið semju um eina fólkaatkvøða um eina føroyska [...] Stendur valið hjá Sjálvstýrisflokkinum ímillum at fáa ávirkan á førda politikkin ella at sita í andstøðu, skal hann nokk bíta fáfongdina í seg, heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og politiskur
til støðuna, men sigur, at íslendingar eru eitt dugnaligt og væl útbúgvið fólkaslag, og at hann ikki ivast í, at teir fara at ríða stormin av. So alt í alt sær nú út til, at føroyingar sleppa snikaleysir [...] fíggjarmarknaðinum, og vandin fyri at missa innlán er púra av. Samstundis verður mett, at fyritøkur í Føroyum, sum hava fígging hjá íslendsku stórbankunum, ikki eru í vanda fyri at verða koyrdar á húsagang. Bæði [...] Poulsen og aðrar vælvitandi keldur innan fíggjarheimin meta, at bankarnir neyvan fara at krevja lánini aftur her og nú, tí tá er stórur vandi fyri, at bankarnir missa meiri pening. Íslendski sendimaðurin í Føroyum
uttan svørðsslag at Eirikur, Ragnar og Teinar fóru til Klaksvíkar. Vinfólk teirra dugdu als ikki at skilja hesa avgerðina. - Ja, tey søgdu bart út, at vit máttu vera ørir í høvdinum at fara heilt norður [...] møguleikin at kunna búgva her, hevur eisini gjørt sítt til, at teir hava trivist so væl. Onkur teirra kendi onkran annan næming, sum hevði gingið her frammanundan, og haðani fekk hesin at vita, at tað var [...] grundhugsan í undirvísingini er, sum áður nevnt, at dentur skal leggjast á tað praktiska arbeiðið – tað er: at ein lærir um eitt evni, og fær síðani møguleikan at royna tað í verki. - Hetta dámar okkum sera
fyri neyðini at fremja fosturtøku orsaka av sosialum orsøkum. Ongin skal hava ”loyvi” ella ”rætt” til at tína mannalív. Eg havi ongantíð skilt tann hugburðin, at tað skal verða í lagi at tína lívinum á [...] uttanífrá verður nýtt sum jarnbrot fyri at fáa kjakið um fría fosturtøku aftur á dagsskránna. Fosturtøkulógin trongir møguliga til at endurskoðast, men treytirnar fyri at fremja fosturtøku mugu ikki linkast [...] lógina, eiga vit at halda fast við, at fosturtøka bert má loyvast í heilt serligum førum. Vit eru vælsignaði við sera høgum burðartíttleika, tí hægsta í norðurlondum. Vit mugu gera alt fyri at stimbra hesari
eftir at Pervez Musharaf hevði kunngjørt, at hann legði frá sær sum pakistanskur forseti. Í øðrum londum søgdu politiskir leiðarar seg vóna, at tann komandi leiðarin í Pakistan verður førur fyri at tryggja [...] - Vit fara framhaldandi at arbeiða saman við Pakistan, og vit eggja landsins leiðarum til at leggja munandi størri dent á at temja tær víðgongdu kreftirnar, sum gera alt meiri og meiri um seg, segði a [...] ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í Berlin. Talsmaðurin legði afturat, at Týskland fer framhaldandi at samstarva við Pakistan, og at hetta samstarv helst skal medvirka til støðug viðurskifti og frið, ikki
Tjóðveldi at viðganga, at bankapakkin kom væl við, og var ein sjálvsagdur fyrimunur við okkara ríkisrættarligu støðu. Neyvan roknaði nakar við, at flokkurin fór alment út við nøkrum takkarrøðum, men at hann [...] fíggjareftirlitið, og tí er tað sjálvsagt, at teir skulu hava møguleikan at fáa lut í eventuellum almennum donskum bankatiltøkum. Tað er lítið at ivast í, at einki verður trýst niðurum oyrini á einum banka [...] bankar eru betri fyri, tí at teir hoyra undir danskt fíggjareftirlit og hava møguleika at koma undir danskar hjálparpakkar. Tað er, um man vil tað ella ei, ein sannroynd, at danski staturin hevur eitt
afturat, at kommunan hevði skyldað einar 20 milliónir krónur minni, um hon valdu at lata vera við at byggja, men av tí at landið onki vildi gera, so kendu kommunurnar í økinum eina skyldu at loysa bráðfeingis [...] krónur, umframt, at landið hevur allan raksturin um hendi. Tí er tað eisini landinum at takka, at vit hava eitt røktarheim, sigur Heðin Zachariassen. Kommunurnar betri føling - Vit síggja, at tá kommunurnar [...] Skilir væl Havnina Heðin Zachariassen skilir væl, at Tórshavnar kommuna peikar á landið, tá talan er um hesa uppgávuna. - Tað er púra greitt, at landið eigur at útbyggja eldraøkið, so eg skilji væl, hvat Heðin