Teir hildu okkum vera ørar

Millum næmingarnar á Tekniska skúla í Klaksvík eru teir tríggir hoyvíkingarnir, Eirikur Jákupsson, Ragnar Samuelsen og Teinar Mohr Hentze. – Her er gott at vera, siga teir við ein munn

Klaksvík: - Vit hildu, at hesin skúlin var meiri áhugaverdur enn tann í Havn. Og tí fóru vit higar, siga teir tríggir í stuttum viðtali við Sosialin.

Eftir teirra meting hevði skúlin í Klaksvík eina øðrvísi ætlan við undirvísingini, og sum hóskaði betri til teirra egnu áhugamál.

- Vit hildu, at skúlin í Havn var ov bókligur, meðan hesin í Klaksvík var meiri praktiskur - ein slapp meiri at brúka hendurnar og gera verkætlanir.

- Nú, ið vit hava gingið her á triðja ári, kunnu vit bara staðfesta, at okkara vónir til skúlan hava hildið, siga teir tríggir og vísa á, at skúlin haraftrat hevur fleiri breytir.


Góð ár

Tá teir tríggir vinmenninir gingu í 10. flokki komu umboð fyri fleiri av miðnámsskúlunum á vitjan í teirra skúla.

Her greiddu tey frá tí, sum hesin skúlin hevði at bjóða. Og fyri teir tríggjar hoyvíkingarnar var eingin ivi: Tað sum umboðini fyri Tekniska skúla í Klaksvík borðreiddu við, var tað mest áhugaverda!

- Hetta hava verið trý ótrúliga góð ár her norðuri, sláa teir fast.

Ein grundhugsan í undirvísingini er, sum áður nevnt, at dentur skal leggjast á tað praktiska arbeiðið – tað er: at ein lærir um eitt evni, og fær síðani møguleikan at royna tað í verki.

- Hetta dámar okkum sera væl, siga teir tríggir.


Ørir í høvdinum

Men tað var ikki uttan svørðsslag at Eirikur, Ragnar og Teinar fóru til Klaksvíkar. Vinfólk teirra dugdu als ikki at skilja hesa avgerðina.

- Ja, tey søgdu bart út, at vit máttu vera ørir í høvdinum at fara heilt norður til Klaksvíkar at ganga í skúla!

Teir hava tað gott her, búgva á skúlaheiminum og nýtast ikki eingang at fara út fyri dyr, tá teir skulu í skúlan. Og so fara teir til Havnar hvørt vikuskifti til hesi somu vinfólk síni.

Júst møguleikin at kunna búgva her, hevur eisini gjørt sítt til, at teir hava trivist so væl. Onkur teirra kendi onkran annan næming, sum hevði gingið her frammanundan, og haðani fekk hesin at vita, at tað var ikki so galið í Klaksvík hóast alt.

- Her kemur ein so at kenna nógv fólk ymsastaðni frá, og tað ger tað heila so áhugavert. 



PS. Lesið eisini greinina "Ein skúli fyri framtíðina"