- Felagsskapur er lyklaorðið í ríkisfelagsskapinum.
Tað staðfesti Forkvinnan í danska javnaðarflokkinum, Helle Thorning-Schmidt, á landsfundinum hjá Føroya Javnaðarflokki í Norðurlandahúsinum figgjakvøldið.
Thorning-Schmidt kom ikki sjálv til Føroya, men tosaði við fundarfólkið á stórskíggja.
- Eg vil hava ein ríkisfelagsskap, sum tit øll eru ein partur í og sum byggir á javnrætt, á virðing og eitt praktiskt samstarv.
Hon helt, at júst hetta er so avgerðandi fyri ríkisfelagsskapin.
- Ríkisfelagsskapurin snýr seg ikki bara um lógir og paragraffir. Tað snýr seg eisini um, at tað eru sterk familjubond ímillum Føroyar og Danmark og tað er eisini vert at hugsa um, so at ríkisfelagsskapurin ikki bara snýr seg um lógir og paragraffir.
Hon gleddi seg til at fáa eitt betri samskifti við føroyingar, tí hon helt samskiftið ímillum Føroyar Og Danmark hevur alt ov leingi verið merkt av lógum og paragraffum og hon helt, at tað vóru gróðrarlíkindi fyri einum betri samstarvi.
Helle Thorning-Schmidt segði eisini, at sum politiska støðan Danmark er, og sum hon kann verða eftir valið, kann tað enda við, at teir báðir føroysku fólkatingslimirnir fáa stóran, politiskan týdning.
Og hon duldi heldur ikki fyri, at tey fóru at ynskja einum føroyskum fólkatingslimi úr Javnaðarflokkinum vælkomnum og hon helt, at tað hevði verið hugaligt at kunna knýtt samband ímillum tær báðar sosialdemokratisku familjurnar.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, tók væl ímóti boðskapinum um ein praktiskan ríkisfelagsskap.
- Ríkisfelagsskapurin hevur alt ov leingi snúð seg um lógfrøði, har vit hava dyrkað lógargreinar, heldur enn at samstarva um politikk – um politikki, sum kann føra til loysnir.
- Tað gleði eg meg til, legði løgmaður afturat.
Eisini Helena Dam Neystabø helt, at tað átti at borið til at samstarva á jøvnum føti og hon heitti á forkvinnuna um at samstarva um at forma eitt samstarv á jøvnum føti
Helle Thorning-Smidt staðfesti, at koma ynski úr Føroyum um broytingar í ríkisfelagsskapinum, vil hon lurta eftir tí.
- Kanska eru tað teir báðir javnaðarflokkarnir, sum hava bestan møguleika at ganga á odda á bøta um samstarvi ímillum Føroya og Danmark, legði hon afturat.









