Løgtingið fór í hasti undir at viðgera sonevnda hjálparpakkan hjá donsku stjórnini, sum skal tryggja danska og harvið eisini føroyska fíggjarmarknaðinum.
Løgtingsformaðurin bað løgtingið um at gera frávik í tíðarfreistini, so málið kundi avgreiðast í skundi, tí danska fólkatingið skal atkvøða hjálparpakkan ígjøgnum í dag.
Andstøðan setti fram eitt broytingaruppskot, sum tó varð felt, og eftir hetta var tað eitt samt løgting, sum samtykti upprunaliga uppskotið.
Talan er um eitt uppskot, sum gongur út upp á at tryggja øllum innlánarum øll síni innlán. Hetta verður gjørt við, at bankarnir rinda 35 milliardir krónur í ein grunn, og síðani tryggjar danski staturin tað, sum fer upp um hesa upphædd.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, at hóast búskapur okkara grundleggjandi er sunnur, og hóast føroysku peningastovnarnir ikki hava trupulleikar at halda lógarásettu solvenskrøvini, verður mett neyðugt við einum tiltaki sum hesum.
- Orsøkin er, at heimsumfatandi fíggjarkreppan hevur gjørt tað nærum ómøguligt hjá peningastovnunum at útvega neyðugt gjaldføri. Teir stovnar, ið hava nóg mikið av gjaldføri, vilja ikki læna til aðrar peningastovnar. Um einki verður gjørt, kann hetta fáa neiligar avleiðingar fyri borgarar, virki og samfelagsmenningina sum heild, sigur Jóannes Eidesgaard.
Neyvan vandi fyri
íslendskari fígging
Uppskotið kemur at kosta einstøku peningastovnunum eina munandi upphædd.
- Fyri føroysku peningastovnarnar verður talan um tilsamans umleið 100 milliónir krónur um árið í tvey ár í garantiprovisjón. Hartil kann koma gjald fyri veðhald, sum í mesta lagi kann verða umleið 260 milliónir krónur tilsamans, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hetta tryggjar sum nevnt føroyska fíggjarmarknaðinum, og vandin fyri at missa innlán er púra av.
Samstundis verður mett, at fyritøkur í Føroyum, sum hava fígging hjá íslendsku stórbankunum, ikki eru í vanda fyri at verða koyrdar á húsagang.
Bæði Sigurd Poulsen og aðrar vælvitandi keldur innan fíggjarheimin meta, at bankarnir neyvan fara at krevja lánini aftur her og nú, tí tá er stórur vandi fyri, at bankarnir missa meiri pening.
Íslendski sendimaðurin í Føroyum, Eidur Guðnason, vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til støðuna, men sigur, at íslendingar eru eitt dugnaligt og væl útbúgvið fólkaslag, og at hann ikki ivast í, at teir fara at ríða stormin av.
So alt í alt sær nú út til, at føroyingar sleppa snikaleysir undan teirri fíggjarkreppu, sum herjar um allan heim.