Samgongusamráðingar: Kári skal nokk bíta fáfongdina í seg

Stendur valið hjá Sjálvstýrisflokkinum ímillum at fáa ávirkan á førda politikkin ella at sita í andstøðu, skal hann nokk bíta fáfongdina í seg, heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og politiskur viðmerkjari hjá Miðlahúsinum - Tað er skilagott at royna at fáa Sjálvstýrisflokkin við í samgongusamráðingarnar, sum byrja í morgin ímillum Javnaðarflokkin Miðflokkin og Tjóðveldi.

Tað heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og politiskur viðmerkjari hjá Miðlahúsinum.

Ein CHE samgonga hevur bera 17 tinglimir,sum er minst hugsandi meiriluti og tað skerset ikki burtur, at báðir teir stóru flokkarnir hava leysar kanónir á dekkinum, sum ikki altíð lata seg reka í rætt av floksleiðslunum í avgerðandi løtum.

Hann heldur eisini at politiskt skuldi ongin forðing verið fyri at fáa sjálvstýrisflokkin við.

Hann kann vera ein stuðul í eini sjálvstýrisleið

- Eydnast ikki Tjóðveldinum at fáa so nógvar yvirtøkur saman við Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum, kann Sjálvstýrisflokkurin t.d. stuðla honum í at fáa eina atkvøðugreiðslu um eina føroyska grundlóg, ella stýrisskipan, sum eitt hjartamál hjá flokkinum og sum partar av Javnaðaflokkinum í hvussu so er, helst onki hava ímóti.

Hetta er ikki minst áhugavert, nú Kári á Rógvi er komin í Sjálvstýrisflokkin, tí tað var júst hann, sum var næstformaður í nevndini, ið gjørdi tað nýggju grundlógina, so tað átti ikki at verið nakar trupulleiki.

- Eg meti, at tað hevði borið Tjóðveldið rættiliga langt inn í eina samgongu at fingið semju um eina fólkaatkvøða um eina føroyska grundlóg.

Jógvan Mørkøre vísir eisini á, at Sjálvstýrisflokkurin hevur somuleiðis verið rættiliga avgjørdir í spurninginum um spekulatión í fiskiloyvum.

- So bæði á rikisrættarliga økinum og á vinnuliga økinum fer tað at líkjast eini skilagóðari loysn hjá teimum flokkum, sum nú samráðast um samgongu at fáa Sjálvstýrisflokkin upp í.

Í Samrøðu við Portalin í gjár ivaðist Kári P Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins í, hvussu stóran áhuga teir høvdu at koma í eina samgongu, uttan vera bodnir við frá byrjan og at høvdu lítlan hug at verða brúktir sum neyðventilur hjá CHE.

- Tað kann hann saktans siga nú, men stendur tað ímillum at enda í andstøðu, ella at fáa politiska ávirkan, er valið rættiliga lætt og so skulu teir í Sjálvstýrisflokkinum nokk býta fáfongdina í seg, heldur Jógvan Mørkøre.