Flokkur, sum ikki kann verða stjórnarberandi er tað allíkavæl. Floksformenn, landsstýrismenn og løgmaður siga eitt í dag, men í morgin gera teir júst tað mótsætta.
Tann eina dagin bar ikki til at hava eina minnilutasamgongu, tað máttu verða minst tríggir stórir flokkar í samgonguni, men dagin eftir gleddu allir seg til veruliga at koma í gongd og royna eina minnilutasamgongu.
Eina kann siga og gera tað ein vil, onki fær politiskar avleiðingar.
Tá teir sum eru settir til at verða formenn í flokkum, tingbólkum v.m., ikki megna at halda høvdið kalt, tá á stendur, verður skilið hareftir – politiskt atgerðarloysi.
Fleiri politisk lágtrýst eru á veg, sum eru væl egnað til at halda lív í tí áhaldandi klandrinum í samgonguni.
Eitt av hesum politisku lágtrýstum er átakið viðvíkjandi Fosturtøkulógini.
Lýsing frá útlendskari fyritøku, sum eggjar føroyskum kvinnum til at innflyta og nýta ólógligan heiluvág, hevur fingið onkran at ressast við.
Onki ilt orð um útlendsku fyritøkuna og tey sum bróta lógina, nei, vit skulu broyta fosturtøkulógina, tí hon er ov avmarkandi. Ólógliga átakið uttanífrá verður nýtt sum jarnbrot fyri at fáa kjakið um fría fosturtøku aftur á dagsskránna.
Fosturtøkulógin trongir møguliga til at endurskoðast, men treytirnar fyri at fremja fosturtøku mugu ikki linkast, heldur tvørturímóti. Fosturtøka má bert fremjast í heilt serligum førum, soleiðis sum ásett er í § 1, stk. 1 í verandi lóggávu.
Í Føroyum hevur ongin fyri neyðini at fremja fosturtøku orsaka av sosialum orsøkum.
Ongin skal hava ”loyvi” ella ”rætt” til at tína mannalív.
Eg havi ongantíð skilt tann hugburðin, at tað skal verða í lagi at tína lívinum á tí ófødda barninum.
Eftir at barnið er gitið í móðurlívið, hevur tað eins góðan rætt til lívið, sum vit onnur. Tað má og skal verða okkara skylda at verja lívið hjá tí ófødda barninum.
Um nøkur fá vilja hava rættin til fría forsturtøku, og um onkur einstakur brýtur lógina, eiga vit at halda fast við, at fosturtøka bert má loyvast í heilt serligum førum.
Vit eru vælsignaði við sera høgum burðartíttleika, tí hægsta í norðurlondum. Vit mugu gera alt fyri at stimbra hesari jaligu gongdini, samstundis sum vit sláa fast, at vit í Føroyum ikki vilja hava lóggávu, sum loyvir fríari fosturtøku.